Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 9 Heini, Jógvan Elias, Randi, Jógvan Páll, Fríðgerð, Poul Andrias, Bjarni, Filip og mong onnur hava skrivað um hetta nú ólukkuliga Leirviks ”syndromið” ella ta ”genialu loysnina”. Hin ”geniala loysnin” er og verður hin besta fyri allan framburð í Leirvík. Grundstykkir verða tøk. Trygdin fyri ungu familjurnar við børnum verður hin besta. Trivnaðurin verður i hásæti, og vit, sum eru komin upp i árini kunnu við gleði lata okkara komandi ættarliði teir allarbestu búleikar- og trivnaðar møguleikar. Feigdarleikurin Hvussu er nú allur hesin feigdarleikur byrjaður? Havi mangan hugsað um teir mongu leikir, sum liggja aftan fyri tær ymisku framløgur og frásagnir. Tað løgna við teimum er, at tær kunnu ikki í fyrstu syftu próv­­­førast. Illgrunin Sum málið viðvíkjandi vegaføringini hevur tikið seg upp, liggur nær at hugsa, at nógvir leikir eru spældir aftan fyri tjaldið, og at ætlaði ruðuleikin júst hevur verið endamálið fyri at náa ávísum málið. Løgtings lóg nr. 49 frá 10.04. 2003 Sigur greitt, at tunnil til vega­ føring er samtykt við lóg fyri tær uml. 75 mió. Harra Bjarni Djurholm: Hvar byrjar leikurin aftan­ vert leiktjaldið. Jú, ”eingin vil kennast við lógarbundnu samtykt” altso tunnilin om­­anvert bygdina, sigur lands­stýrismaðurin – nú er dysturin byrjaður. Hvar koma so omanfyri nevndu neiligu orðini inn. Harra landsstýris maður HVÍ vilt tú ikki siga hví táverandi bygdarráð og nú­­verandi, við nevndu for­ treytum ikki vildi kennast við lógarfestu tunnilsgerð omanfyri bygdina. Jú, tí longu tá var leikurin spæld­ ur kanska fleiri? Leirvíkar Bygdarráð Á fundi, hin 3. juni 2003 millum Landsverk og Leir­­ víkar Bygdarráð, og tað er júst her, at gitingin, ill­grunin kemur fram. ”Kommunan má tí ásanna at grundarlagið fyri støðu­takanini er broytt” ”Bygdarráðið kann als ikki góðtaka eina sovorðna loysn” Harra Bjarni Djur­ holm, HVÍ? Harra Bjarni Djurholm Hvussu ber tað til, at tú sum landsstýrismaður per­ sónliga ert so heitur fyri eini vegaloysn, tá tunnilin omanvert bygdina er lógar­ bunðin. Ert tú ikki bundin, at fylgja landsins lógum og tí, sum løgtingið hevur samtykt og eisini tí peningaupphædd, sum tað inniber? Hví vilt tú fyri ein hvønn prís hava ein veg? Hvørjir leikir eru farnir fram aftan fyri tjaldið? Harra Landsstýrismaður Kann tað hugsast, at tú aftan­ vert leiktjaldið langt síðani hevur framt leikir fyri júst ikki at eftirlíka leirvikingum og einum samdum Bygdarráð viðvíkjandi einum tunnili? Harra Landstýrismaður Er tað ikki júst tað, sum allatíðina hevur verið ætl­ anin. At draga málið út og fáa ”fíggingina”, og kann­ingarnar sum almennan rumbul og fjølmiðla rumb­ul? Fíggjarkanningar Hvussu var tá Norðoya­tunn­ ilin varð samtyktur. Vórðu fíggjarviðurskiftini og neyv­ ar kanningar gjørdar til eina 400-500 mió verkætlan. Nei, heldur einki alment rumbul og miðla rumbul. Hví henda útgreinaða kann­ingin um vegaføringina í Leirvík (tað er heilt upp á sítt pláss við neyvum kann­ ingum) men motivið ella taktikkurin kann vera nakað heilt annað, ikki so? Nýggi Smyril Av øllum hjarta mínum ynskti eg suðuroyingum nýggja stásiliga farið. Varð ikki játta nýggja Smyrli 65 mió eftir bert einari viku: Hví varð ikki tá ein kanning sett í verk? Hví varð ikki biðið um eyka­ fígging til kanningar? Tá var einki alment rumbul, eingir miðlar á gosi. Hví so nógv annarleiðis tá tað geldur Leirvik? Harra Bjarni Djurholm Ikki er tankin fjarur, at gita. Hví Landsverk og lands­­stýrismaðurin ikki ná­­greiniliga hava lagt fram tilmæli samsvarandi lógarbundnu samtykt, og ongantíð hava nevnt orsøkina hví Leirvíkar bygdarráð ikki kundu góðtaka fortreytirnar. Tað liggur heilt nær at gita og illgita! Størsta vónbrotið Óivað er tað ikki bert Lands­ stýrismaðurin einsamallur, sum telvar aftan fyri tjald­ ið. Tað, sum ikki er hent í føroyskari politiskari søgu fyrr, er, at egni tingmaður bygdarinnar hevur við hond og fót arbeitt ímóti áhugamáli bygdarfólksins. ”Ein luk­sustrupulleiki” Veit ikki um háttvirdi tingmaður hevur haft hvíta ella svarta fólkið. Harra Bjarni Djurholm Sigur um uppskot sítt til lógar­ broytingar í rús­drekkalógini, at ”loftmiðlarnir hava full­ komiliga misskilt tað....” Sigur eisini: ”Hetta (lógar­ uppskotið) fram­gongur tíanverri ikki nóg greitt í lógaruppskotinum..........” Kunnu vit leirvíkingar hava álit á landsstýrismanninum. Man ikki mangt vera bæði misskilt og ógreitt hjá landsstýrismanninum við­ víkjandi vegaføringini i Leir­vík? Hin geniala loysnin Lokrennan, sum bygdarráðið hevur samtykt, er og verður tann besta. Hon er loysnin nógv áratíggjur framyvir. Háttvirdu Eysturoyar tingmenn. Tøkk eiga tit fyri stuð­ul tykkara á borgara­fund­ inum í Leirvík. Vónandi svíkja tit ikki hin 4. apríl, men lata orð og praksis ganga hond í hond. Leikirnir aftanfyri tjaldið Jógvan Páll Sevdal VIÐMERKINGAR