týsdagur 21. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 21. mars 2006
Tólv fólk eru deyð
vegna eldibrand
seinastu fimm árini
í Føroyum. Seinast
vóru tað tríggir
smádrongir, sum
settu lívið til í Havn.
Spurningurin er um
samfelagið í Føroyum
ger nokk fyri at
fyribyrgja at hetta
hendir
Trygd
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Flestu fólk vita hvat ein
skal gerða fyri at verja seg
móti eldsbruna. Hóast tað so
hendur tað alt ov ofta at hús
brenna niður og onkur má
seta lív til.
Ymisk lond hava ymiskar
lógir á hesum umráðinum. Í
Norðurlondum er tað bara
Føroyar sum ikki hevur lóg
um roykalarmar. Danmark,
Svøríki, Finland, Norra og
Ísland hava lóg á hesum
økinum og Áland fær lóg um
hetta í septembur í ár.
Petur Lava Olsen, sum er
deildarstjóri á Brunaumsjón
Landsins, legði fyri einum
og einum hálvum árið síðani
fram fyri Fiskimálaráðið at
fáa lóg í lag um hetta, men
bleiv niðurstemmaður.
– Tað bleiv tosa fyri og
ímoti. Nógvir roykvarnarar
virka ikki tí battaríið er
útgingið. 30-35 prosent er
eitt tal, sum er at hoyra.
Verður tað so revsað um
til dømis gomul fólk hava
roykvarnara og ikki hava skil
at viðlíkahalda teir? sigur
Petur Lava Olsen.
Ein onnur grundgeving
ímóti hesum var eisini
hvussu
nærgangandi
brunatryggingarnar verða
viðvíkjandi
endurgaldi
um roykvarnarar ikki eru í
skaðaraktum húsum. Og
hvussu er um roykvarnari er,
og battaríið ikki virkaði?
Kann fáa ávirkan
Mortan Poulsen, íð starvast
hjá Tryggingarfelag Føroya,
sigur at ein slík lóg gott
kann fáa ávirkan uppá
endurgjaldið hjá einum
brunaraktum húsum.
– Sum nú er, tá ongin lóg
er í gildi á hesum øki, hevur
tað onga ávirkan um fólk
hava roykvarnarir ella ikki,
sigur Mortan Poulsen.
Orsakað av hendingunum
seinastu tíðina hevur Petur
Lava Olsen frá Brunaumsjón
Landsins aftur lagt uppskot
um roykvarnarir fram fyri
Fiskimálaráði, sum stendur
fyri allari tilbúgving í
Føroyum.
Bjørn Kalsø sum er
landstýrismaður í fiski-
vinnumálum játtar, at tey
arbeiða við hesum, og at
ein lógarbroyting á hesum
øki kann koma um ikki so
langa tíð.
– Brunaumsjónin hevur
aftur vent sær til okkum
við einum uppskoti um at
tað skal gerast krav at hava
roykalarmar í sethúsum.
Eisini verður tosa um at hava
krav uppá brandsløkkjarir,
sigur Bjørn Kalsø.
Àðrenn ein nýggj lóg
ella kunngerð kann setast
í gildið um hetta, er eisini
týdningarmikið at avgerða,
hvussu eftirlitið skal vera og,
hvussu revsitiltøkini skulu
síggja út.
Men hvussu ber tað til, at øll
onnur Norðurlond hava krav
uppá hetta uttan Føroyar?
– Ja har eru vit seinni enn
onnur. Men sum sagt arbeiða
vit við hesum, sigur Bjørn
Kalsø
Krav uppá stiga
Àland, sum er eitt samfelag,
íð líkist Føroyum á mangan
hátt, hevur leingi haft krav
um at stigar skulu vera tøkir
til sethús. Er hægri enn 3,5
metrar til vindeyga ella
bjargingarop, sum tað eisini
verður nevnt, skal stigi verða
tøkur.
Børje Aspbæck, sum er
byggieftirlitsmaður á Álandi,
sigur, at hetta hevur verið lóg
leingi. Tá tekningarnar av
einum nýggjum húsum koma
inn til hansara, hyggur hann
eftir um stigi er teknaður á.
Flestu hús hava metallstigar,
íð eru fastir í húsinum.
Regluliga verður kannað
um fólk fylgja hesari lóg.
Hetta er eisini nakað, sum
nú verður viðgjørt í samband
við at nýgg lóg kanska skal
setast í gildið í Føroyum.
Hóast at Àland ikki fær
lóg um roykvarnarir fyrrenn
í septembur í ár, so hevur
nógv verið gjørt fyri at øll
skulu hava hetta.
