Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 57 - 21. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Myndugleikarnir í Us­­ bek­istan hava givið ST- umboðsmanninum í flótta­ fólkamálum boð um at fara av landinum. Í boðunum stendur, at umboðsmaðurin skal fara úr Usbekistan innan ein mánað. Usbekiska stjórnin vil vera við, at ST verjir brotsmenn og yvirgangsmenn, tí felags­ skapurin hjálpir fólki, sum rýmdu úr Usbekistan til granna­landið Kirgisistan aft­an á eina miseydnaða kvettroynd í býnum Andijan í mai í fjør. ST-umboðsmaðurin sig­ur, at hann harmast av­gerðina hjá usbekisku stjórnini, men at hann fer at gera eftir boðunum. ST fer kortini ikki at sleppa flóttafólkunum upp á fjall, men fer at útvega teimum hjálp á annan hátt enn higartil, sigur umboðsmaðurin við AP-tíðindastovuna. Svøríki hevur fingið nýggj­ an uttanríkisráðharra. Í morg­un kunngjørdi Göran Perss on, forsætisráðharri, at Laila Freiwalds hevði gjørt av at leggja frá sær, og at Boss e Ringholm tekur við eftir hana. Hann var varaforsætisráðharri. Laila Freiwalds var fyri hvøss um atfinningum aft­ an á flóðalduvanlukkuna í Suðurasia, tí flestu svi­ar vildu vera við, at uttan­ ríkis­ráðið hevði handfarið vanlukkuna stak illa. Her­ fyri kom hon aftur í eldin orsakað av tekningunum av Muhammed profeti, so nú fleyt bikarið yvir. Sjálv sigur Laila Frei­ walds, at fjølmiðlarnir hava gjørt meiri burtur úr hennara persóni heldur enn teimum veruligu viður­ skiftunum. Norska oljufelagið Statoil vil fegið sleppa fram at olju­ríki­døminum í Algeria, men nú hevur tað almenna algeriska oljufelagið svar­að, at so vil tað sleppa á norska landgrunnin aftur­fyri. Algeriska oljufelagið hevur ongar royndir við at leita eftir olju á sjónum, tí higartil hevur felagið bara arbeitt í algerisku oyði­mørkini. Men stjórin í felagnum, Mohamed Mazi­ ane, sigur við Aftenposten, at tað er eingin trupulleiki. Tvørt­urímóti væntar hann sær nógv burtur úr sam­starv­ inum við Statoil, sum serliga er ætlað at umfata gass . Norska felagið hevur fleiri leitingarloyvi í Alg­ eria, og felagið er sinnað at lata algeriska felagið fáa lut í virksemi sínum á norska landgrunninum, men sambært Aftenposten ætlar algeriska felagið at fáa egin loyvi í norskum sjógvi. Amerikanski mynda­mað­ ur­in Spencer Tunick er kend­­ur fyri myndirnar, sum hann tekur av naknum fólki kring allan heimin. Sein­asta summar var hann í Newcastle í Onglandi, har umleið 1700 fólk lótui seg úr hvørjum klodda, so hann kundi taka myndir av teimum. Nú vísir tað seg, at tað var ikki bara Spencer Tun­ ick, sum tók myndir av teim­um naknu Newcastle- búgv­un­um. Sambært Reuter høvdu nakrir løgreglumenn valt at taka myndatólið við sær, og stutt eftir kundu fólk í Newcastle keypa nær­ myndir av naknum fólki á vertshúsum og aðrastaðni í býnum. Illgruni er um, at tað vóru løgreglumenninir, sum tóku myndirnar, og at teir eisini royndu at selja tær. Løgreglan í Northumbria váttaði í gjár, at tveir løg­reglumenn hava fingið boð um, at teir skulu ikki koma til arbeiðis fyribils, meðan málið verður kannað. Næstovastin hjá løgregluni, David Warcup, sigur við Reuter, at eru løgreglumenninir