Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 57 - 21. mars 2006 Á flokstinginum um 10 dagar skulu tjóðveldisfólk velja millum núverandi politiska næstformannin úr Norðoyggjum og kvinnuna úr Suðurstreymi. Avbjóðarin heldur, at flokkurin verður styrktur, tá ið fólk kunnu velja ímillum tvey uppskot. Næstformaðurin umhugsar sína støðu og fer møguliga at trekkja seg áðrenn flokstingið Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er lagt upp til stríðsval um, hvør skal vera politiskur næstformaður í Tjóðveldisflokkinum. Freistin fyri at skjóta valevni upp var úti um vikuskiftið, og tá ið freistin var farin, vóru tvey í uppskoti. Annar er Karsten Hansen, tingmaður fyri Norðoya valdømi, og hin er Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Suðurstreymoyar valdømi. Tað er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum hevur skotið upp at velja Annitu til politiskan næstformann. – Eg fekk eina áheitan frá Suðurstreymoyar Tjóð­ veldisfelag um at stilla upp, og eg havi tikið av. Flokkurin verður bara styrktur av, at vit hava eitt val um næstformannin. Tað er ósunt, um flokkurin ikki av og á hevur eitt val um sessirnar í leiðsluni, sigur Annita á Fríðriksmørk. Stillar tú upp, tí tú ert ikki nøgd við verandi næstformann? – Nei, tað er ikki orsøkin. Karsten hevur gjørt eitt gott arbeiði, og hann er eitt gott umboð fyri flokkin. Eg stilli ikki upp fyri at fella hann, men meira tí at eg havi hug at verða við í arbeiðnum í starvsnevndini. Eg síggi hetta ikki sum eitt stríðsval, men um eitt val, har fólk í flokkinum fáa møguleikan at kjakast um viðurskifti í flokkinum og at velja næstformannin. Karsten umhugsar sína støðu Karsten Hansen heldur eisini, at tað er í lagi, at Annita stillar upp til næstformansvalið. – Suðurstreymoyar Tjóð­ veldisfelag heldur, at ein kvinna skal verða við í ovastu leiðsluni í flokkinum, og tað eri eg ikki so ósamdur í. Nú umhugsi eg støð­una hjá mær, og tað kann verða, at tað ikki verður eitt val yvirhøvur, sigur Karsten Hansen. Ætlar tú at trekkja teg áðrenn valið? – Nú er skipanin soleiðis, at sitandi næstformaður av sær sjálvum er í uppskoti, men møguliga er tað ikki neyðugt hesaferð. Hetta er alt nýtt, so eg havi ikki tikið nakra endaliga avgerð um, hvat eg ælti mær at gera, men tað geri eg í góðari tíð áðrenn flokstingið. Valdur í 2004 Flokstingið verður fríggja­dagin 31. mars og leygardagin 1. apríl. Tá skulu umboðini fyri tey sjey valfeløgini eftir øllum at døma gera av, um Karsten Hansen skal halda fram sum politiskur næstformaður, ella um tað fyri fyrstu ferð í søguni skal sita ein kvinna í politska næstformanssessinum í Tjóðveldisflokkinum. Karsten Hansen hevur ver­ ið politiskur næstformaður í eitt stórt ár. Hann varð valdur á eykaflokstinginum fyri jól í 2004. Tá varð hann valdur í stríðsvali við Tórbjørn Jacobsen, sum síðani í oktober hetta árið hevði verið í almennari orrustu við floksformannin Høgna Hoydal. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Søkt verður eftir hølum til Hjálpartólamiðstøðina Arbeiðsuppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: . Upplýsing, ráðgeving og leið- beining til borgarar, almennar myndugleikar og onnur. . Málsviðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól,bústaðarbroyt- ingar og avlamisbilar. . Útlán og endurnýtsla av hjálpartólum. Hølini skulu vera egnað til skrivstovur, goymslu, verkstað og onnur viðskiftahølir. Hølini skulu vera í miðstaðar- økinum og er ynskilig stødd 1000 – 1500 kvm, harav 350 – 500 kvm til skrivstovu. Áhugað kunnu venda sær til Palla Morten- sen, leiðara á tel. 358300 ella Petru J. Joensen, stjóra, á tel. 353510. HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Stovnurin er landsumfatandi. Annita bjóðar Karsteni av