Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 19 Marknaðarrák Í kjalarvørrinum av søluni á væl konsolideraða TDC, hevur kjakið tikið seg upp um, hvørt íleggjarar fáa nóg mikið burturúr íløguni í yvirkapitaliseraðum fyri­ tøkum, við jøvnum inntøku­ streymum. Tað kann væntast at nevndir í fleiri donskum feløgum, eitt nú Novo Nordisk, Novozymes og Coloplast, verða hartaðar á komandi aðalfundum fyri at hava ov lítla rentuberandi skuld, við ov lítlari renting av eginpeninginum til fylgju. Um kapitalbygnaðurin á hesum feløgunum ikki verður broyttur, kunnu tey gerast áhugaverd uppkeypsevni hjá stórum íløgufondum. Um leiðslurnar hjá hesum feløg­ unum koma við útsøgnum um møguligar broytingar í kapitalbygnaðinum, kann hetta fáa kursirnar at hækka, just sum tað gjørdi hjá NKT í farnu viku. Renturnar støðugar Rentuhækkingin, sum hevur verið tað mesta av mars mánað, er steðgað. Enn er tó einki, sum bendir á, at renturnar fara at lækka aftur av álvara. Danska 10­ára rentan er í løtuni 3,75%. Tað kann henda, at vit fáa eina lítla rentulækking komandi vikuna, men hon varir neyvan leingi. Partabrøv hækka Seinastu vikuna eru norð­ urlendsk partabrøv støðugt hækkað. Svensku telefyri­ tøkurnar Ericsson og Tele2 hava staðið fyri størstu hækkingunum við ávikavist 9,6% og 7,1%, aftaná upp­ metingar og betraði útlit frá partabrævagreinarum. Top­ danmark hækkaði heili 15% eftir góða roknskaparkunngerð. Hetta ávirkaði TrygVesta sum eisini hækkaði, nú sølan av sjóvátryggingum í Svøríki fekk eina góða byrjan. Hesa vikuna Hendan vikan verður friðarlig hvat viðvíkir tíðindum úr fíggjarmarknaðunum. Tí fara marknaðirnir væntandi at leggja dent á millum annað oljuprísin og dollarakursin komandi vikuna. Yvirkapitaliserað virkir í andgletti Vika 12 2006  ) piTÚ.  . /Ù! .- !   . .3( %.- $ ¯-$-     *" EpwM?w TpMSj Ú3( Ù 00 piiML~ TiMpj + ?MwZ iMSj  p[iL?M~i TiM?j  . .3( ppLMwp ~M?j 0 Z~MLE iMwj   !. $ Þ  ).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[  !. (Ù.   !. !. $ ~ 2Ú.¥!.[              til ymsar tíðir. Her kanst tú eisini fáa eitt glas av víni, eina øl osfr. Hetta fer tó ikki at vera sum Café Nátur ella Manhattan. Opið verður frá 7 á morgni til klokkan 24 á kvøldi. Her verður eitt altjóða umhvørvi, sum øll kunnu troyta og njóta. Meira livandi –Vit gera hetta eisini út frá tí sannføring, at Vágsbotnur er ikki nóg livandi leggur hotel­stjórin aftrat. Við at taka nøkur stig kunnu vit vera við til at gera hesa perl­ una í høvuðsstaðnum, sum Vágsbotnur er, nógv meira livandi. Tí verður henda út- og umbygging ein partur av tí , og tað er eisini ein orsøk til, at vit brúka so nógva orku uppá at gera eina te­rassu uttanfyri hotellið, har fólk kunnu sita úti og njóta ein góðan kaffimunn ella onkran lættan rætt. Hetta skal vera við til at fáa fólk at savnast í Vágsbotni, ikki bert um summarið men sum heild alt árið. Johannes Jensen sær fyri sær nógv meira lív í Vágs­botni næstu árini, ikki minst nú tað er býráðsins politikkur at menna alt hetta økið. – Vit halda okkum vera ein náttúrligan viðspælara og halda, at býráðið ber seg rætt at, tá tað leggur upp til at menna Vágsbotn og økið rundan um – frá Miðla­hús­inum til Tjóðpallin, Marga­rinefarbrikkina og nú eisini Posthúskjallaran og Hotel Tórshavn. Hesi støðini fara samlað at hava nakrar synergieffektir, sum koma at broyta umhvørvið her munandi tey komandi árini. Johannes Jensen sig­ ur seg annars vóna, at við­ skiftafólkini bera yvir við teimum, nú tað er vorðið so trongligt í sambandi við umbyggingina. Hotellstsjórin peikar á nýggju høvuðsinngongdina til matstovurnar hjá Hotel Tórshavn Mynd Jan Müller