Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 56 - 20. mars 2006 TB omaná í granna­uppgerð TB skal leygardagin spæla móti føroyameistarunum úr B36. Tað gjørdist greitt, tá TB í fyrsta um­fari í kappingini um Løg­mans­ steypið leygardag vann 3- 1 á heimavølli móti grann­ unum í Royn. Fyrra umfarið var mál­ leyst. Eftir steðgin skor­ aðu Kaj Roest, Allan Poul­sen og Búi Mortensen fyri TB, og Jens Kristian Joensen pyntaði um fyri hval­bingar. Dysturin millum B36 og TB verður í Gundadali -mørk SÍ fær vitjan av NSÍ Tað er ikki á hvørjum ári, at feløg í Formula-deildini vitja í Sørvági. Soleiðis verður tað í ár. Leygardagin fer NSÍ at spæla á útivølli í Sørvági. Hetta gjørdist greitt leyg­ ar­dagin, tá ið SÍ í fyrsta um­fari í kappingini um Løg­manssteypið vann 1-0 á heimavølli móti MB. Einsamalla málið varð skorað, tá ið seinna um­farið var stórt korter gam­alt. Málskjútti var Bogi Selfoss. -mørk Fram skal til Klaksvíkar Afutr í ár skal Fram spæla móti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið. Fram spældi leygardagin móti NÍF, og hendan dystin vann havnarliðið 4-1. 1. hálvleiki skoraði Terji Nielsen einsamalla málið fyri Fram. Eftir steðgin javn­aði Ian Jacobsen, áðr­ enn Fram skoraði trý mál afturat. Málskjúttar vóru Áki Mortensen, Terji Nielsen og Sunleif Jacobsen. Fram fer at vitja KÍ leygar­dagin í næstu viku. -mørk AB heldur fram FS Vágar04 er longu sent úr kappingini um Løg­ manssteypið, og argjamenn fara at halda fram. AB vitjaði á leygardagin Valloyrini í Sandavági, og Rúni Nolsøe og hansara menn fóru til hús við 2-1 sigri. Allan Mørkøre setti hol á við frísparksmáli 74. minutti. Elfinn Ørvarodd javnaði í 78. minutti eftir deyðbólt í høgru, men í 89. minutti skoraði Jón Brekku sigursmálið eftir innlegg úr høgru og til handara stólpa. AB skal í 2. umfari, sum verður leygardagin, spæla á Skála. -mørk Bæði Jón Rói Jakob­ sen og Súni Olsen vóru við allar níti min­uttirnar, tá Aab á útivølli ímóti SønderjyskE bjargaði sær javnleik í evstu løtu Fótbóltur Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Eftir at teir báðir lands­liðs­ leik­ararnir sótu á bonkinum síðsta vikuskiftið ímóti Hors­ ens, høvdu teir hesuferð fing­ ið dystarboð frá venjaranum Erik Hamrén. Jón Rói var á høgra bakki frá byrjan, og Súni spældi á vinstra bakki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð venjarin noyddur at gera nakrar broytingar, og tað hevði við sær, at Jón Rói fór í miðverjuna, og Súni flutti yvir á høgra bakk. Ikki kann sigast, at Aab fekk nakra serliga góða byrj­an, tí longu eftir tíggju min­uttir legði Peter Sand SønderjyskE framum. Eftir ein hálvan tíma gjørdist ilt verri hjá Aab, tí tá skoraði Simon A. Pedersen til 2-0. Eftir steðgin ressaðist Aab nakað, og miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Caca til 2-1. Aab legði síðani stórt trýst á SønderjyskE, men ikki fyrr enn í 94. minutti fekk Aab útjavnandi málið, tá ein av suðurjydunum var so óheppin at beina bóltin í egið mál. Aab liggur á fimta plássi við 29 stigum fyri 22 dystir. Eitt lítið lop er upp til Viborg á fjórða plássi, sum hevur átta stig fleiri. Fyrsta venjingin hjá Start á venjingarlegu í Marbella endaði við, at tveir av spæl­ arunum hjá Start fóru til hendurs. Liðfelagar máttu leggja upp í fyri skilja partarnar at Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var ein lítil løta eftir av fyrstu venjingini hjá Start í Marbella, tá ið tveir av spæl­ arunum brustu saman. Eftir ein harðan nærdyst fóru Bård Borgersen og Lunde Aarsheim til hendurs, og nevarnir vóru á lofti. Blaðið Fedrelandsvennen skrivar, at rokið var so ógvu­ ligt, at einir 10 liðfelagar hjá teimum báðum máttu til fyri at skilja teir at. – Tað er keðiligt, tá ið vaks­in fólk fara at verjast. Tað má bera til at spæla hart, uttan at slíkt hendir, sigur spælarin Marius Johnsen við Fedrelandsvennen. Hendingin hevði við sær, at venjarin Tom Nordlie steðg­aði venjingini og tosaði álvarsamt við spælararnar. Venjarin stúrir ikki Rokið var bert ein av fleiri hendingum undir venjingini, har spælarar hjá Start vóru illir inn á hvønn annan. Fedrelandsvennen greiðir frá, at spælararnir fleiri ferð­ ir skeldaðust ógvusliga undir venjingini. Venjarin heldur, at hetta nýtist ikki at vera so keðiligt fyri liðið. – Tað er munur á ag­­gr­ es­siviteti og misskiltum ag­gressiviteti, men hetta er ikki tað ringasta, sum eg havi upplivað í felagnum. Tað er gott, at spælararnir eru tendraðir, sigur Tom Nordlie. Alt kom uppá pláss Annar av høvuðspersónunum í bardaganum heldur, at rokið fer ikki at skapa trupulleikar á liðnum. – Hetta vísir bara ein stór­ an vinnaravilja. Eg haldi, at tað skal vera lív í, og hetta mugu vit tola, segði Bård Borgersen eftir venjingina. Eisini hin høvuðspersónurin gjørdi lítið hóvasták burtur úr eftir venjingina. – Hatta er slíkt, sum kann henda, men vit eru góðir vinir aftur. Vit skulu koyra á hvønn annan, men tað er sjálvan óheppið, tá ið vit fara ov langt, segði Lundr Aarsheim við Fedre­ landsvennen. Leygardagin varð dystast í FM í boccia. Hjá menningar­ tarnaðum setti luttøkan hesa ferð met við ikki færri enn 42 luttakarum. Hesin bólkur spældi fyrst innleiðandi bólka­spæl, síðan fóru bólk­ arnir við rørslutarnaðum vaksnum og børnum undir sínar innleiðandi dystir. Hjá rørslu- og menn­ing­ ar­tarnaðum var talan um ein­staklingakapping. Eftir hesa fóru pensionistarnir undir sína kapping, ið varð skipað sum liðkapping. Úrslit Danska superligan Silkeborg-Brøndby 2-0 FCM-aGF 2-0 AC Horsens-Viborg 3-1 OB-Esbjerg 1-0 SønderjyskE-AaB 2-2 FCK-FCN 3-3 Enska Premier League Everton-Aston Villa 4-1 Arsenal-Charlton 3-0 Blackburn-Middlesbr. 3-2 Bolton-Sunderland 2-0 Manchester City-Wigan 0-1 WBA-Manchester Utd. 1-2 West Ham-Portsmouth 2-4 Birmingham-Tottenham 0-2 Newcastle-Liverpool 1-3 Fulham-Chelsea 1-0 Úrslitini vóru hesi Menningartarnað 1 Jan Lindberg 2 Elvin Weihe 3 Theodor Esmar Hansen Rørslutarnað vaksin 1 Jói Ziska 2 Marius Johansen 3 Jonhardt Brøðraberg Børn: 1 Junior Tomlinson 2 Dánjal Jákup Djurhuus 3 Heðin Midjord Systkin spældu eisini eina kapping, og hesi vóru úrslitini: 1 Johan Petersen 2 Heðin Arni Johansen 3 Hjørtur Emil Johansen Pensionistar - 1 Havnin A Tey vóru Jenny Danielsen, Karl Simonsen og Alma Poulsen 2 Havnin B Karin Johansen, Marita Thorsteinson og Jógvan Egholm 3 Fløvi 3 Rosa Petersen, Jytta Eliasen og Petur Knud­ sen Føroyingarnir fingu fulla spælitíð Saman við Jón Róa Jacobsen var Súni Olsen á vøllinum í samfullar 90 minuttir, tá AaB í evstu løtu fekk bjargað sær stig móti botnproppinum í donsku superliguni Liðfelagar hjá Toda fóru til hendurs Metstór luttøka