–
Tryggingarfeløgini
saman við Lions og Rotary
hava deilt einar 800-900
roykvarnarir út til eldri fólk
og onnur, sum ikki høvdu
hetta, sigur Jan Johansson,
brandchefur á Álandi.
Er hetta naka tit høvdu
kunna hugsa tykkum at
eisini gjørt?
– Ja, tað kann eg gott
hugsa mær. Tað liggur í
okkara áhuga at minka um
brunaskaðarnir – sjálvandi
bæði sæð úr tí menniskjaliga
og búskaparliga sjónar-
miðinum, sigur Mortan
Poulsen hjá Tryggingarfelag
Føroya.
Ymiskar orsøkir
Orsøkirnar til at eldsbruni
byrjar eru øguliga ymiskar.
Hagtøl úr Danmark vísa at
tað oftast er royking sum
liggur aftanfyri.
Tølini eru úr 2004 har
86 fólk lótu lív undan
eldibrandið í Danmark.
Heili 39 av hesum doyðu í
eldibrandi vegna royking.
12 av hesum eldibrandum
byrjaðu tí at fólk royktu í
songini.
Hin stóra orsøkin til at
eldur kyknar eru elektronisk
tól. Sjónvarp, hitateppi,
lampir, minidiskar, køliskáp
og vánaligur el-inleggingur
er orsøkin til 12 eldbrunar og
at 13 fólk lótu lív í Danmark
2004.Ofta verður hildið
at tað mest eru eldri fólk
sum doyggja í eldibrandi,
men tølini úr Danmark
vísa, at tað vóru flest fólk
í aldursbólkinum 30-49 ár,
sum doyðu.
Í Svøríki hava tey hagtøl
yvir hvussu nógv, sum
eru deyð í eldibrandi tá
roykalarmur var, og tá
hann ikki var. Tølini eru frá
2004.
n Ongin roykalarmur – 28
deyðsbrunar
n Roykalarmur var, men
einki battarí – 6 deyðs-
brunar
n Roykalarmur var og
fungeraði – 8 deyðsbrunar
n Automatiskur roykalarmur
var og fungeraði – 3 deyðs-
brunar
n Òkent um tað var
roykalarmur – 11 deyðs-
brunar
Eisini í Svøríki er royking
størsta orsøkin til eldibrand.
Nógv av teimum, sum settu
eld á við sigarettum vóru
eisini rúsevnisávirkaði, vísur
henda kanningin frá svenska
Ræddningsverket.
Sovikamar
Sovikamar
Sovikamar
Køkur
Soleiðis skullu roykvarnarirnir
verða festir í einari íbúð
ÍBÚÐ
Sovikamar
Sovikamar
Um tú býr í húsum skal tú hava
ein roykvarnara á hvørjari hædd
HÙS
Roykalarmur
n Ein skal hava minst ein roykvarnara á hvørjari hædd í
húsunum. Ein per hvønn 60 fermetur.
n Roykvarnarin skal verða festur í loftið og minst 50
centimetur frá vegginum.
n Minst til at kanna roykvarnarin regluliga – trýst
testknøppin inn so hoyrur tú um roykvarnarin fungerar
n Hald eitt nýsløkt stearinljós undir roykvarnarinum, tá
hoyrur tú um roykvarnarin reagerar uppá royk.
n Skift battarí og turka eftir roykalarminum minst eina
ferð um árið – til dømis fyrsta advent
n Hav altíð eyka battarí heima
n Tak ein ferðaroykalarm við, tá tú fer at ferðast
Um eldur er í
n Redda teg sjálvan og onnur í tíni nærheit
n Ávara tey sum eru í neyð
n Ring 112
n Sløkk um tað er gjørligt
n Stong eldin inni so at spreiðingin av eldi og royki ikki
gongur líka skjótt
n Vel tryggasta vegin út – roykur fer uppeftir tí má tú
undir roykin har sær og andar tú betri. Far ikki inn í rúm
sum eru fylt av royki
n Føl uppá hurðina – um tú kemur til stongdar dýr opna
hana ikki. Kanna fyrst um tað brennur á hini síðuni. Um
hurðin er heit er eldur í á hini síðuni.
n Far ímóti brandmonnunum og fortel hvar tað er eldur
í – hvussu nógv tað brennur og um tað eru nøkur fólk
ella dýr eftir í húsunum.
Kelda: Svenska Ræddningsverket
Føroyar einasta Norðurland
uttan lóg um roykávaring
FAKTA
Á Álandi er krav
at stigi skal verða
á húsunum.
Ongin lóg um roykávaring
er í løtuni í Føroyum. Men
arbeitt verður við hesum
og vónandi kann ein
lógarbroyting koma um
ikki alt ov langa tíð.