Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 21 um nútímans fiskavirki gerðin, sum Fiskeri­forskning í Noregi vísir á, at føroyingar og íslendingar hava fram um flestu saltfiskavirki í Noregi. Vit kenna ikki alt ”loynd­ armálið” aftanfyri salt­ sproytingina og ta blanding, sum her verður brúkt. Eitt sindur ymiskt man tó vera, hvussu henda blanding er samansett, og slíkt verður vanliga ikki tosað um niðri á ”gólvinum”. Avhøvding, skering, vask­ ing og saltsproyting gongur soleiðis alt fyri seg í sama rúmi, men hetta man eisini vera ymiskt frá virki til virki. Í saltlaka Tá ið flakti fiskurin ella fløk­ini eru sproytað við salt­ laka, fer fiskurin á bandi út í høllina, har hann verður saltaður niður í kør við proppi í, soleiðis at tey eru tøtt. Her verður hann lagdur við skræðuni niðureftir, men ovasta lagið í kørunum liggur við skræðuni uppeftir, soleiðis at ljósið ikki sleppur at gera, at ovastu fiskarnir tráðna. Fiskurin liggur nú í salt­ laka, til hann dagin eftir ella annan dagin eftir verður turrsaltaður niður í kør við ongum proppi í. Stór saltfiskaframleiðsla krevur nógv pláss og á vir­ kinum, sum vit vitjaðu, gongur turrsaltingin fyri seg í ovara parti av høllini. Saltstroyarin Ein týðandi partur av fram­ leiðslugongdini á einum nú­tímans saltfiskavirki er saltstroyarin, ið lættir nógv um hjá teimum, sum turr­ salta fiskin. Skipanin fevnir um salt­ vogn, ið er eitt kar, sum koyrir eftir tveimum skinnarum, ið hanga undir loftinum. Pláss er fyri tilsamans átta kørum undir vogninum. Við í skipanini er eisini ein silo ella eitt saltkar, sum ”føðir” saltvognin. Saltið verður lyft upp í karið við trucki, haðani tað verður ført upp í sjálvan saltvognin ella saltstroyaran við einum sonevndum snigli. Undir saltstroyaranum standa eini tvey fólk og leggja fiskin niður í hvørt av teimum fýra ella átta kør­ unum. So hvørt, sum eitt lag av fiski er lagt í øll kørini, koyrir saltstroyarin eftir skinn­arunum og drússar salt niður í kørini. Ein tílík skipan við salt­ stroyara er í dag PLC- stýrd, sum tað verður rópt á fakmáli. Eisini við turrsaltingini verður fiskurin lagdur við skræðuni niðureftir, og tað verða teir ovastu fiskarnir í karinum eisini. Tá ið karið er fult, verður eitt tjúkt lag av salti, sum fjalir allan fiskin, lagt omanyvir, og soleiðis sleppur einki ljós til av týdn­ ingi. Umríving og pakking Tá ið fiskurin hevur ligið turrsaltaður nóg leingi, er næstan bara pakkingin eftir. Nú verður fiskurin tikin upp úr aftur kørunum og bukaður niður á eina rist, har tað mesta av leysa saltin­ um fellir av. Síðan fer hann á flutningsbandi oman í pakki­høllina, har hann verð­ ur vigaður, pakkaður og merkt­ur til útflutnings. Á einum væl riggaðum salt­fiskavirki er einki upp til tilvildina Brúkta saltið, sum fellir av fiskinum, áðrenn hann fer oman í pakkihøllina, dettur niður ígjøgnum ristina og niður í eina samling, haðani tað verður ført uppaftur í eitt rør. Úr rørinum eru nakrir útgangir, sum kassar verða settir undir, og haðani kemur brúkta saltið útaftur. Tá ið tann fyrsti kassin, sum tekur ímóti saltinum við fyrsta útgang, er fullur, verður skrúvað fyri, og síðan drússar saltið niður í tann næsta kassan, sum stendur undir øðrum útgangi. Slóðaðu fyri Hetta er tann arbeiðsgongd, sum í dag gevur føroyskum virkjum nógv betri prís fyri saltfiskin enn prísin, sum eitt nú norðmenn fáa. Men henda menning og hesin framburður er ikki kom­in av sær sjálvum. Aftanfyri hetta arbeiði eru framskyggin fólk, sum slóðaðu fyri við nýhugsan, og ein av teimum ágrýtnastu var Birgir Nónsgjógv, sáli, sum legði eina velduga orku í at menna føroysku saltfiskaframleiðsluna til tað, hon er í dag. Her verður hann lakasaltaður, og stendur í saltlaka í ein ella tveir dagar Vit síggja saltstroyaran, sum gongur eftir skinnarum undir loftinum Tá ið fiskurin hevur ligið nóg leingi í salti, fer hann á flutningsbandi í pakkihøllina ❹ ❺ ❻