Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2006 25 Øll tey ovastu liðini vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Eitt undantak var, og tað var oddaliðið Chelsea, ið tapti grannauppgerðina ímóti Fulham, men tað fær neyvan nakrar avleiðingar fyri meistaraheitið Premier League Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Tað eru framvegis dysturin um fjórða plássið og bardagin ímóti niðurflyting, ið eru mest áhugaverdir, nú enska landskappingin er líður ímóti endanum. Meistaraheitið er so at siga avgjørt langt áðrenn kappingarlok. Tey flestu liðini hava átta dystir eftir at leika, og Chelsea er tólv stig frammanfyri Manchester United, sum tó hevur ein dyst til góðar. Chelsea fyri óvanligum ósigri Oddaliðið Chelsea tapti sunnudagin triðja landskappingardystin í hesum kappingarárinum, tá meistararnir vóru á vitjan hjá Fulham, ið vann 1-0. Einasta málið í dystinum skoraði Luis Boa Morte eftir seytjan minuttir. Chelsea venjarin José Mourinho var so ónøgdur við sínar leikarar í fyrra hálvleiki, at hann framdi ikki færri enn tvær útskiftingar eftir 25 minuttum. Joe Cole og Shaun Wright-Phillips vórðu tiknir út, Damien Duff og Didier Drogba vórðu sendir á vøllin ístaðin. Hetta hjálpti nakað, men Chelsea fekk ongantíð veruliga gongd á skjóta álopsspælið, ið annars eyðkennir meistaraliðið. Didier Drogba hevði einaferð bóltin í netinum, men dómarin kolldømdi málið, av tí at Drogba hevði n‡tt hondina til hjálpar. Mourinho var serstakliga ónøgdur við ta avgerðina, og hann vildi vera við, at dómarar eru strangari mótvegis Chelsea enn øðrum liðum, og at dómarin í hesum dystinum lat seg ávirka av reaktiónini hjá Fulham leikarunum. Í seinastu minuttunum fekk William Gallas beinleiðis reytt kort eftir eina harðliga takling ímóti Heidar Helguson. Saha bitið seg fastan Louis Saha hevur seinastu vikurnar troðkað Ruud van Nistelrooy av trónuni sum fremsti áleypari hjá Manchester United. Og um vikuskiftið vísti Saha sítt virði, tá hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum á West Bromwich Albion. Saha legði United framum eftir eitt korter, tá hann skallaði eitt hornaspark í netið, og í seinna hálvleiki økti hann til 2-0. Nistelrooy er framvegis toppskjútti í Premier League, og tað verður torført hjá Ferguson at hava hann sitandi á bonkinum í longri tíð. Hóast West Bromwich megnaði at minka um munin, endaði tað við sigri til United, sum er væl koyrandi í løtuni. Hetta var nevniliga fimti sigurin á rað í landskappingini Okkurt bendir á, at Liverpool loksins hevur fingið gongd á málskjótingina, og at málturkurin - serliga hjá áleyparunum - hevur fingið ein enda. Mikudagin vann Liverpool heili 5-1 á Fulham, og sunnudagin vann Liverpool 3-1 á útivølli ímóti Newcastle. Og tað merkisverda er, at áleypararnir hjá Liverpool nú eru farnir at skora nøkur mál. Peter Crouch skoraði annan dystin á rað, tá hann legði Liverpool framum, og Gerrard økti til 2-0 fyri steðgin. Newcastle fekk eina vón eftir steðgin, tá Shola Ameobi minkaði til 2-1. Bert fáar minuttir seinni fekk Liverpool brotsspark, sum Cissé setti í netið. Jean- Alain Boumsong fekk eisini reytt kort fyri at hava n‡tt neyðbremsuna, og so hevði Liverpool lætt við at koyra sigurin heim. Liverpool roynir framvegis at fanga United aftur, men tað verður torført, tí United hevur tveir dystir til góðar. Bardagin um Champions League Í dystinum um fjórða plássið er einki broytt, tí øll liðini, ið hava møguleika at vinna seinasta Champions League plássið, vunnu sínar dystir. Tottenham vann 2-0 á Birmingham