Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ingin verða heilt í front. Fokus skal tá ikki bert verða á hægri útbúgvingar, men eisini tey fyrstu skúlaárini. Mett verður at tað er neyðugt at broyta tí stirvnu evropeisku skipanina, soleiðis at út­ búgv­­ing­ar­stovnar ger­ast meira frælsir, og her verður Finland brúkt sum eitt gott dømi. Í stuttum verður sagt at útbúgvingarskipanin skal gerast smidligari, effekivari og lættari atkomilig hjá øll­ um. Lívslong læra Víst verður eisini á, at neyð­ugt er við Lifelong Learning, soleiðis at skipast skal fyri at fólk alt lívið fáa eftirútbúgvingar og skeið,, og at tað er avgerðandi neyð­ ugt í einum kunningar- og vitanarsamfelagi. Hetta er neyðugt, stað­ fest­ir frágreiðingin, og tí verður framtíðar effektivi búskapurin tann sum fram­ leiðir mest kunning og vit­ an, og samstundis og ger hesa kunning og vitan lætt atkomuliga fyri flest møgulig virkir og einstaklingar. Føroyar Frágreiðingin er eisini áhuga­ verd fyri Føroyar, tí hon vísir á hvussu stóran týdning tað hevur at útbúgvingar verða raðfestar. Men hon vísir eis­ ini á, at talan er ikki bert um at brúka pengar, men held­ur at gera smidligar skip­anir, sum eisini tryggja at kreativitetur ikki fer fyri skeyti. Í føroyskum høpi merkir tað helst, at framtíðar kapp­­­ingarføri eisini er tengt at tí krea­tivi­teti, sum ein dynam­isk mentan gevur samfelagnum. Tí er m.a.Musikkskúlin ein part­ ur av hesi menning av sam­ felagnum. Føroyskur fyrimunur Føroyar hava tann fyrimun, at støddin ger at landið hevur ein innbygdan fleksibilitet. Men hinvegin so ger støddin eisini, at flestu hægru útbúgv­ ingarnar verða nomnar utt­an­lands, og tí uttanfyri før­oyska politiska ávirkan. Men nógvar útbúgvingar eru í Føroyum, og tær mugu støðugt tillagast krøvum og broytingum, sum eru. Kapp­ ingin verður ikki bert frá Kina og India. Alt ES ætlar sær upp í hægri gear, og í hesi menningarbylgju skulu vit finna okkara serøkir. Krøvini til okkara eru eftir míni tykki tey somu, sum OECD setir Evropu. Útbúgving og betring af útbúgvingum og skipanum, og ikki minst eftir­útbúgvingar, sum í Før­ oyum als ikki hava nakra raðfesting. Tann fleksibili­ tetur, sum Føroyar hevur, er kanska størsti fyrimunur okkara, og skal hann eisini gagnnýtast, skulu vit verða millum heimsins fremstu í 2015. Finski útbúgvingarhátturin verður róstur Suðurkoreanski forsetin Roh Moo-hyun og forsætismálaráðharriin Lee Hae-chan standa á odda fyri eini fyrimyndarliga framgongd. Sambært rágreiðingini er vøksturin og meningin í Suðurkorea neyvt tengt at útbúgving Nr. 57 - 21. mars 2006 23 Atfinningarnar móti ís­lendska virðisbræva­ mark­n­aðinum tykjast eisini hava rakt partabrævið hjá Atlantic Petroleum. Eftir eksplosiónslíkn­ andi hækkanina, sum kom eftir eina analysu hjá Eik-bank, hevur kursurin á partabrævinum støðugt verið um nakað oman fyri tey 700, men seinastu tvær vikurnar hevur talan tó ver­ ið um fall á kursinum. Atfinningarnar, sum hava ljóðað úr eitt nú donskum peningastovnum, hava fingið fólk at vera meira varin á marknaðinum, og hækkandi útboðið og minkandi eftirspurningurin á íslendskum partabrøvum sum heild hava trýst eina príslækking ígjøgnum. Við dagsenda í gjár var miðalkursurin á parta­ brævinum fallin nið­ur á 664, sum tó er ein lítil hækkan í mun til undan­ farnu vikuna. Lægsti miðal­kursurin hevur her verið 652. Samlaða virðið á parta­felagnum var tá uppgjørt til 488 mió kr. Tá virðið var størst – tað var tað tann 20. januar – var hetta 561 mió kr. -mørk Partabrævið hjá Atlantic Petroleum er lækkað nakað í virði tær báðar seinastu vikurnar Kelda: www.vmf.fo & www.icex.is Ársroknskapur Lands­bankans er nú almennur og vísir hann, at brutto­inntøkur landsbankans í 2005 vóru 71,3 mió. kr. Av hesum vóru brutto­ rentu­inn­tøkurnar 70,2 mió. kr, sum er 5,4 mió. kr lægri enn í 2004 Roknskapur tíðindaskriv Nettorentuinntøkurnar vóru fyri 2005 36,6 mió. kr., sum er ein hækking við 8,2 mió. kr. sammett við 2004. Kursjavnan av virðis­ brøvum var -14,0 mió. kr. í mun til -6,8 mió. kr. í 2004. Nettoinntøkur bankans áðrenn umsiting og av­skriv­ ing, men íroknað kursjavnan av virðisbrøvum, vóru 23,8 mio. kr, sum vóru 1 mió. kr. hægri enn í 2004. Rakstrarútreiðslurnar vóru 7,9 mió. kr. í mun til 7,5 mió. kr. í 2004 og vóru avskrivingarnar á sama støði sum í 2004. Hetta gevur eitt yvirskot av rakstrinum uppá 15,8 mió. kr. í mun til 15,2 mió. kr. í 2004. Nettoavkast bankans av øllum íløgum er uppgjørt til 2,9% í 2005. Avkastið av láns­brævaíløgunum var 2,9% og peninga­marknaðar­ íløgunum 2,2%. Miðalinnistandandi hjá landskassanum var 1.527 mió. kr. Landskassin fær rentu og rest av av­­lopi bank­ans eftir at lagt er í tiltaks­grunn og ábyrgd­ arskylduskjalið er niður­ skrivað. Soleiðis hevur landskassin í 2005 fingið kr. 27,9 mió. kr. í rentu og 11,9 mió. kr. av avlopi bankans. Íroknað niðurskriving av ábyrgdarskjalið á 0,7 mió. kr. var avkastið til landskassan tilsamans 40,5 mio. kr. í 2005. Atlantic fellur Avkastið til landskassan 40,5 mió. kr. í 2005