Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. – Fritleiv fór sum ungur til skips og var nógv ár virkin á sjónum. Hann var á hesum leiðum eisini nógv í Íslandi. Fiskaði við m.ø. “Gyllir”, har hann varð kendur sum ein vinsælur, raskur og dugna­­ligur maður. Fyri fáum árum síðan, tá ið eg møtti Fritleivi í Fugla­firði, spurdi hann, hvat tað vóru fyri menn, eg fylgdist við. Jú, hetta vóru íslendingar, var svarið. Á tað ediliga fólk, svaraði Fritleiv mær aftur. Grundin til hesa niðurstøðu mundi ivaleyst liggja hjá Fritleivi sjálvum, kom mær til hugs beinanvegin. Hann hevði í sínum verki í Íslandi bæði á landi og við skipi sýnt hegnisligan og dugnaligan atburð og hevði sýnt sínum fremmandu sam­ starvsfelagum virðing. Tí hevði Fritleiv vunnið sær virð­ing og vinalag í Íslandi, so gott, at hann kundi kalla teir eitt ediligt fólk. Fritleiv legðist uppi á landi miðskeiðis í 60´unum fyri at taka Toftagarðin. Her vísti hann skjótt serligt hegni við at ganga nýggjar leiðir. Hann uppfann og gjørdi m.a. eina fóðurmaskinu til seyðin, so ikki var neyðugt at fara norður í Halgadal meira enn 4. hvønn dag. Hann gjørdi sjálvur veg norður í Halgadal og sprongdi sær veg um Heimaru Gjógv, sum tá var hildið vera óða­ mannaverk. Men við áræði og hegni saman við røttum treiskni gjørdist hetta honum møguligt. Miðskeiðis í 70´unum bleiv allur Toftabøurin tikin til byggilendi í Fuglafirði. Hetta tók Fritleiv ikki tungt, men velti upp úr nýggjum Úti á Dal og bygdi sær ný­mótans fjós har. Síðani hevur hann verið við til at velt aðrastaðni og verið hjálpin hjá øðrum at leggja teimum lag á. Hann gjørdist so maskinkønur, at hann hevur verið við í entre­prenørarbeiði so sum at steinseta fyri bátahylinum í Fuglafirði og gjørt vegin Vestur í Dal – soleiðis at koyr­andi er niðan í Innandals Haga, har vanligur maður neyv­an hevði farið undir at gera veg. Fritleiv kom skjótt upp í felagsarbeiðið innan bónda­ yrkið. Hann bleiv nevndar­lim­ ur í Jarðarráðnum í 1975 og sat har fram til 1991. Størra partin sum for­maður. Hann var eisini nevnd­ar­ limur í Búnaðarfelagnum og var høvuðspersónurin í at stovna Mjólkarvirki Bún­ að­armanna, MBM, í 1977. Hetta var eitt satt frambrot í føroyskari búnaðarsøgu. Jú, einki er at taka seg aftur í, at Fritleiv hevur verið ein hegnigur, dugnaligur og raskur sjómaður og bóndi, sum hevur dugað at brotið upp úr nýggjum og tikið við avbjóðingum. Hann hev­­ur verið við til at víst á nýggjar leiðir og hevur havt eitt samstarvshugað lyndi, sum eisini hevur verið lætt. Tí hevur hann verið góður og fyrikomandi at umgangast, og hevur vunnið sær nógvar vinir. Ein framúr maður, sum hevur sett nógvar varð­ar eftir seg. – Ella tú kanst nýta hugtakið, hann nýtti um íslendingar, um hann sjálvan: ein ediligur maður! Her skal eisini sigast, at Fritleiv hevur fingið góða hjálp frá eini raskari konu, sum stóð honum við lið í øllum. Saman áttu tey fýra røsk og dugnalig børn, sum vóru skjót at rætta eina hond. Hesi seinnu árini hev­ur mótburður eisini rakt Fritleiv, sum hann tó hevur dug­að væl at borið við tolni. Nú Fritleiv fer um tey sjeyti­fimm, “grør” rund­ an­­um hann. Hann bleiv um dagarnar enn einaferð lang­abbi – Tillukku við tí, og hjartaliga tillukku við degnum! Dávur Winther Fritleiv Joensen, bóndi – sjútifimm 22. mars Dagurin í morgin 22. mars. Páll biskupur, deyður umleið ár 250. Talan er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í Fraklandi við sama navni. Er eitt av teimum fyrstu dømunum um ein biskup, sum ikki doyði blóðvitnisdeyðan. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara John S. Johansen doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Eileen, Jógvan, Katrin, Inga og Thyra Elsta hondbólts­fel­ag­ ið í landinum, Neist­ in, verður 75 ár í dag hin 21. mars 2006 Tíðindaskriv Tað var leygardagin hin 21. mars í 1931, at gentur og dreingir komu saman í einum húsum í Magnus Heinasonargøtu í Havn at stovna hondbóltsfelagið Neistan. Áhugin fyri hondbólti í Føroyum byrjaði helst í 1925, og í fyrstani vóru tað mest gentur, sum spældu hondbólt, meðan dreing­ ir­nir enn hildu seg til fót­ bóltin, men komu so við seinni. Skipaðar kappingar í hondbólti byrjaðu í 1943. Neistin er í dag størsta hond­bóltsfelagið við um 450 virknum limum, og 32 liðum í kappingini. Neistin er eisini tað felagið, ið hevur vunnið flest FM heiti tilsamans. Neistin 75 ár Neistahúsini í Gundadali, sum vóru tikið í brúk í 1964. Tíggju ár seinni vóru tey seld til ÍSF Hendan myndin er tikin aftan á venjing við fótbóltsvøllin í Havn í 1934. Á myndini eru: Ninna Thomsen, Sára Hansen, Rigmor D. Christiansen, Sólrun Holm, Gunnvør Dahl-Christiansen, Malan Patursson, Hanna Skaale og Petra Rein Góða Kristfríð Hjartaliga tillukku við degnum. Bestu heilsur mamma tín