týsdagur 21. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Vit síggja á gongdini
higartil, at Atlantic
Petroleum hevur
ótrúliga góðar vakst
rarmøguleikar. Í
dag er felagið eitt
av teimum størstu
partafeløgunum
í virði í Føroyum
staðfestir ein
nøgdur Wilhelm
Petersen, sum sær
fram til boring á
landgrunninum í
summar og fram
leiðslu í enskum øki
komandi tvey árini
Aðalfundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið Atlantic
Petroleum hevði aðalfund
leygardagin. Tá hugsað
verður um stóra eigarskaran
var uppmøtingin ikki nakað
serlig. Wilhelm Petersen sær
tó ikkki hetta sum nakran
trupulleikam, tí fundurin
gekk væl. Hann vísir á, at
fólk í dg kunnu alla tíðina
fylgja við á heimasíðuni, har
felagið alla tíðina kunnar
um gongdina í felagnum og
her ikki minst um støðuna á
virðisbrævamarknaðinum.
Stjórin er annars nøgdur
við úrslitið og gongdina. Ætl
aninar halda rættiliga væl.
Tvey oljufelt á enskum øki,
sum felagið er við í verða
nú bygd út og farið verður
undir framleiðslu í 2007 og
2008. So sjálvt um felagið
hevði eitt rakstrarhall, var
tað nakað, roknað varð við,
nú felagið ger íløgur og har
við mennir seg. Hóast eitt
hall uppá góðar 9 mió. kr.
er úrslitið kortini nøktandi
sigur Wilhelm Petersen.
Eginkapitalurin er góð
ar 100 mió. kr. Men talan
er samtíðis um eitt markn
aðarvirði uppá 500 mió. kr,
so partaeigararnir hava fingið
eina munagóða forretning
av tí kapitali, sum er settur í
felagið. Atlantic Petroleum
hevur í dag 3000 íleggjarar,
serstakliga føroyingar. Tað er
hugsandi í tann mun felagið
veksur um sítt virksemi, at
eginkapitalurin eisini verður
hækkaður. Tað verður gjørt,
tá tað er neyðugt. Og tað er
ikki ósannlíkt, at tað verður
gjørt í ár sigur Wilhelm
Petersen, nú felagið er átta
ára gamalt.
Góða byrjanin
alt at siga
Orsøkin til at tað hevur ging
ist felagnum væl heldur stjór
in fyrst og fremst vera tað
góða arbeiði, sum varð gjørt
í byrjanini, tá tað fekk lut í
oljusamtaki í 1. útbjóðing
við Amerada Hess á odda.
Tá fekk felagið atgongd til
tey fólkini, sum nú mynda
oljuverðina. Uttan tað hevði
hetta ikki latið seg gjørt. Tað
skapti grundarlag fyri at
byggja upp eitt netverk úti í
heimi, sum felagið í dag ikki
kann vera fyriuttan. Í dag
hevur Atlantic Petroleum
eisini nógv tað størsta virk
semið uttanfyri Føroyar. Tað
arbeiða fýra fólk í Føroyum
og trý í Onglandi. Haraftrat
eru 10 til 20 fólk, sum felagið
eisini brúkar, tá tørvur er á
tí. Dótturfelagið í Onglandi
eitur Atlantic Petroleum UK.
Har er so eisini Richard Hard
mann, fyrrverandi stjóri hjá
Amerada Hess, partur av
nevndini.
Atlantic Petroleum fekk
lut í tveimum loyvum í 2.
útbjóðing í Føroyum. Framm
anundan er tað so partur av
samtaki frá 1. útbjóðing.
Tað er í hesum sambandi, at
felagið nú er við í tí spennandi
Brugdubrunninum, sum
verður boraður í summar.
Virksemið hjá felagnum fer
at økjast munandi komandi
árini bæði í føroyska og
enska økinum. Felagið hevur
vónir um komandi 3-5 árini
at kunna keypa upp onnur
smærri feløg umframt at
vera við í útbyggingum í
bretskum øki.
Staðið seg væl á
virðisbrævamarknaði
Atlantic Petroleum varð
skrásett á virðisbrævamarkn
aðinum í juni mánað í fjør,
og hetta eru tey rættiliga
væl nøgd við sigur Wil
helm Petersen. Partabrøv
ini hava klárað seg væl og
nakað av tí frægasta á tí
íslendska marknaðinum.
Fyrimunurin við at vera á
virðisbrævamarknaðinum er
m.a. tann, at íleggjarin kann
sjálvur velja, um hann vil
varðveita síni partabrøv ella
hann vil selja og harvið fáa
vinningin í hús. Fyri felagið
sjálvt er fyrimurin tann, at tað
tann vegin kann fáa atgongd
til kapital, um felagið hevur
vakstrarmøguleikar. – Vit
síggja á gongdini higartil,
at Atlantic Petroleum hev
ur ótrúliga góðar vakstrar
møguleikar. Í dag er felagið
eitt av teimum størstu parta
feløgunum í virði í Føroyum.
