Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 57 - 21. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tann danski háskúlamaðurin Poul Erik Søe segði á einum sinni, at hann sjáldan hevði sæð fólk gera so nógv ymisk arbeiði sum í Føroyum. Hetta var serliga galdandi fyri fólk úti um oyggjarnar. Jú, satt er tað. Tá ið tú hevur livað eitt heilt lív úti á bygd, so er ymiskt, sum tær hevur verið fyri. Sjálvt lærararnir hava verið til dystin fús í sam­felagnum og brotið upp um armar og verið við í tí vanliga arbeiðinum bæði til lands og til vatns. Kemur tú til bøndurnar, so lá ikki teirra partur eftir. Ikki var teimum løgd orð í munnin, at bert tað, sum grøðin gav á landi, var teimum unt, men eisini tað, sum havið gav, skuldu teir eisini røkka. Útsøgnin hjá Poul Erik Søe kann setast á spjladrið hjá Fritleiv. Fritleiv hevur havt eitt fjølltáttað lív bæði á sjógvi og á landi, sum her skal verða nomið við. Fritleiv er sonur Olgu og Hans Joensen í Fuglafirði. Olga var ættað frá Gjógv, dóttir Apoloniu og Fríðrik Klein, og Hans bóndi var ættaður úr Fuglafirði – sonur Hans Cederius og Hansinu Joensen. Fritleiv er fróðarmaður og dugir væl at siga frá. Hann svimur hvønn leygarmorgun við pensjónistunum, og sita menn á lærarastovuni og siga sína søgu um leyst og fast. Fritleiv smæðist ikki burtur í hesum hópi, og onkuntíð nemur hann við hagapartin Norður í Haga - Norðurí í Halgadali, har hann hevur havt sína føstu gongd í nógv Harrans ár. Fjallgonga Heystardagurin hevur sett síni spor, tá ið menn árla á morgni fóru á fjall. Her er tað Halgadalur, sum er ein partur av festinum, ið nomið verður við. Flestu fóru norður við báti, og ein­ir fimm fjallmenn tóku seg upp á Húsafellið og út á Róvina. Fritleiv minnist teir fjallmenninar, sum hann plagdi at boða til sum smá­ drongur. Hetta vóru uml. 8 mans í tali - Poul Reines, Hellu Jóhan, hjá Hannu Mohr – Einar ella Henry Mohr, hjá Funnings Fíu – Kristian ella Martin, hjá Thomas í Toftum - Agga, hjá Joen Paula - Jógvan Andreas ella Jakku, Hans í Køk, Poul hjá Stinu, Símun Heindrik ella Joen Pauli og Jákup hjá Jensi. Í skurð varð seyðurin bundin niður og sat Jákup hjá Jensi og helt eyguni eft­ ir niðurbundna seyðinum, með­an seinna gongan varð gingin. Løgið tykist tað, at rikið varð tvær ferðir í hesum hagaparti, men hetta varð gjørt so nógvastaðni, men tá ið Fritleiv tók við, varð farið yvir til ein rakstur, og er tað enn tann dag soleiðis. Seyðurin varð førdur heim í bygdina og skipaður upp á Pidda brúgv, sum mong minnast enn tann dag í dag, men í dag verður seyðurin rikin heim í Klemmurættina dygst við Ennið. Vit brúka orðið um hagapartarnar norð­an fyri Ennið – Heimari partur og Norðari partur, sum vóru 10 merkur tilsamans. Nú eru hesir hagapartar hvør sín hagi, og Heimari partur ber eisini heitið Klemman. Mørkin í Gjógvará er løgd afturat Toftagarði, sostatt er festið í dag seks merkur. Velting Fritleif hevur verið sera ar­beiðs­samur og ágrýtin sum bóndi. Hann fór undir at velta saman við soninum Jógvani, sála, og bróðrinum, Bergtóra, uppi á Bjarnafløtum fyrst í seksti árunum 1,8 hektarar, og 1973 varð farið Út á Dal – Innan Eið at velta. Gjørt varð gerðabýtið við Per Gregersen, George í Páls­stovu og Gunnleiv Joen­ sen allir úr Norðagøtu, at veltast skuldu 20 hektarar, har hann sjálvur fekk teir 10 hektararnar, meðan gøtu­ menn fingu hina helvtina. Fjósið flutti hann út 18. des. 1974. Bergtórur hevur verið víða um á landi og velt, so hetta hevur verið teirra “bóndaliga