Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2006 23 Við tryggum sigri syrgdi VB fyri, at tær standa við nógv besta útgangsstøðinum undan seinna bronsudystinum móti Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrri bronsudysturin millum VB og Kyndil endaði við tryggum heimasigri, tá liðini hittust í Vági í gjár. VB varð helst roknað sum favorittur undan dystinum, men fyri steðgin høvdu tær ikki so øgiliga lætt við at staðfesta rættleikan av hesi meting. Kyndil hekk alla tíðina væl í, og tó at VB helt muninum fyri tað mesta, so megnaðu tær ikki verður at skræða seg leysar. Eftir steðgin kom tó glið á. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki vann VB við heili 12-3, og so var ógvu­ liga avmarkað, hvat gestirnir kundu gera, til tess at fáa nakran spenning í. Mest sum avgjørt Trivaligi sigurin hjá VB hev­ur við sær, at mest sum øll ivamál eru beind burtur undan seinna dystinum, sum verður havn komandi sunnudag. Í dystinum um bronsuna verða bara tveir dystir spældir, og tí er ein átta mála sigur mest sum at rokna sum eyka stig í skjátt­ uni hjá VB. Og so kann eisini stað­ fest­ast, at tað helst er í lagi, at VB fer avstað við brons­uni. Tí hóast Kyndil støðugt hevur gjørt framstig gjøgnum árið, og hóast tær hava tikið stig móti bæði Stjørn­uni og VB, so hava tær alla tíðina verið roknaðar sum »underdogs« í hesum spælinum. Ein leiklut, sum tær tó alla tíðina hava stríðst ímóti, og tí er einki at ivast í, at tær eisini fara at geva seg fult í seinasta dystinum á árinum. VB-Kyndil 30-22 (14-11): Bronsan hevur kós móti Vági VB-Kyndil 30-22 (14-11) Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 10, Maryna Zylko 7, Margreth Augustinussen 4, Daiva Toumaite 3(2), Svava Vestergaard 3, Christina Holm 3(1) Kyndil: Jórun S. Ludvig 7, Randi S. Wardum 5, Lina Adrilyte 4((2), Anja Heinadóttir 3, Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 1 Brotskøst: VB 4, Kyndil 4 Útvísingar: VB 4, Kyndil 2 Diskvalifikatiónir: VB 1 (3X2 minuttir) FAKTA Við trygga sigrinum læt VB mest sum ongan spenning vera eftir til seinna bronsudystin Mynd: Áki Bertholdsen Væl skipaða Neista-verjan, sum her hevur sera gott tak á Unu Olsen, legði lunnar undir sigurin, sum hevur givið Neistanum tveir matchbóltar í FM- stríðnum Mynd: Álvur Haraldsen