Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Við at taka upp­gáv­ ur heim og seta før­ oyingar til at um­sita tær fær umsitingin í Føroyum størri vitan og royndir, soleiðis at talan verður í stóran mun um eina verkætlan, sum verður stýrd úr Føroyum sigur John Petersen, sum stendur á odda fyri fíggjarliga partinum hjá Statoil undir leiting eftir olju og gassi Brugduboringin Jan Müller jan@sosialurin.fo John Petersen er enn ein av føroyingunum í nýggja Statoilteaminum í Føroyum, sum hevur fingið til uppgávu at finna olju í undirgrundini. Hann er fuglfirðingur og er vorðin headhuntaður til krevj­andi og spennandi upp­gávuna at taka sær av øllum tí umsitingarliga og fíggjarliga virkseminum hjá ”Statoil Exploration Faroes”, sum í dag er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í Føroyum. Hann hevur drúgvar royndir og arbeitt sum grannskoðari síðani 1988 hjá KPMG, nú Spekt. Í tí sambandi hevur hann verið í Keypmannahavn í átta ár. Hann kom heimaftur til Føroya í 2000 og byrjaði hjá Statoil í oktober sum fíggjarleiðari. John heldur tað eisini vera ein góðan útvikling, at føroyingar í størri mun koma at taka sær av uppgávum í oljutilgongdini her heima og vísir til, at Statoil í Før­ oyum tískil hevur tikið nógv­ ar uppgávur heim, sum fyrr hava ligið í Stavanger og í London, soleiðis at man nú kann hava sjálva stýr­ing­ina tættari uppat ein­um, bæði viðvíkjandi rokn­skapi og um­siting av starvs­fólki, sam­band við myndug­leik­ar ol. Tvs. at fíggjar­stýr­­ingin og stýringin av loyvis­ roknskapunum og alt hartil hoyrir kemur nú alt at liggja í Føroyum. Henda gongdin ger, at um­sitingin í Føroyum menn­ist og fær størri vitan og royndir, soleiðis at talan verður í stóran mun um eina verkætlan, sum verður stýrd úr Føroyum. Men skal tú brúka serfrøðingar til ymsar uppgávur so kanst tú brúka fólk í Statoilskipanini. –Vit blíva ikki serfrøðingar, tí vit hava fá fólk, sum skulu røkka víða. Men vit kunnu klára nógv í samstarvi við baklandið, bæði í Stavanger og London. Sjálvur heldur John tað fakliga vera eitt sera spenn­ andi og avbjóðandi starv hann hevur fingið litið upp í hendi. – Tá man er við til at taka avgerðir, so er tú við til at hava ta ábyrgdina eisini í mun til, tá man í ráðgevandi støðu skal geva góð ráð, sum onnur skulu liva við. – Tað verður ein stór avbjóðing at skula bora gjøgnum 1000 metrar av basalti, men vit hava ment hesa tøknina seinastu trý árini, so eg havi álit á, at vit megna uppgávuna sigur Jákup Øregaard úr Havn, sum er settur leiðandi bori­verk­ frøðingur í sambandi við boringina í summar Brugdubrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað verður havnarmaðurin og verkfrøðingurin Ják­up Øregaard, sum fær stóru og ábyrgd­arfullu upp­gáv­una at vera leiðandi bori­verk­ frøðingur, tá borað verð­­ur á landgrunninum í summ­ar. Jákup er útbúgving byggi­ verkfrøðingur í Dan­mark, men hevur eftir tað útbúgvið seg víðari innan oljuvinnuna. Eitt stutt skifti eftir útbúvingina var hann í Føroyum, fór síðani til Aberdeen at arbeiða hjá BP og higani til Noregs at arbeiða fyri Saga Petroleum, Hydro og til endans Statoil. Har hevur hann verið í tvey ár. Nú er hann so komin heim á klettarnar at vera við í tí sera stóru boriverkætlanini Brugduni. Jákup byrjaði hjá Statoil í Føroyum í februar. Hann skal leggja til rætt­is tøkniliga partin í sam­bandi av boringini av Brugdu­ brunninum. Og tað er ikki bara sum at siga tað. Hetta verður higartil mest krevjandi og kostnaðarmikla boring á føroyskum øki. Jákup Øregaard fer at arbeiða undir Oddvar Bø, sum