við tveimum málum í seinna hálvleiki. Arsenal fekk ein lættan sigur á heimavølli ímóti Charlton, og Bolton gjørdi sína skyldu ímóti Sunderland. Eisini Blackburn fekk ein sigur ímóti Middlesbrough, hóast Robbie Savage hjá Blackburn fekk reytt kort tíðliga í seinna hálvleiki. Í botninum hevur Portsmouth veruliga tikið dik á seg seinastu vikurnar, og leygardagin fekk botnliðið sín næsta sigur á rað, og liðið av suðurstrond Onglands hevur nú givið sær sjálvum ein møguleika at vera hangandi í deildini. Portsmouth vann hesuferð 4-2 á útivølli ímóti West Ham og er nú ájavnt við Birmingham í botninum. Tað er Harry Redknapp, ið stendur við róðrið í Portsmouth, og hann hevur vent gongdini. Fleiri n‡ggir leikarar komu til felagið, tá flytingargluggin var opin, og tað hevur eftir øllum at døma givið bonus. Hini bæði liðini, ið stríðast ímóti niðurflyting, eru Birmingham og West Bromwich Albion. Sunderland liggur niðast og hevur longu sett kós ímóti næstbestu deildini. So tapti Chelsea aftur Boa Morte hevur júst sent bóltin í kassan, og so kann Steed Malbranque fegnast, meðan Cole og hinir í Chelsea hyggja at Mynd: Reuters Danska Sas-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK (M) 22 15 - 5 - 2 43 19 24 50 2 Brøndby (S) 22 15 - 3 - 4 43 19 24 48 3 OB 22 11 - 5 - 6 33 22 11 38 4 Viborg 22 11 - 4 - 7 41 30 11 37 5 AaB 22 7 - 8 - 7 32 29 3 29 6 FC Nordsj. 22 6 - 8 - 8 32 32 0 26 7 Esbjerg 22 7 - 5 - 10 28 31 -3 26 8 Silkeborg 22 7 - 5 - 10 22 34 -12 26 9 FCM 22 6 - 6 - 10 29 41 -12 24 10 AC Horsens 22 4 - 11 - 7 19 29 -10 23 11 AGF 22 3 - 8 - 11 28 44 -16 17 12 Sønderjysk 22 3 - 6 - 13 29 49 -20 15 Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen (Aab) Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 30 24 - 3 - 3 58 19 39 75 2 Manch. Utd. 29 19 - 6 - 4 58 29 29 63 3 Liverpool 31 18 - 7 - 6 42 21 21 61 4 Tottenham 30 14 - 10 - 6 43 28 15 52 5 Arsenal 30 15 - 5 - 10 48 23 25 50 6 Blackburn 30 15 - 4 - 11 41 36 5 49 7 Bolton 28 13 - 9 - 6 39 28 11 48 8 Wigan 30 14 - 4 - 12 35 36 -1 46 9 Everton 30 13 - 4 - 13 28 38 -10 43 10 West Ham 29 12 - 6 - 11 44 44 0 42 11 Manchester C. 30 12 - 4 - 14 39 35 4 40 12 Newcastle 30 11 - 6 - 13 30 35 -5 39 13 Charlton 30 11 - 6 - 13 34 41 -7 39 14 Fulham 30 10 - 5 - 15 40 51 -11 35 15 Aston Villa 30 8 - 10 - 12 34 41 -7 34 16 Middlesb. 29 9 - 7 - 13 39 49 -10 34 17 WBA 30 7 - 6 - 17 27 45 -18 27 18 Birmingham 29 6 - 6 - 17 23 41 -18 24 19 Portsmouth 30 6 - 6 - 18 24 51 -27 24 20 Sunderland 30 2 - 4 - 24 19 54 -35 10 Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Reading 39 27 - 10 - 2 81 25 56 91 2 Sheff Utd. 39 22 - 9 - 8 64 41 23 75 3 Leeds 38 20 - 11 - 7 54 32 22 71 4 Watford 38 19 - 12 - 7 67 43 24 69 5 Crystal Palace 38 18 - 10 - 10 58 39 19 64 6 Preston 38 14 - 18 - 6 48 28 20 60 7 Wolverh. 39 14 - 17 - 8 43 31 12 59 8 Cardiff 39 16 - 10 - 13 52 45 7 58 9 Norwich 39 15 - 8 - 16 49 55 -6 53 10 Coventry 39 13 - 13 - 13 52 55 -3 52 11 Ipswich 38 13 - 13 - 12 46 54 -8 52 12 Luton 39 15 - 6 - 18 58 60 -2 51 13 QPR 38 12 - 12 - 14 43 52 -9 48 14 Plymouth 39 11 - 14 - 14 33 41 -8 47 15 Stoke 38 14 - 5 - 19 40 53 -13 47 16 Leicester 39 11 - 13 - 15 44 51 -7 46 17 Hull 39 11 - 11 - 17 43 49 -6 44 18 Burnley 38 12 - 7 - 19 41 51 -10 43 19 Southa. 37 8 - 18 - 11 35 38 -3 42 20 Derby 39 8 - 18 - 13 48 55 -7 42 21 Sheff Wed 39 9 - 11 - 19 30 48 -18 38 22 Millwall 39 6 - 15 - 18 29 52 -23 33 23 Brighton 39 5 - 16 - 18 33 59 -26 31 24 Crewe 38 5 - 13 - 20 42 77 -35 28 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry)