týsdagur 21. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Heilt aftur frá
Ráðleggingarnevnd
unum, sum løgdu
grundarlagið undir
oljutilgongdini, hevur
verið víst á týdningin
at fáa føroyingar
við inn í nýggju
vinnuna, soleiðis
at vit frá byrjan
kunnu fáa kunnleika
til hesa vinnu og
gerast partur av
henni. Tí spyrst
nakað burtur úr, er
tað bæði skilagott
og rætt, at tað eru
føroyingar, sum eru
við. Føroyingar føla
mest fyri hesum
samfelagnum, og tá
er tað gott bæði fyri
myndugleikarnar
og fyri oljufeløgini
at hava føroyingar
báðumegin borðið
Brugdubrunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú fyrireikingar til boringina
á landgrunninum í summar
eru í gongd á álvara ætlar
fyristøðufelagið Statoil at
tryggja sær, at so nógv av
virkseminum og arbeiðinum
sum til ber verður gjørt av
føroyingum og í Føroyum.
Hetta er eisini tað, sum
føroysk lóggáva leggur upp
til, og hetta er sambart Rúna
Hansen, stjóra í Statoil, eis
ini tað, sum Statoil sum felag
leggur stóran dent á.
– Avgerðirnar skulu tak
ast her og virksemið skal
vera her í landinum sam
bart føroyska lóggávu. Alt
arbeiðið í sambandi við bor
ingina verður koyrt úr Før
oyum. Rúni Hansen heldur
sjálvur, at tað eisini er nógv
best at vera á staðnum
lokalt.
Á Statoilhøvuðsstøðini
á Bryggjubakka í Havn
hava tey úr at gera í hesum
døgum, nú tað bert eru fýra
mánaðir, til borurin verður
settur í á Brugdumiðinum
á landgrunninum. Rúni
Hansen, stjóri sigur, at
boriumsóknin varð latin
Jarðfeingi í farnu viku.
Nú hava myndugleikarnir
so nakrar mánaðir at
eftirhyggja og gjøgnumganga
umsóknina og harvið at
tryggja sær, at alt er, sum
tað skal vera. Áðrenn Statoil
fer í gongd av álvara skulu
myndugleikarnir góðkenna
boringina.
Vilja bora í ár
Blaðið spurdi Statoilstjóran,
um ikki fyritøkurnar, sum
skulu bjóða uppá ymsu upp
gávurnar, fáa heldur stutt
skotbráð at umrøða seg í?
– Støðan er tann, at tað
hevur verið sera trupult at
fáa fatur í boripalli. Vit vóru
kortini so mikið hepnir, at vit
fingu ein pall, men tað var
tó ikki fyrr enn í desember.
Tað var eisini eitt ynski bæði
frá okkum sjálvum og frá
føroyskum myndugleikum,
at brunnurin varð boraður
í ár og ikki bleiv útsettur.
Vit kundu sjálvandi fingið
meiri tíð, um vit bíðaðu til í
2007. Tá høvdu øll havt betri
tíð til fyrireikingarnar. Men
tað er tó einki at ivast í, at
fyri Føroyaøkið er tað betur,
at vit bora í 2006. Talan er
annars um ein brunn, sum
feløgini hava bundið seg til
at bora helst innan 2006. Og
tí verður trýst á nú, og tað
er so heldur einki óvanligt
í tí.
Hjá Statoil eru tey annars
við at rigga seg til komandi
boringina. Tey vera eini 20
fólk tilsamans bæði undir
fyrireikingini og undir sjálv
ari boringini. Umframt Stat
oilteamið, so koma eisini
nakrir mans, sum hoyra til
sjálvan boripallin, at vera
á Statoilhøvuðsstøðini og
fylgja boringini hagani.
Borurin verður eftir ætl
anini settur í hálvan juli og
er boringin mett at vara í
einar tríggjar mánaðir. Talan
er um at bora einar 3800
metrar, harav umleið 1000
metrar eru basalt. Vit fáa ikki
upplýst samlaða kostnaðin at
bora, men Sosialurin skilur,
at tað fer kanska at kosta upp
til hálva milliard krónur at
bora henda brunnin.
Rúni Hansen sigur annars,
at teir síggja hetta at skula
bora gjøgnum basalt sum
eina stóra avbjóðing. Tal
an er sum so um ein ”high
risk” brunn, eisini tá talan
er um sjálva boringina
gjøgnum basalt. Hetta er
ein sokallaður ”Wildcat”
brunnur, sum liggur langt
frá øðrum brunnum. Váðin
er stórur soleiðis at skilja,
at sannlíkið fyri, at vit einki
finna er avgjørt til steðar.
Men vit bora ikki uttan, at
Føroyingar
báðumegin borðið
í oljutilgongdini
Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil her saman við Jákup
Øregaard og John Petersen, sum starvast hjá Statoil
sum leiðandi boriverkfrøðingur og fíggjarstjóri.
Teir koma at hava týðandi leiklut í komandi
Brugduboringini
Mynd Jan Müller
16
Nr. 57 - 21. mars 2006
Stena Don, sum fer at bora Brugdubrunnin í summar
Mynd Statoil