er leiðari fyri allari verktætlanini. Hann er fegin um at hava fingið litið hesa stóru uppgávu upp í hendi og fer undir hana við opnum sinni. – Hetta er ein sera spennandi uppgáva, og tað er eisini eindømi fyri Statoil at skula bora gjøgnum so nógv basalt, so tað er avgjørt ein stór av­bjóðing, bæði tøkniliga og uppá aðrar mátar. Vit eru spentir at koma í gongd og síggja, um vit megna tað. Jákup sigur, at tey hjá Statoil hava arbeitt við at bora gjøgnum basalt í eini 3 ár. Eitt rættiliga stórt arbeiði er gjørt fyri at kvalifisera henda partin, soleiðis at tað ber til at megna uppgávuna. – So tit hava gjørt tykkara heimaarbeiði? – Tað hava vit, men tað er sjálvandi ikki lætt at vita júst, hvussu fer at ganga, tá tú skal bora gjøgnum túsund metrar av basalti fleiri kilometrar niðri í jørðini. Men vit hava so gjørt heimaarbeiðið so gott sum til ber. Royndirnar aðrastaðni at bora gjøgnum basalt eru so mikið góðar, at vónirnar til at tað eisini skal ganga væl her eru stórar. Statoil hevur so verið við til at víðari menna tøkn­ina, sum skal til fyri at kunna gjøgnumføra hesa bor­ing­ ina gjøgnum tjúkt og hart basalt. Jákup Øregaard fegnast eisini um, at Statoil leggur seg eftir at brúka føroyska arbeiðsmegi, tá farið verður undir uppgávur í føroyskum øki. Fuglfirðingur stýrir Statoil fíggjarliga Havnarmaður týðandi lut í boring í summar vit halda tað er møguleiki fyri at finna olju. So má bara tíðin vísa, hvat tað verður til leggur hann aftrat. Sum nevnt leggur føroysk lóggáva upp til, at føroyingar eru við í arbeiðinum og at arbeiðið verður gjørt í Føroyum í tann mun tað ber til, og hetta er nakað, sum Statoil tekur í størsta álvara. – Vit royna at fáa kvalifiserað fólk til uppgávurnar og er tað so, at tað eru føroyingar í Statoilskipanini, sum eru kvalifiseraðir til at taka sær av hesum uppgávum, so er greitt, at vit vilja brúka teir. Í hesum sambandi hava teir eisini fingið onkran føroy­ ing, sum arbeiðir hjá Statoil í Noregi til Føroya at vera í einum av lyklastørvunum. Jákup Øregaard úr Havn er settur sum leiðandi bori­ verkfrøðingur á Brugdu­ verkætlanini. Statoil hevur eisini sett enn ein føroying, John Petersen úr Fuglafirði til at taka sær av øllum tí fíggjarliga partinum av virkseminum í Føroyum. Djóni Weihe úr Havn er settur sum ráðgevi innan heilsu, trygd og um­hvørvi. Føroyingar við frá byrjan – Hví hevur tað so stóran týdn­ing at fáa føroyingar í lyklastørv í sambandi við eitt nú borivirksemið? – Heilt aftur frá Ráð­ legg­ingarnevndunum, sum løgdu grundarlagið undir oljutilgongdini, hevur ver­ ið víst á týdningin at fáa føroyingar við inn í nýggju vinnuna, soleiðis at teir frá byrjan kunnu fáa kunnleika til hesa vinnu og gerast part­ur av henni. Tí spyrst nakað burtur úr, so er tað bæði skilagott og rætt, at tað eru føroyingar, sum eru við. Føroyingar føla mest fyri hesum samfelagnum, og tá er tað gott at hava før­oyingar báðumegin borð­ ið. Tað er gott bæði fyri myndugleikarnar og fyri oljufeløgini soleiðis at man skilur, hvat tað er man tosar um, bæði umhvørvisliga og fakliga á øllum økjum. – Statoil hevur tann poli­ tikk alla staðni har vit eru, at vit mugu taka hædd fyri teimum lokalu áhuga­ málunum. T.d. tá tal­an er um Norðurnoreg, so verður gjørt nógv fyri at tosa við fiskivinnuna og arbeiða saman við henni. Vit taka útgangsstøði í tí samfelag vit arbeiða í og royna at loysa trupulleikar har frá. Nr. 57 - 21. mars 2006 17 John Petersen og Jákup Øregaard hava alla orsøk til at líta frameftir, nú teir eru týðandi partur av avgerandi boring Mynd: Jan Müller