týsdagur 21. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 57 - 21. mars 2006
Svøríki er eitt av heimsins bestu londum at
liva í og eingin ivi man vera um, at svensku
sosialdemorkatarnir hava heiðurin av hesum,
Tað var Erlander, sáli, sum fann uppá heiti
”fólkaheim” um svenska vælferðarsamfelagið.
Erlander var forsætirmálaráðharri í eitt
mannaminni. Hugtakið “fólkaheim” var
nógv gjørt til gjøldur ikki minst í Føroyum, tá
ið føroyski Javnaðarflokkurin tók tað til sín,
og nú hoyrist hetta orð at kalla ikki longur.
Men hugsjónin, at Norðurlond skulu gerast
heimins bestu lond at liva í, er framvegis eins
aktuell sum fyri hálvari øld síðan.
Tað eru nú 10 ár síðani, at Gøran Persson
tók sum forsætisráðharri. Hann hevur ging
ið sínar egnu leiðir í so mongum. Tá ið heitt
varð á hann á sinni um at gerast forsætis
ráðharri bar hann seg undan. Hansara áhugi
var búskapur, menning og vælferð og vildi
hann heldur arbeiða meira fakliga enn polit
iskt. Men hann tók við og vísti seg at hava
framúr góðar politiskar gávur. Hann helt,
mótsett, sínum donsku og norsku starvs
brøðrum, rimmar, ja, næstan fanatiskt fast
um vælferðarsamfelagið. Hann helt fast,
tá ið aðrir við Blair á odda fóru at glíða í
spurninginum um vælferðarsamfelagið.
Gøran var og er sannførdur um, at hetta er
ikki bara tað besta fyri Svøríki, men eisini
tann besti háttur a varðveita valdið.
Nú hevur Gøran sitið í forsætisráðharrasess
inum í tíggju ár, og tað eru tey uttan sum
innanflokks, ið halda, at tíð er til at skifta
formann og forsætisráðharra. Men Gøran
Persson er ósamdur. Hann hevur ongar ætlanir
um at fara frá, og er hetta uttan iva gott fyri
flokk og land. Hann fær harða mótstøðu til
valið komandi. Fyri fyrstu ferð stendur hann
frammanfyri einari samlaðari andstøðu. Fyri
fyrstu ferð fer andstøðan til valstríð sum ein
bólkur. Tað er ein nýggj støða, sum svenski
javnaðarflokkurin ikki er vanur við, og tí er
valið komandi eitt sera spennandi val. Gøran
vitjaði í Føroyum herfyri og verður tann vitj
anin vónandi við til at menna samstarvið
millum bæði londini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tíggju ár við Gøran
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Og teir kenni eingi mørk.
Tá ALS kom í gildið í
1992, var tað 25 ár síðani at
nakað uppskot um arbeiðs
loysistrygging seinast var á
tingi. Tað kom tá ígjøgnum
við eymk og fret, fyri at siga
tað sum tað var, og tað var í
tøkum tíma.
Verkafólk og arbeiðsgev
arar, hava goldið inn í hesa
skipan øll hesi árini.
Tey hava bygt upp frá botn
inum av, eina skipan sum er
vorðin betur við tíðini, tó
at eitt og annað helst kundi
verið betur, gongur fram á.
MEN nú kenna landsins
myndugleikar enn einaferð
trongd á sær, at fáa fatur á
teimum stakkals krónunum,
ið eru at finna í hasum grunn
inum. Tað eru ikki so nógv
ár síðani seinast, (uml. 4 ár)
síðani teir royndu, at seta
klørnar í ALS skipanina, tá
eydnaðist tað so ikki.
Endar ALS inni á fíggjar
ætlanini hjá landinum, eigur
skipanin onga framtíð, og fer
hon tá fyri skeyti, skjótari
enn vit klára at blunka.
Eg vil hervið vegna míni
egnu, og uttan iva eisini
nógv onnur børn í Føroyum,
mótmæla, at Sjónvarpið tek
ur barnasendingina sunnu
morgun av skránni ella
útsetur hana til frama fyri
koyring við rasarabilum
ella onkra aðra líknandi
sending.
Ein tann fornemmasta
uppgávan hjá føroyskum
sjónvarpi má vera at senda
tilfar til føroysk børn, tí tað
ger ongin onnur sjónvarps
støð í heiminum. Tey sum
hava áhuga í Formel 1 koyr
ing o.l hava næstan óavmark
aðar møguleikar at skaffa
sær hetta tilfarið.
Tá sjónvarpið nú hevur
vant føroysk børn við, at
tey eiga løtuna kl 8 sunnu
morgun, so má tað vera so,
at rættuliga nógv skal til
áðrenn tað verður broytt.
Málfløkja
Hvat er ein føsil? Móður
málsorðabókin
sigur:
FØSIL er ein fløkja, okkurt
samanfløkt (lína, snøri, tógv,
hár o.s.fr.).
Vit eru tíbetur næstan
sloppin av við føsilsdag
ella følsdag. Føðingardagur
man vera tað vanliga nú, so
á summum økjum gongur
framá!
Orðið føðing verður
kanska ikki brúkt so ofta.
Vanligt er enn at hoyra
bæði mammur, starvsfólk
og onnur tosa um føslar, tá
talan er um at eiga (barn).
Spell!
Ein føðing er ein sera stór,
vøkur, lívsjáttandi og hug
takandi hending, eisini hjá
áskoðaranum! Latið okkum
øll nú royna at siga føðing
og ikki føsil (fløkja)!
Góða føðing, allar barna
konur!
Við vón um nógvar føsils
leysar føðingar!
Við føðingarkvøðu
Nú klóra teir eftir ØLLUM!!!
Randi Í
Jógvanstovu
Eyðun
á Borg
Mótmæli
Vónandi eingin føsil á føðideildini!?!
pápi Sáru, 7 ár og
Anniku, 3 ár
Gunnar
Skúvadal