sekir, er málið sera álvarss amt, tí tílíkur atburður verður als ikki góðkendur, sigur hann. Seldu myndir av naknum fólki Arabarar eftir norskari olju Koyra ST av landinum Noyddist frá Tey flestu væntaðu, at ein ákæra um neyð­tøku fór at kosta fyrrverandi suðurafrikanska varaforsetanum tað politiska lívið, men ístaðin fyri hava fólk vent sær ímóti kvinnuni Neyðtøka Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var líkt til, at teir pol­ it­isku dagarnir hjá Jacob Zuma vóru taldir, tá ein 31 ára gomul kvinna skuldsetti hann fyri at hava neyðtikið seg. Men nú málið hevur verið í rættinum, hava hans­ ara viðhaldsfólk snarað tí ímóti kvinnmuni, og sjálv­ ur hevur fyrrverandi vara­ forsetin gjørt sítt til at sláa málið upp í glens, eins og verjar hansara hava tosað niðr­andi um kvinnuna. Zuma við­gongur, at hann hevði sam­legu við kvinnuni, men avsannar, at hann neyðtók hana. Tað vakti ans, tá Jacob Zuma dansaði saman við sín­ um viðhaldsfólkum uttan fyri rættarhølið, júst sum hann hevði verið til avhoyringar. Kvinnan mátti harafturímóti fáa verju frá løgregluni, með­ an viðhaldsfólkini hjá Jacob Zuma bóðu løgregluna „brenna horuna“. Sambært fjøl­miðlunum hevur kvinnan fingið fýra drápshóttanir. Hetta hevur fingið suð­ur­ afrikanskar kvinnu­felags­ skapir at gera vart við seg. – Atburðurin hjá Jacob Zuma vísir, at hatur til kvinn­ una er framvegis vanligt í okkara løgfrøðiligu skipan, skrivaði eitt av bløðunum um vikuskiftið, og sakførarin Lisel Gerntholz segði við eitt annað blað, at framferðin hjá fyrrverandi varaforsetanum fer at elva til fleiri neyðtøkur í Suðurafrika. – Sjálv hevði eg ikki tor­ að at boða frá neyðtøku aft­an á tað, sum er hent í hesum málinum, sigur Lisel Gernholz, sum starvast hjá einum felagss kapi, sum ar­beiðir við neyðtøkum og AIDS. Framman undan hevur Suðurafrika næstan heims­ met, tá tað snýr seg um neyð­tøkur. Sambært mynd­ ug­leikunum vórðu 55.114 neyðtøkur skrásettar í tíðar­ skeiðinum frá apríl í 2004 til mai í fjør. Melduródnin Larry, sum herjaði landnyrðingspartin av Avstralia, gjørdi stóran skaða. Nú er enn ein ódn á veg ímóti landi Illveður Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey, sum búgva í avstralska landspartinum Queensland, vilja vera við, at „Larry“ var tann riongasta melduródnin í meiri enn hundrað ár. Sethús, skúlar og aðrir bygningar vórðu javnaðir við jørðina, gomul trø vórðu rykt upp við rót, og í gjár sótu 50.000 fólk framvegis í streymloysi. – Býurin er sum bumbaður, segði borgarstjórin í býnum Cairns við fjølmiðlarnar, og sambært blaðnum The Australian hevur „Larry“ gjørt skaða fyri minst hálva aðru milliard krónur. Tað kann gerast verri enn, tí í gjár boðaðu avstralsku veðurmenninir frá, at ein onnur melduródn er á veg ímóti landi, og at hon helst eisini fer at raka Queensland. Ódnin, sum hevur fingið navn­ið „Wati“, var í gjár 800 fjórðingar eystan fyri avstralsku strondina og gekk vestureftir. Hon er ikki so ring sum „Larry“, men veðurmenninir siga, at hon fer at versna, so hvørt sum hon nærkast landi. Eitt øvugt neyðtøkumál Býurin er sum bumbaður Larry gjørdi skaða fyri minst hálva aðru milliard krónur