Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 18 Hotel Tórshavn skiftir ham. Við umfevnandi umbygging fara at vera trý ser­ver­ ingsstøð, har tað eina verður uttandura. Terassa verður í løtuni gjørd út móti Mylnu­gøtu, har eisini høvuðsinngongdin verður. Ætlanin er at skapa ein altjóða dám har í framtíðini og við tí at fáa meira lív í Vágsbotn Matstovuvirksemi Jan Müller jan@sosialurin.fo Stórt byggivirksemi fer í løtuni fram á Hotel Tórs­havn í Vágsbotni. Ar­beitt verður við at gera hotellið til eitt nútímans og spennandi stað fyri ikki bert hotelgestirnar men eisini øll tey mongu, sum hvønn dag leita sær oman í friðsæluna í Vágs­ botni. Johannes Jen­sen, stjóri er farin upp í uppgávuna við lív og sál og ætlar at gera sítt til at liva upp til orðini og ynskini hjá eitt nú borgarstjóranum í Havn um at gera alt umhvørvið í Vágsbotni og har nærhendis meira spennandi og av­bjóð­ andi. Her er bæði talan um at gera neyðugar rationali­ser­ ingar eitt nú við at spara dupultfunktiónir og at gera broytingar til tess at fáa fleiri fólk oman í spennandi umhvørvið í Vágsbotni og í Tórsgøtu. Broytingarnar verða gjørdar bæði innan- og uttandura. Frá at hava tveir køkar verður nú bert tann eini , og ístaðin fyri at hava tvey ymisk matvørukonsept verð­ur bara eitt. Higartil hevur Pizzaria verið í gongs­ hæddini og Gallan í erva. Matstovuvirksemið fer at verða á báðum hæddum. Talan verður um ein opnan felagskøk. Í framtíðini verð­ ur bert ein inngongd til báðar hæddirnar og verður hon út til Mylnugøtu. Utt­ an fyri móti Mylnugøtu verður gjørd ein terassa við café, sum verður tengd at innandura virkseminum. So­leiðis koma tað at vera trý serveringsstøð. Alt hetta verður sjálvandi gjørt fyri at fáa raksturin at bera seg. Men tað er fyrst og fremst fyri at kunna bjóða eitt betri produkt til kundarnar, og soleiðis at tað ber til at fáa fleiri við­ skiftafólk. Endamálið er so eisini at kunna bjóða nakað, sum ikki finst í býnum framm­anundan. Konseptið farið verður eft­ir er sera vítt. Tað er til ung og eldri, til kvinnur og menn og til føroyingar sum útlendingar. Ætlanin er tó ikki at sleppa tí gamla umhvørvinum á mat­ stovuni. Tað fer framvegis at vera fyri øll, men samtíðis verða nógvir ymiskir rættir úr ymiskum londum. Varðveita fiska­ frikkadellurnar Johannes Jensen, sum er stjóri fyri Hotel Føroyar eisini, heldur tað vera áhugavert at kunna hava eitt hotel, sum liggur uppi í fjøllunum, úti í náttúrini og so eitt, sum liggur við sjóvarmálum, har nógv fólk koma og fara. – Vágsbotnur er eitt frálíkt pláss. Vit eru mitt í Havnini, mitt í Føroyum. Her savnast øll fólkasløg, og tí ætla vit eisini at bjóða mat, sum kemur alla møguliga staðni frá í verðini, men harfyri ætla vit ikki at beina burtur fiskafrikkadellurnar og hakki­búffarnar frá Otto, sum er vorðin ein fastur partur av matstovumentanina í hesum partinum av býnum. Johannes Jensen leggur stóran dent á fjølbroytni. Hann heldur sjálvur, at tað er umráðandi, at øll ikki gera tað sama og hava tað sama at bjóða. Hotel Tórshavn er eitt 3-stjørnað hotel, og hotellið og matstaðið eru ikki neyðturviliga tengd saman. Matstaðið er fyri føroyingar og fyri ferðafólk, sum eisini búgva aðrastaðni ella eitt nú koma við tjøldum. Hetta stað er ætlað øllum, sum koma í miðbýin. Tað skal vera ein altjóðakendur dámur yvir mat­stovurnar. Tað verður ikki ein desi­ der­að restauratión, café ella burgerbar men heldur eitt sokallað brasserie. Har kanst tú fáa alt møguligt. Tú fær kaffi og køkur, pizza, frokost, salat, búffar osfr. Altjóða umhvørvi í Vágsbotni Johannes Jensen, hotelstjóri: – Vit vilja fegnir vera ein viðspælari hjá býráðnum at menna umhvørvið í Vágsbotni og í Tórsgøtu Mynd Jan Müller Hotellið eigur økið móti Mylnugøtu og er í ferð við at gera eina terassu har, sum skal hýsa eini café til 35 gestir Mynd Jan Müller Johannes Jensen, stjóri við Hotel Tórshavn í baksýninum. Í framtíðini fer har at vera ein opin felagskøkur og síðani trý serveringsstøð, tvey innan- og eitt uttandura. Hetta skal vera við til at fáa meira lív í perluna Vágsbotn Mynd Jan Müller