Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 3 [2] Hvussu man gangast í Japan? Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri 100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd ímóti at missa ílagda peningin. Men nú kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í Føroya Banka. Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir gongdini á japanska partabræva- marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan gerast heili 30% árliga í fimm ára gildistíðini. Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu 200 milliónir krónur hesaferð. Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið, set teg so í samband við íløguráðgevarar bankans. Mánakvøldið legðist kavi kring landið, og vegirnir gjørdust hálir. Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at tað tykist sum um, at bilførararnir hesa­ ferð als ikki vóru fyri­ reikaðir til hálkuna Hálka Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Ruðuleiki var í miðbýnum í Havn í morgun. Fleiri smá ferðsluóhapp hava verið, men eisini eru fleiri bilar komnir rættiliga illa fyri í hálkuni í morgun, sigur vakthavandi á politistøðini. Í morgun klokkan 7.30 vórðu boð send eftir polit­in­ um, tí ein bilur var farin av vegnum norðan fyri Sand­ víkarhjalla, og ein annar bilur fór rættiliga illa, tá hann fór út av vegnum við Sundsverkið. Eitt annað heldur sermerkt óhapp var í eysturbýnum í Havn í morgun. Ein bilførarin koyrdi út frá barnagarðinum á Konmansmýru, ætlaði sær út aftur á Hoyvíksvegin, men misti brádliga tamarhaldið á bil­inum. Staðin fyri at halda kós­ina beint fram fór bilurin held­ur upp á gongubreytina, av vegnum og niður í Hoyvíks­ tjørn. Verið varin Á politistøðini í Havn heita tey á øll at ansa betur eftir: – Áðrenn farið verður frá húsum um morgunin, noyðist hvør einstakur at taka hædd fyri hálkuni. Tað ber rætt og slætt ikki til at fara avstað við bilinum, um hann ikki er nóg væl skøddur, leggur vakthavandi á politistøðini at enda afturat. Ruðuleiki í býnum og bilur í Hoyvíkstjørn Hesin bilurin endaði niðri í Hoyvíkstjørn í morgun. Hann varð stutt eftir tikin upp av bili frá Brandstøðini á Oyggjarvegnum