Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 56 - 20. mars 2006 Hesir knassarnir hjá VÍF vunnu í dag steypafinaluna fyri dreingir 10 A, sum var spæld í høllini í Runavík móti H71. Við sigrinum í dag gjørdust teir greipuvinnar í ár. Teir vunnu nevniliga eisini føroyameistara finaluna fyrr í mánaðinum. Finalan í dag var annars sera spennandi, eftir vanligu leiktíðina stóð á jøvnum millum VÍF og H71, 5 - 5, Men í umdystinum tóku VÍF dreingirnir dik á seg, og tá umdysturin var av, var støðan 8 - 5 til VÍF, og harvið var sigurin í húsi. Daniel Rapa hevur vant drei­ ng­ir 10 A hjá VÍF í vetur. nud Vestmenningar tryggjaðu sær Føroyameistaraheitið fyri dreingir 14 ár í Hoy­vík­arhøllini í gjár, tá teir vunnu uppiborið 21-14. Undan dystinum var H 71 2 stig frammanfyri VÍF, um Vestmenningar skuldu tryggja sær meistaraheitið var neyðugt hjá teimum at vinna dystin. Tað vísti seg frá byrjan at Vestmenningar vóru sera uppsettir. VÍF byrjaði betur og legði seg á odda beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 11 - 6 til VÍF. Venjari hjá Vestmanna­ dreingj­unum er Palli Joen­ sen. Hoyvíkingar høvdu gjørt rættiliga nógv burturúr í høllini, karmarnir vóru til ein rættiligan toppdyst.Okkara einasta altjóða dómarapar, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu dystin, og ungdómar úr bæði Vestmanna og Hoyvík høvdu gjørt seg út við trummum, hornum og andlitsmáling, fyri at heppa sínum liði. Giancarlo Fisichella hevði eitt nærum fullkomið vikuskiftið, tá hann vann formel 1 koyringina á Sepang breytini frá fystu byrjuanastøðu. Hitin var einasti veruligi avbjóðarin hjá italiumanninum. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Giancarlo Fisichella endaði eitt fullkomið vikuskifti við einum sigri í formel 1 koyringini á Sepang breyt­ ini í Kuala Lumpur. Hann byrjaði fremstur, og hyggja vit burtur frá teimum løt­ un­um, tá hann hevði verið í pitt, og liðfelagin Alonso ikki hevði verið innið enn, so var hann á odda alla koyr­ ing­ina. Hann vann trygt framman fyri liðfelaganum Alonso og Jenson Button í Honda á triðja plássi. Styrkisvenjing í einum hitarúmi Men hóast tað sá lætt út hjá italiumanninum, avdúkaði hann á tíðindafundinum, at hann hetta hevði verið bæði kropsliga og andaliga sera torført. Hitin á Sepang breytini er øgiligur, og hóast lufthitin einans var 32 hitastig sunnudagin í mun til væl heitari dagar fríggjadagin og leygardagin, so var hetta sum at gera styrkivenjing í einum hitarúmi. Fisichella viðgekk, at hitin veruliga byrjaði at gerast óliviligur, tá helvtin av koyringini var koyrd, men tað hjálpti, at Jenson Button og Fernando Alonso vóru tætt aftan fyri hann alla koyringina, tí so noyddist hann at geva seg fullkomiliga alla koyringina, og hevði ikki tíð til at lata hita veruliga knúlva seg.. Speed gloymdi speglini Button lá væl fyri til annað pláss alla koyringina, men Renault tyktust á deg­n­ um, at hava ein betri bil. Hetta blandað við, at nýggi amerikanski formel 1 koyrarin Scott Speed gloymdi at brúka speglini, og ikki lat Button sleppa framvið í eini avgerandi løtu, kostaði honum