Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006  Ingeborg Vinther er als ikki samd við løgmanni í, at stættarstríðið er av Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nógv er vunnið ígjøgnum árini. Men vit eru ikki komin á mál. Ingeborg Vinther, for­ kvinna í Føroya Arbeið­ara­ felag, er als ikki samd við løgmann í, at stættarstríðið í Føroyum er av. Á landsfundi hjá javn­ aðarflokkinum í heyst helt Løgmaður, at tað er ikki uppbyggjandi at politiski myndugleikin leggur seg út í viðurskifti hjá fakfeløgunum, men tað er líka lítið uppbyggjandi, at fakfeløgini halda lív í einum fiktivum klassastríði, sum langt síðani er farið í søguna, tí at stríðið fyri grundleggjandi rættindum, er vunnið. Løgmaður heitti tí á arbeiðsmarknaðin, at part­ arnir settu seg niður í frið­artíð og tóku upp eitt menn­andi kjak um, hvussu vit frægast leggja okkum viðurskiftini til rættis. Á aðalfundi hjá Før­ oya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, helt Inge­borg Vinther, at hetta vísir bara, hvussu lítið innlit, løgmaður hevur í støðuna hjá tí vanliga verkafólkinum. Hon hugsaði í hesum sambandi um, alt tað, sum í dag er ein sjálvsagdur rættur hjá teimum alment løntu á sáttmálaøkinum, men har verkafólkið enn má stríðast á hvørji einastu samráðing fyri bert at fáa ein part av hesum somu rættindum. Ikki frí ein einasta dag Á aðalfundinum nevndi Ingeborg eitt dømi um, har verkafólkið var við sviðusoð. Og tað var ísambandi við rættin til at vera heima hjá sjúkum børnum við løn. – Her hava tey alment løntu 20 dagar um árið, men ein tímaløntur og onnur fastlønt á privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu ikki taka frí ein tann einasta dag fyri at vera heima hjá sjúkum børnum, uttan at tey verða trekt í løn. Hon vísti á, at aðrastaðni ger lóggávuvaldið lógir, ið tryggja rættin hjá løntak­ ar­um, so at teir allir, sum frægast, kunnu vera javntstillaðir í ar­beiðs­lív­ inum. Hon vísti á, at tá ið javnaðarflokkurin sat í andstøðu, legði flokkurin tvey lógaruppskot fram, ið skuldu tryggja løntakaran betur. Samgongan, sum tá sat, feldi bæði uppskotini. Men nú javnaðarflokkurin samgongu saknar Inge­borg Vinther, at flokkurin leggur somu uppskot fram aftur. Hon spurdi eisini, hví tað altíð skal vera munur á verkafólki og alment løntum. Hon spyr um verkafólk ikki eru líka nógv verd sum tey alment løntu. – Er tað ikki stættarstríð framvegis at stríðast fyri javnrætti, so veit eg ikki, hvat tað er, segði hon. Tí staðfesti hon eisini, at stríðið er ikki vunnið enn. – Har er nógv eftir at berjast fyri, serliga hjá verkafólki okkara. Nógv er vunnið gjøgnum árini, men ikki er komið á mál, segðí Ingeborg Vinther. Tá sáttmálin varð undi­ r­skrivaður og onga lønar­ hækking gav, vóru tað polit­ikarar í samgonguni, ið søgdu við okkum, at eitt var heilt vist: Eingin almennur sáttmáli við lønarhækking, sum fór upp um tað, ið arbeiðarafeløgini høvdu skrivað undir, skuldi gerast. Men vit mugu staðfesta, at tá ið av tornar, er munurin millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin dragn­ aður enn meira, serliga fyri tímalønt. Vit hava ofta nevnt, hvussu alt fer upp á gos, tá ið verkafólk krevja sína lønarhækking, ja, tá fer sam­felagið beint á heysin – og sjálvandi eisini hvørt einasta virki í landinum. Hetta er hvørja ferð, tá ið tey lægst løntu krevja at fáa ein bita av køkuni. Soleiðis hevur altíð verið. Spennandi verður tí at vita, tá ið Visjón 2015 gerst veruleiki, hvar ið verka­fólk­ið og leiklutur teirra man vera? Tað seta vit í arbeiðarafeløgunum spurn­ artekin við. Visjón 2015 Eg kann ikki lata vera við at nevna hetta. Sum tykkum kunnigt er ein hópur av fólki sett í ymsar bólkar at viðgera ymisk evni í sambandi við, at Føroyar skulu gerast heimsins besta land at liva í í 2015. Men hvussu verður, vita vit ikki. Í hesum sambandi er alt topp­stýrt. Botnurin er als ikki tikin við. Fakfelagsfólk, ið umboða vanliga løntakaran, eru ikki við í teimum nevndum, ið settar eru, so hvussu tað skal setast út í kortið um framtíðar Føroyar, tá ið fakfeløgini ikki eru við, er ein góður spurningur. Lat meg tó ikki gloyma, at av illum bar til at vera við í visjónstorginum. 