týsdagur 21. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Meiri sam
starv við
íslendingar
– Tað er bæði sunt
og gott fyri okkum
at kunna samstarva
meira við íslendingar
um orkuspurningar
sum heild heldur
stjórin í Jarðfeingi,
Sigurð í Jákupsstovu
Íslendingar
og vit
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Herfyri varð skipað fyri
heldur óvanligum skeið
virksemi í Jarðfeingi
í Hoyvík. Umboð fyri
íslendska orkumálaráðið
vitjaðu og kunnaðu um
íslendsku orkulóggávuna
og orkuvirksemi sum
heild, um somu tíð sum
umboð fyri føroyskar olju
myndugleikar kunnaðu
um oljutilgongdina í Før
oyum. Stjórin á Jarðfeingi,
Sigurð í Jákupsstovu
heldur fyri, at hetta var
eitt sera gott tiltak. – Tað
varð sera væleydnað. Tað
er sera gott og sunt fyri
okkum at kunna kjakast
við onnur, sum arbeiða
við somu spurningum sum
vit. At venda spurningum
við onnur. Tey læra nakað
men vit læra so sanniliga
eisini nakað við teimum
samrøðum vit hava við
tey. Sigurð í Jákupsstovu
sigur, at tey fingu nógv
áhugavert at vita um
íslendsku elveitingina,
eitt øki, sum íslendingar
hava drúgvar royndir við
og sum vit nú eru farin
at fáa okkum meiri vitan
um.
– Eg haldi vit kunnu
gott útbyggja okkara sam
starv við íslendingar nógv
meira enn vit hava gjørt.
Tess meira vit kunnu sam
skifta um hesi økini tess
meira kunnu vit læra av
hvørjum øðrum. Her er so
talan um orkupolitikk sum
heild, sum fevnir bæði um
elveiting, oljuleiting o.a.
Ísland er eitt væl størri
land enn vit, og teir eru tí
eisini komnir longur enn
vit á fleiri økjum. Teir
hava eisini reint fakliga
eitt sera sterkt umhvørvi,
sum vit kunnu fáa ágóðan
av. Vit tosa eisini nærum
sama mál og sambandið
millum Ísland og Føroyar
eru eisini vorðið sera
gott.
Sigurð í
Jákupsstovu,
stjóri á
Jarðfeingi
er fegin um
samstarv
við íslend
ingar á
orkuøkinum
Nr. 57 • týsdagur • 21. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroya Tele hevði
50 milliónir krónur
í avlopi í fjør. GSM-
tænasturnar eru
týðandi inntøkukelda
hjá samtakinum, men
skal framgongdin
halda fram næstu
árini, má Føroya Tele
út um landoddarnar
við sínum tænastum
Føroya Tele
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroya Tele samtakið hevði
eitt sera gott ár í fjør. Í gjár
var ársroknskapurin lagdur
fram alment, og hann vísir
eitt avlop á 50,1 milliónir
krónur fyri 2005. Hetta er
eitt avlop, sum er næstan
eina helvt størri enn árið
fyri.
– Eg eri sera væl nøgdur
við úrslitið. Vit høvdu eitt
sindur av niðurgongd í 2003
og 2004, men nú tykist vend
verða komin í, sigur Andras
Róin, stjóri fyri Føroya Tele
samtakið.
Stórur umsetningur er í
fastnetinum, men GSM-
tænasturnar kasta framvegis
nógvar pengar av sær til
Føroya Tele. Internetið
skapar framhaldandi størri
umsetning, men har eru ikki
teir somu pengarnir at vinna
sum við GSM-tænastunum.
– Vit hava lækkað starvs
fólkakostnaðin, samstundis
sum vit hava økt virksemið
hjá okkum, og tað eri eg væl
nøgdur við, sigur Andras
Róin.
Hægri inntøkur
Føroya Tele útskilti á sumri
2005 kervis- og kunda
tænasturnar í hvørt sítt
dóttirfelag. Hetta var gjørt
fyri at tryggja betri foku
sering og betri gjøgnum
skygni millum virkisøkini.
Føroya Tele samtakið er nú
dóttirfeløgini P/f Televarpið,
P/f FT Net og P/f FT Sam
skifti.
Samlaðu inntøkurnar hjá
samtakinum vóru 307,2 mió.
kr. í 2005, sum eru umleið
tríggjar milliónir krónur
meira enn í 2004. Størsti
vøksturin stavar frá internet
breiðbandi og Televarpinum.
Hóast størsta inntøkukeldan
enn sum áður er fastnetið,
so hevur ein lækking verið
í inntøkunum frá hesum
virkisøkinum umframt frá
uttanlandssamskifti.
Úrslitið gjørdist 50,1 mió.
kr., eftir at 9,6 mió. kr eru
settar av til skatt. Tað er 15,6
mió. kr. meira enn í 2004 og
svarar til eina framgongd
á 45%. Tað góða úrslitið
stavar í høvuðsheitum frá
lægri avskrivingum og lægri
lønarkostnaðum, samstundis
sum ein lítil vøkstur var í
samlaðu søluni.
Í 2005 vórðu íløgur gjørd
ar fyri 45,8 mió. kr. netto,
og tað er munandi minni enn
tey seinastu árini. Væntandi
fara íløgurnar at vaksa í
2006 og komandi árini.
Orsøkirnar til hetta eru mill
um annað breiðbands- og
fipurútbyggingar, og at ein
nýggjur uttanlandskaðal
møguliga verður lagdur.
Meira í útlandinum
Nú tá ið Føroya Tele hevur
so stórt avlop, kunnu vit so
vænta príslækkingar?
– Útlitini fyri 2006 eru
hampuliga góð, men kapp
ingin á telemarknaðinum í
Føroyum er sera hørð. Vit
kappast dagliga um kundar
og tænastur, og eg rokni við,
at tað fer at merkja støðugar
príslækkingar frameftir, sig
ur Andras Róin.
Hann heldur eisini, at skal
framgongdin hjá Føroya Tele
haldast næstu árini, so má
felagið út um landoddarnar
– tey kunnu ikki bara líta á
føroyska marknaðin.
– Tað er avgerandi fyri
okkum, at vit økja okkara
umsetning í útlandinum. Tað
er neyðugt, um Føroya Tele
skal vaksa um sítt virksemi,
sigur hann.
– Vit arbeiða miðvíst fram
ímóti, at vit kunnu fáa størri
virksemið uttanfyri Føroyar,
og her kemur vónandi ymiskt
at henda næstu árini.
Føroya Tele skorar kassan
– Útlitini fyri 2006 eru hampuliga góð, men kappingin á telemarknaðinum í Føroyum er sera hørð. Vit kappast dagliga um kundar og tænastur, og eg rokni við, at
tað fer at merkja støðugar príslækkingar frameftir, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele samtakið