handverk” at velta upp úr nýggjum við nýmótans amboðum. Partur av Innandals er í dag ein grønur flóttur, sum Fritleiv og sonurin hava dyrk­að. Hesin fløttur er 6 hektarar. Jógvan var úti fyri tí vanlukku at detta oman í Norðaru gjógv 20. mars 2002 og doyði. Mortan, yngri sonurin, hevur tikið við festinum og hevur hann tikið upp somu gongd. Undir Kambsenni er nú ein líka so føgur grøn fløta(3 hektarar) eins og Innan Eið og Vesturi í Innandals. Hesar føgru fløt­ ur eru ein frøi fyri eygað at sjá í skiftandi endurskini í tí leiftrandi ljósi, sum er millum fjalla, og ein varði í okkara bóndasøgu, sum Frit­leiv, bróðurin og synirnir hava sett eftir seg. Jarðarráðið Fritleif hevur sitið í Jarð­ar­ ráðnum. Hann kom inn sum eykalimur fyri Dánj­al Paula í Búðini. 1975 fór Danjal Pauli í Landsstýrið, sostatt kom Fritleif í hetta ráð. Frit­ leif sat sum formaður í 10 ár í Jarðarráðnum - valdur formaður av Landsstýrinum í Jarðarráðið 1981, og røkti hann hetta starv til 1991 1977 birtu Fritleiv, Hans í Køkinum og Gunnleivur Joensen upp undir at fara undir Mjólkarvirkið Bún­ að­­armanna, og høvdu hes­ir menn ein mjólkabil, sum førdi mjólkina úr Norð­ oyggjum, Eysturoynni og tað, sum varð tikið upp fram við vegnum suður til Havnar, til mjólkarvirkið. Seinni tók mjólkarvirkið yvir henda bil. 1978 varð íslendingurin Eirikur Torvaldsson settur stjóri og hevur hetta virkið verið í góðum hondum. Vit kunnu nevna, at virkið tók ímóti 1,7 mió litrar 1977 og 6 mió. litrar 1987, so her hevur verið gróður. 1. apr­íl 1980 var mjólkarvirkið stovn­að, sum vit kenna tað í dag. Sjólívið Fritleiv hevur verið á sjónum nøkur ár. Hann fór eftir krígg­ ið – 1945 við ein túr við Árna­nesi. Johan hjá Jákup Cederiusi, pápabeiggin, var skipari. 1946 fór Johan at føra Norðberg, og fór Frit­ leif við. Roynt varð flestu túr­arnar undir Íslandi við snurriváð frá mars mánaði til oktobur og novembur mánað. Fiskað varð bara í dagsljósi og royndu teir frá Eystara Horni í Faxabuktina. Onkran túrin fóru teir í Norðsjógvin at royna, t. d. í 1947, men fingu teir mesta fiskin undir Íslandi. Eftir at Fritleiv hevði siglt við Norðberg nøkur ár, fór hann 1952 eystueftir við Krosssteini, Adolf Olsen var skipari, og sama summarið fór hann við Hjørdis undir Grønland at royna. Richard Jacobsen var skipari, og út á heystið fór Hjørdis undir Ísland at royna, og Theodor Johannesen var skipari. 1953 var hann ein túr við Hjørdis við Sofus í Rytuvík sum skipara. Tá ið hann kom heimaftur, fór hann við einum norskum báti, Erik Løken. Vit skulu nevna at Grias Ellingsgaard var við hesum báti. Við honum var hann til og við 1954. Januar mánað 1955 fór Fritleif til Íslands át sigla við Gyllir, sum var av Flateyri. Tað vóru fleiri fuglfirðingar, sum sigldu við hesum báti, og eru frálíkar søgur frá hesum døgum um trúfesti millum fuglfirðingar og mann­ingina um borð á hes­um fari og fólkið á landi. Steinar (Torstein) æt bátsmaðurin um borð á trol­ aranum, og kona hansara varð rópt Steinakonan. Hon plagdi at vaska klæðini hjá føroyingunum, og var hon eins og móðir og kona før­oysku sjómenninar. Myndir hingu á vegginum av familjunum í Fuglafirði heima hjá Steinari og Steina­ konuni. Hetta var sera skalda­ kent, at Steinakonan sum ein madonna ella eins ein hav­ gud­inna var um føroysku sjó­menninar, meðan teir vóru í vinnu á Flateyri. Fað­ ir, Theodor Johannesen, sigldi fleiri ár við Gylliri og fór av trolaranum 1959 um borð á Ólavi Halga, tá ið hann kom til Fuglafjarðar. Til jóla 1958 