Tað er eisini sera góð spjað
ing, tá hugsað verður um
ognarviðurskiftini í felag
num. Wilhelm Petersen
leggur aftratt, at felagið er
í tí serstøðu, at tá tað varð
stovnað í februar 1998, eydn
aðist tað at fáa tann føroyska
stórkapitalin at savna seg um
eitt felag, og hetta hevur
alla tíðina verið styrkin hjá
felagnum.
Raðfesting
– Tað eydnaðist tykkum
ikki at gerast partur av ein
um størri samtaki, tá 2.
útbjóðing varð á føroyskum
øki. Var hetta ikki ætlanin,
ella vóru tit verið ov seinir
á sjóvarfallinum og er hetta
ikki nakað, sum kann darva
felagið og tess framtíðar
møguleikum?
– Tað hendi so nógv í
felagnum, tá 2. útbjóðing
varð fyrireikað, eitt nú vóru
vit tá í gongd við at keypa
okkum inn í fleiri oljufelt
í bretskum øki. So tað var
ein raðfesting vit tá gjørdu.
Nevndin hevur alla tíðina
havt tað greiða málið at fáa
inntøkur til felagið skjótast
møguligt tvs. at fáa fatur á
aktivum, sum kunnu geva
pengar av sær. Í Føroyum er
tað framvegis bert talan um
leiting. Wilhelm Petersen
leggur dent á, at úrslitið av
2. útbjóðing í Føroyum varð
avgjørt nøktandi fyri Atlantic
Petroleum. Teir samstarva
við Geysir Petroleum, sum
hevur drúgvar royndir í olju
leiting. Talan er um nøkur av
oddafólkunum í tí fyrrverandi
norska oljufelagnum Saga
Petroleum, sum var eitt
av teimum fyrstu oljufeløg
unum, sum á sinni góðu før
oysku undirgrundini gætur.
Wilhelm Petersen sigur, at teir
nú fyrireika seg uppá at gera
seismiskar kanningar. Hann
leggur aftrat, at framtíðin
goymir nógvar møguleikar
á landgrunninum. Umframt
at gera egin loyvi búgvin til
leiting, so er tað ikki ókent,
at feløg kunnu ”farma”
inn í loyvi, tvs. keypa seg
inn í loyvi hjá øðrum ella
lata onnur keypa seg inn í
egin loyvi. Tað er so eisini
ein gongd, sum føroyska
oljufelagið fylgir væl við í.
Wilhelm Petersen hevur
verið stjóri í Atlantic
Petroleum, síðani tað var
stovnað fyri átta árum síð
ani. Hóast hesi ”mongu”
ár uttan lønandi fund ella
framleiðslu, so metir hann
kortini, at felagið gongur
eini bjartari framtíð á møti.
Um so er at olja verður
funnin í Brugdubrunninum
í summar, fer hetta at fáa
kolveltandi avleiðingar fyri
bæði felagið og fyri alt
samfelagið. – Sum eg síggi
tað fer samfelagið eisini at
broytast grundleggjandi,
sjálvt um tað ganga eini
6 til 8 ár, áðrenn nøkur
olju kemur upp úr undir
grundini. Vónirnar til eina
mennandi framtíð fara
at gera, at vit longu í ár
fara at fáa økt virksemi.
Forvæntningarnar til kom
andi inntøkur frá hesum
oljufundinum fara at síggj
ast aftur alla staðni í sam
felagnum.
Wilhelm Petersen óttast
ikki, at vit skulu fáa ein yvir
upphitaðan búskap. – Tað
eru vit sjálvi, sum skulu
stýra hesum, og tað ivist eg
ikki í, at vit megna. Men tað
er greitt, at hetta fer at fáa
stóra ávirkan á samfelagið.
Sjálvur haldi eg tó, at tað
er gott, at vit fáa ein meira
fjøltáttaðan búskap, hóast
tað gongur væl í dag. Vit
síggja nakrar spírar, sum
vónandi koma at bera
frukt. Taka vit virksemið
hjá Atlantic Petroleum,
so stavar virðisvøksturin
ikki úr Føroyum, men frá
tí virksemi, sum vit hava í
útlandinum. Tvs. at tú hev
ur økt um ognina hjá før
oyskum partaeigarum við
millum 400 og 500 mió.
kr. Tað er ein beinleiðis
innspræning uttanífrá, og
tað sama kann eisini fara at
henda komandi árini.
Oljan kærkomin:
Gott við fjøltáttaðum
búskapi
Atlantic Petroleum sera góðar
vakstrarmøguleikar
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum heldur felagið gongur eini bjartari framtíð á møti
Mynd Jan Müller
Wilhelm Petersen, stjóri:
– Tað eru vit sjálvi, sum
skulu stýra oljutilgongdini
Mynd Jan Müller
Nr. 57 - 21. mars 2006
15