mánadagur 20. mars 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2006
27
Søkt verður eftir
leiðara
til dagstovnin á Strondum at byrja 1. august 2006.
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin pedagogur, helst við leiðslu-
royndum
• hevur førleika at umsita bæði fakliga og
fíggjarliga
• hevur teldukunnleika á brúkarastigi
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttan-
hýsis
• gongur á odda og tekur ábyrgd
• hevur hugsjónir um virksemi á stovninum
• dugir at geva bæði børnum og starvsfólkum
íblástur
• virkar fyri trivnaði hjá børnunum til tess at menna
tey evni og teir møguleikar hvørt einstakt barn
eigur.
Dagstovnurin letur væntandi upp 2. november
2006, og fært tú tí møguleika at seta dám á stovnin
frá fyrsta degi.
Á stovninum verða 2 vøggustovur, 2 barnagarðs-
stovur og frítíðarstova. Tilsamans verður pláss fyri
84 børnum.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn saman við avriti av prógvum og møgulig-
um viðmælum, skulu verða kommunuskrivstovuni
í hendi í seinasta lagi 30. apríl 2006.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
Lastbilmekanikari
Søkt verður eftir lastbilmekanikara til verkstað
okkara á Skála, at byrja skjótast tilber.
Nærri fæst at vita á tlf. 230050.
P/F Heri Thomsen