kom ein pakki av Flateyri til okkara . Hetta var ein jólagáva frá Steinari til faðir, og var hetta ein litað mynd av Flateyri. Hon er enn til skjals og ber boð um trúfesti, kærleika og innlit í føroysku og íslendsku sjó­mannasálina. Hetta var ein innilig vitska, sum enn livir millum eldri sjómenn í Fuglafirði. Fritleiv var sama árið við enskum trolara Kingstone “Turk­hoys”, har Tummas hjá Óla á Bakkanum bað fólk (formaður). Sámal í Lamb­­anum var ein annar “for­­maður” í bygdini. Tann báturin æt Kingstone Emeral. King­stone “Turkoys” var ein spildur nýggjur trolari. Fritleif var einar tveir túrar undir Grøn­ landi við hesum báti. Fritleif og Lena, konan, vóru 1988 ein túr og vitjaðu aftur á Flateyri. Tey vóru inni hjá Steina konuni. Hon var bæði blíð og týð og fór beinanvegin í frystiboksina eftir tertu – lag­­køku. Tá var gaman, og var hetta ein tignarlig løta, sum Fritleif tíðum rennur aft­ ur á. Eg kann nevna í hes­um sam­­­bandi, at Petur Bjarna­ stein og konan, Magda, vóru eisinini aftur og vitjaðu. Vit kunnu nevna nakrar av monn­ unum, sum sigldu við hesum trolara. Fritleiv Joensen, Willy Feilberg, Jógvan Ólason, Óli Nolsøe Olsen, Harry Hansen, Hans J. Hansen, Havstreym Pet­ersen, Kaj Johannesen, Ja­f­ et Olsen, Petur Bjarnastein, Fer­di­nand Egholm, Theodor Jo­hannesen o. fl. Guðmundur Juni var annar trolarin, sum sigldi út av Flateyri. Sól­firð­ing­ ar sigldu við hesum trol­ara. 1959 doyði Steinar – Tor­ stein – av krabba, og tá fóru teir inn at fylgja hon­um til gravar. Fritleif róði eisini út í Oyggjunum, og kann nevnast, at einir 70-80 fugl­ firðingar vóru í oyggj­unum t. d. 1956 og 1957. Hann fiskaði við Akraborg, einum 120 tonsara frá Aukureyri. Við hesum báti vóru eisini Rudolf Eliasen, svágurin, og Holger Poulsen úr Klaksvík. Hetta var ein útiløgubátur, sum t. d. avreiddi í Reykjavík. Fritleif nevnir at 1958 vann hann 40.000 kr, sum var góð úrtøka tá. Fritleif var og vitjaði aftur her 1991, og rennur hann ofta aftur til hesar dagar. 1962 festi Fritleiv garðin, og hevur hann røkt henda garð fyrimyndarliga. Jógvan Joensen, sonurin, tók við garð­inum 1982, og tá ið hann doyði, festi Mortan, son­urin, garðin Frásøgumaður Tað er skaldskapur aftan fyri orðini, tá ið Fritleiv sigur frá. Íslendskt dugir hann raðið og er nakað mentanarligt yv­ir manninum, tá ið hann setir seg fót á skák við einum kaffidussi á lærarastovuni hvønn leygarmorgun. Hann er góður frásøgumaður og hevur tann gamla frásagn­ar­ mátan, at hann fer ikki fram um orðini, men tey eru ljós á leiðini, og tankarnir føðast, áðr­enn útsøgnin kemur. Bæði álvarsemi og skemt er í rákinum, og er hetta góð­ar talingaløtur, ið seta sín dám hesa stund hvønn leygarmorgun. Fritleiv hevur havt stór­an áhuga í sam­felgas­ viðurskiftum. Hann er tjóð­veldismaður, og hevur hann ikki so sjáldan nortið við henda partin av okkara samfelagsviðurskiftum, og tað er við skili, tá ið hann tekur til orðanna. Lena, konan, doyði 9. juni 2004 og var hon Fritleivi ein góður stuðul, og vóru tey so fyrimyndarliga góð. Nú tey sjeytifimm árini eru farin aftur við borðinum, ynski eg tær, skyldmanninum, hjartaliga til lukku við hes­um árum, og at vit fáa nógvar góðar svimjandi stund­ir í vátum vatni í skúl­ anum og eydnusælar tal­ ing­arløtur við einum kaffi­ dussi frá Arnfinni Olsen á lærarastovuni framyvir. Jú, Poul Erik Søe hevur rætt. Tú ert ein bygdarmaður við fjølbroyttum skaldskapi í tíni sál. Frits Johannesen Fritleiv Joensen, bóndi úr Fuglafirði sjeytifimm ár 22. mars