12. juli í 2005 sendu øll arbeiðarafeløgini lands­ stýrinum bræv, har biðið varð um fund at tosa um ymisk viðurskifti. Vit nevndu brúkarapolitikk, fiskin, ið fór óvirkaður av landinum, arbeiðsplássini, ið fækkast hjá teimum tímaløntu, og annað. Vit vildu hava at vita, hvat samgongan hugsaði sær at gera fyri tey, ið mistu arbeiðið, hvørja ætlan, teir høvdu um útbúgving o.s.fr. Vit hava ikki so frægt sum fingið svar frá landsstýrinum. So lítið virða teir umboðini fyri verkafólkið. Tað kann vera, at teir halda, at verkafólkið verður so fáment, at tey eru ikki verd at brúka tíð uppá, og mongdin av atkvøðunum kemur aðrastaðni frá, men eg hugsi, at javnaðarflokkurin man fara at merkja tað á atkvøðunum til eitt komandi val, um verkafólkið vendir teimum bakið, á sama hátt, sum tað vísir seg, teir nú gera við verkafólkið. Arbeiðsgevarar, sum krevja at fáa útlendska arbeiðs­ megi til landið, skulu summa seg, heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir arbeiðsgevarar, sum nú krevja at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, skulu bara sláa kalt vatn í blóðið og summa seg. Tað staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Forkvinnan í Føroya Ar­beiðarafelag sipar til, at hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, hvussu arbeiðsgevarar hava roynt at ávirka landsins myndugleikar til at broyta mannagongd, so at tað í størri mun skal bera til at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, tí teir siga, at teir fáa ikki nóg mikið av føroyskari arbeiðsmegi at arbeiða í fiskivinnuni. – Men teir gloyma skjótt, at fyri stuttari tíð síðani var lítið og einki arbeiði á nógvum flakavirkjum í landinum, og arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum hevði einki annað enn fiska­ virkisskipanina at liva av. – Tí skulu teir bara sláa kalt vatn í blóðið og summa seg eitt sindur, legði hon afturat. Ingeborg Vinther hevur nevniliga illgruna um, at tað, sum ein stórur partur av arbeiðsgevarunum vil, er at fáa eina bíliga arbeiðsmegi inn í landið. – Tað er líkt til, at nú, ið altjóða dómstólur hevur staðfest, at úrvalsavtalur ikki skulu vera galdandi meira, halda arbeiðsgevarar, at nú er lagamanni er at fáa útlendingar inn at arbeiða fyri undirløn. – Tað má ikki henda, staðfestir hon. Hon ivast ikki í, at lands­stýrismaðurin í inn­ lendismálum er undir trýsti bæði frá politikarum og vinnulívi til at geva loyvi til útlendska arbeiðsmegi. Men hon vísti eisini á, at bæði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag og hon hava verið á fundi við landsstýrismannin, og har skilti hann skilti hann væl sjónarmiðið hjá arbeiðarafeløgunum. Harmast um rokið Annars staðfesti Ingeborg Vinther, at føroyingar skulu sjálvandi hava fyrsta rætt til tað arbeiði, sum er í Føroyum. Hon harmaðist um, at verður nakað nevnt um útlendska arbeiðsmegi, verður tað misskilt. Hon vísir á, at fyri einum ári síðani fekk Føroya Arbeiðarafelag fleiri klagur um at arbeiðið á flakavirkjunum varð minkað og at at útlendingar, ið vóru komnir til landið, vórðu ofta bidnir til arebiðis, fram um føroyingar. – Hetta var eitt mál, sum Føroya Arbeiðarafelag sjálvandi tók upp og tí vendu vit okkum til innlendismálaráðið við eini áheitan um at vera varin við at geva útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá ið tað gekk út yvir tað føroysku arbeiðsmegi, sum er Hon sigur, at støðan er tann, at øll kunnu koma inn átaka sær arbeiði, sum vanlig arbeiðsfólk, men vanlig arbeiðsfólk við ongari útbúgving, kunnu ikki fara inn á økið hjá øðrum at finna arbeiði. Hon harmast eisini um, at stóðst so mikið rok av hesum – Vit vórðu kallað rasistar, tí vit vildu verja økið og gera vart við, at tey, ið búleikast her á landi, mugu sjálvsagt hava fyrsta rætt til arbeiði. Ingeborg Vinther heldur eisini, at nógvir politikarar fóru heilt av kós í útlendingamálinum. – Teir gloymdu, at tá ið útlendingar hava fingið uppihalds- og arbeiðsloyvi í eitt ár, so er tað í eitt ár. Samfelagið er ikki bundið av teimum longur enn hetta eina árið. Ingeborg Vinther leggur afturat, at sjálvandi skulu útlendingar, ið koma higar at búgva fast, hava góð og trygg kor, eins og vit sjálvi hava tað og teir skulu hava somu fakfelagsrættindi, sum føroyingar hava. – Vit mugu hava ein skilagóðan útlendingapolitikk, men vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki gera somu mistøk á útlendingaøkinum, sum nøkur av grannalondum okkara hava gjørt. – Vit skulu hugsa um, hvat tað er fyri samfelag, vit vilja liva í og at geva eftirkomarum okkara eftir okkum, sigur Ingeborg Vinther. Skulu sláa kalt vatn í blóðið Løgmaður lítið innlit í støðuna hjá vanligum arbeiðsfólki Ingeborg Vinther, forkvinna og Georg F. Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, stinga høvdini saman á aðalfundi í felagnum um vikuskiftið. Vit mugu hava ein skilagóðan útlendingapolitikk, halda tey, men tað má ikki henda, at arbeiðsgevarar sleppa at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða fyri undirløn