triðja plássið. Räikkönen aftur óheppin Dagurin hjá finska vara­ heims­meistarinum í formel 1 Kimi Räikkönen endaði tíðliga. Finnin var sera ónøgd­ur aftan á koyringina og greiddi frá at Christian Klien hevði rent á seg. Sjón­ varpsmyndirnar vóru ikki serliga greiðar og Christian Klien vildi vera við, at talan var um ein samanstoyt, ið báðir áttu líka stóra skuld í. Hetta endaði koyringina hjá Räikkönen og hóast Kli­en aftan á eina langa løtu í pittinum kom aftur á breytina, koyrdi hann bert fá umfør afturat, áðrenn hann noyddist at gevast. Kostnaðarmikilt innanhýsis stríð Williams byrjaðu á triðja og fjóra plássi, men hart inn­anhýsis stríð um triðja pláss, og ein rakettbyrjan av Fernando Alonso, gjørdu, at Nico Rosberg endaði niðrið á sjeynda plássi og Webber á fjóra. Men báðir vóru væl við stríðnum um fremstu pláss­ini við nógvari ferð. Men á sætt umfarið brendi motorurin hjá Nico Rosberg saman. 10 umfør seinni var tað motorurin hjá Webber, ið gav upp. Massa syfti Schumacher Felipe Massa megnaði at taka fimta pláss beint framm­ an fyri liðfelagan Michael Schumacher. Hetta hóast Massa byrjaði aftastur og Michael Schumacher byrjaði á fjúrtanda plássi. Men við eini frálíkari strategi við ein­ um steðgi, megnaði Massa at koma upp á fimta pláss. Hóast Schumacher lá í høl­ unum á honum í fleiri umfør, slapp hann ikki framvið. Regnið lúrdi alla tíðina í tungum myrkum skíggjum, og eina løtu duttu nakrir drop­ ar, men veruligt regn gjørdist ongangtíð talan um. Úrslit av Maleisisku koyringini á Sepang 1 Giancarlo Fisichella Renault 1 0 2 Fernando Alonso Renault 8 3 Jenson Button Honda 6 4 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 5 5 Felipe Massa Ferrari 4 6 Michael Schumacher Ferrari 3 7 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 2 8 Ralf Schumacher Toyota 1 9 Jarno Trulli Toyota 10 Rubens Barrichello Honda 11 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 12 Christijan Albers MF1-Toyota 13 Tiago Monteiro MF1-Toyota 14 Takuma Sato Super Aguri-Honda - Christian Klien RBR-Ferrari - Scott Speed STR-Cosworth - Nick Heidfeld Sauber-BMW - Yuji Ide Super Aguri-Honda - Mark Webber Williams-Cosworth - David Coulthard RBR-Ferrari - Nico Rosberg Williams-Cosworth - Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso Spania 1 8 2 Michael Schumacher Týskland 1 1 - Jenson Button Ongland 1 1 4 Giancarlo Fisichella Italia 10 5 Juan Pablo Montoya Kolumbia 9 6 Kimi Räikkönen Finnland 6 7 Felipe Massa Brasilia 4 8 Mark Webber Avstralia 3 9 Nico Rosberg Týskland 2 - Jaques Villeneuve Kanada 2 11 Christian Klien Eysturríki 1 - Ralf Schumacher Týskland 1 HM fyri lið 1 Renault 2 8 2 McLaren-Mercedes 1 5 - Ferrari 1 5 4 Honda 1 1 - Williams-Cosworth 5 6 Sauber 2 7 Red Bull Racing Ferrari 1 - Toyota 1 Fisichella vann í Kuala Lumpur Fisichella fekk eitt væl uppiborið sjampanjubað (mynd: Scanpix.dk) Greipuvinnandi liðið og venjarin Daniel Rapa mynd: Heidi Petersen VÍF greipuvinnarar dreingir 10 A VÍF Føroyameistarar dreingir 14 ár Vestmannadreingirnir vóru ikki sørt ernir, tá teir eftir dystin fingu gullmerkini um hálsin