Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 20 Hann er høgt í metum á útlendska marknaðinum, har hann í nógv ár hevur fingið munandi betri prís enn tann norski. Sosialurin hevur hugt at, hvussu arbeiðsgongdin á einum nútímans føroyskum saltfiskavirki er skipað. Vit lýsa gongdina frá tí, at fiskurin kemur inn á virkið sum ráfiskur, til hann fer pakkaður útaftur á marknaðin sum dygdargóð matvøra Saltfiskur Orð & myndir: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eins og við allari fiska­fram­ leiðslu, er tað av stórum týdningi, at fiskurin, sum verður virkaður til saltfisk, er væl blóðgaður, feskur og góður. Føroyskur saltfiskur er saman við tí íslendska kendur á marknaðinum sum dygdargóður fiskur, ið fær munandi betri prís enn eitt nú tann norski. Sambært Fiskeriforskning í Noregi, sum hevur kannað framleiðsluna í hesum trim­um londunum, er prís­ mun­urin á føroyskum og íslendskum saltfiski í miðal eini 20-25% hægri enn á tí norska. Orsøkirnar til prísmunin eru fleiri, men tvinnar eru ■ at ráfiskurin hjá føroy­ ingum og íslendingum er betri enn hjá norð­monn­ um ■ at viðgerðin við nála­ sproyt­aðum saltlaka ger fiskin meira trivaligan, hvítari og áti­ligari Viðgerðin við sproytulaka gevur eisini fiskinum meira vætu, sum aftur merkir, at hann vigar meira, og tað hevur eisini sín týdning fyri prísin á saltfiski í mun til kiloprísin á ráfiski. Kanningarnar, sum Fiskeri­ forskning hevur gjørt, stað­ festa eisini, at saltfiskur virk­ aður við sproytulaka gevur eina betri dygd enn fisk­ur, sum verður virkaður á tradi­ tionellan hátt – og uttan sproytulaka. Betri handfaring Fiskeriforskning sigur, at í Noregi verður góður og minni góður fiskur blandaður saman. Fiskurin verður verri viðfarin av fiskireiðskapi, eins og hann verður verri handfarin á skipsdekki. Tí er dygdin á ráfiskinum eisini meira skiftandi. Framleiðarar í Íslandi og Føroyum hava í størri mun enn norðmenn lagt dent á at skilja fiskin eftir dygd, soleiðis at viðskiftafólkini vita, hvat tey keypa. Føroyskur og íslendskur saltfiskur stendur seg tí nógv betri í kappingini á markn­ aðum, sum eru bevístir um dygd – og harvið fáa vit eis­ini munandi meira fyri fiskin, enn norðmenn fáa. Sosialurin hevur hugt at, hvussu arbeiðsgongdin á einum nútímans føroyskum saltfiskavirki er skipað - heilt frá, at fiskurin kemur inn á virkið sum ráfiskur, til hann fer pakkaður útaftur á marknaðin sum dygdargóð matvøra. Avhøvding og skering Tá ið fiskurin kemur úr rá­fiskarúminum og inn á salt­fiskavirkið, fer hann fyrst um ein avhøvdara, áðrenn hann fer ígjøgnum flekimaskinurnar og flakamaskinuna, um virkið bæði saltar flaktan fisk og fløk, sum er vanligt. Flekimaskinan kann vera ein Baader 200 og flaka­ maskinan ein Baader 451, sum saktans kunnu standa við síðuna av hvørji aðrari. Okkurt av teimum stóru saltfiskavirkjunum hevur eitt nú tvær flekimaskinur og eina flakamaskinu. Alt eftir, hvør framleiðslan er – um fiskurin skal flekjast ella skerast til flak og alt eftir, hvussu nógvur fiskur er til virkingar – verða maskin­ urnar brúktar til skeringar. Flekimaskinurnar, Baader 200, sum eru lutfalsliga nýggj­ar, vaska og busta fisk­in, áðrenn hann fer eftir bandinum og oman á veru­ liga vaskiborðið, har fólk standa og vaska við bustum og rennandi vatni. Fyrsta viðgerðin Av vaskiborðinum fer fisk­ urin eftir bandi við skræðuni niðureftir beint í nálirnar, sum sproyta fiskin við salt­ laka. Hetta er fyrsta viðgerðin við salti, sum fiskurin fær, og henda viðgerð ger, at kjøt­ið gerst fúldugt ella triva­ligt. Samstundis er hetta við­ Føroyskur saltfiskur á ein So skjótt, sum fiskurin kemur inn á virkið, verður hann avhøvdaður Úr avhøvdaranum fer fiskurin í flekimaskinurnar ella flakamaskinuna Við skræðuni niðureftir verður fiskurin nálasproytaður við saltlaka Menningin av føroyskari saltfiskaframleiðslu er ikki komin av sær sjálvum. Aftanfyri hetta megnar arbeiði eru framsk yggin fólk, sum slóðaðu fyri við ágrýtni og nýhugsan ❶ ❷ ❸