Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast eitt hall upp á knappar 10 mió. kr. í fjør, so stevnir føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum móti eini spennandi framtíð við oljuframleiðslu í enskum øki longu í komandi ári umframt leiting á føroyska landgrunninum. Wilhelm Petersen, stjóri er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at fara á virðis­ bræva­marknaðin og staðfestir hann, at Atlantic Petroleum við sínum umleið 100 mió. kr. í egin­ peningi og einum virði á virðis­bræva­ marknaðinum uppá góða hálva mia. kr. telist millum størstu fyritøkur í Føroyum í dag. Aðalfundur Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroyska oljufelagið ”At­lantic Petroleum” hevði aðal­fund í Havn leygardagin. Har var roknskapurin góð­ kendur og nevndin afturvald. Í nevndini sita Kjartan Hoy­ dal, formaður, Poul Mohr, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Peter Even Djur­huus. Stjóri í felagnum er Wil­helm Petersen. Hett a er átt andi aðalfund­ urin hjá felagnum og tann fyrsti síðani fe­lag­ið varð skrásett á virðis­bræva­ markn­aðinum. Úrslitið hjá felagnum fyri 2005 varð eitt hall uppá 9.8 mill. kr, og kemur hett a ikki óvart á, tí felagið hevur gjørt stórar íløgur við tí fyri eygað at fáa inntøkur í næstu framtíð, eitt nú frá oljuframleiðslu í bretskum øki. Hallið var nakað hægri enn mett við endan á 3. árs­ fjórðingi 2005. Orsøkin er, at felagið hevur niðurskrivað íløgurnar í loyvum á enskum øki, uppá íalt 5,6 mió. kr. Um sæð verður burtur frá niðurskrivingini varð hallið av rakstri felagsins 4,1 mió. kr., sum er lægri enn væntað. Leiðsla felagsins metir úr­slit­ið at vera nøktandi, um hugsað verður um, at felag­ið er undir menning. Í árs­frá­greið­ingini verður upp­ lýst, at Atlantic Petroleum hevur málrætt aðar ætlanir um at gerast fremsta óhefta oljufelagið í Føroyum og skal hett a endamál røkkast við at vera fíggjarliga sterkt og væl rikið, við góðum umdømi utt anlands og við førleika at geva partaeigarum eitt gott avkast. Spennandi framtíð Langtíðar mál felagsins eru oljuleiting í føroyskum øki, oljuleiting í enskum øki og keyp av ognarpørtum í fram­leið­andi økjum. Og higar­til hevur henda ætlan víst seg at givið góð úrslit stendur í ársfrágreiðingini. M.a. lutt ekur felagið í fýra føroyskum leitiloyvum og seks loyvum í enskum øki. Um framtíðarútlitini verð­ur sagt, at virksemið hjá Atlantic Petroleum í 2006 verður væntandi væl størri enn undanfarin ár. Verulig gongd fer ætlandi at koma á útbyggingarnar av Chestnut og Ett rick, eins og Perth skal búgvast út til útbyggingar. Støða verður eisini tikin til, hvussu víðari skal farast fram við West Lennox fundinum í 2006. Felagið er so eisini við í tí sera spennandi boringini á Brugdumiðinum á føroyska landgrunninum í summar. Hesin brunnur kann fáa stór­ an týdning fyri menning av teimum báðum loyvunum, sum AP fekk tillutað í 2. út­bjóðing. Felagið fer so eisini framhaldandi at troyta møguleikarnar fyri at keypa seg inn í leiti-, útbyggingar- og framleiðsluloyvi. Atlantic Petroleum kannar so eisini møguleikarnar fyri at yvir­ taka verandi smærri olju­fe­ løg fyrst og fremst í Bret­ landi men eisini í Noregi og Danmark. Arbeitt hevur alla tíðina verið við at menna felagið, bæði við innanhýsis manna­ gongdum og arbeiðshætt um annars fyri m.a. at lúka tey krøv, ið verða sett til feløg, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði. Umsit­ ing felagsins verður víðkað sohvørt tørvur er á tí. Nú felagið er farið undir at út­byggja oljuleiðir er avgjørt at keypa tekniska vitan frá utt an­veltaðum veitarum. 3000 eigarar Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur seg vera væl nøgdan við gongdina higartil. Hann setir stórar vónir til boringina á landgrunninum í summar og heldur fyri, at fer hon at geva eitt positivt úrslit, kann tað skunda undir kanningarnar av báðum loyv­un­um hjá felagnum í før­oysk­um øki. Í dag eru umleið 3000 partaeigarar í Atlantic Petroleum, sum tí av røtt um kann kallast fólksins oljufelag. Tað er heldur ikki óhugsandi, at felagið fer at lata upp fyri at tekna nýggj partabrøv í framtíðini. Tað veldst so eisini um framtíðar gongdina. Wilhelm Petersen er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at fara á virðisbrævamarknaðin og staðfestir hann, at At­lantic Petroleum við sín­ um umleið 100 mió. kr. í eginpeningi og einum virði á virðisbrævamarknaðinum uppá góða hálva mia. kr. og telist millum størstu fyri­ tøkur í Føroyum í dag. Atlantic Petroleum vil vera fremsta óhefta oljufelagið í Føroyum Nevndin í Atlantic Petroleum øll hesi seinastu árini varð afturvald. Har sita Peter Even Djurhuus, Kjartan Hoydal, Óli Hammer, Poul Mohr, Wilhelm Petersen, stjóri, og Mortan Johannesen Mynd Jan Müller Teitur Samuelsen og Fía Petersen eru partur av manningini á skrivstovuni í Havn Nr. 57 - 21. mars 2006 14