týsdagur 21. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Samanumtikið
beri eg í dag minni
ótta fyri marruni í
2015 enn eg gjørdi
fyri tveimum árum
síðani. Nógv bendir
á, at ein strategisk
oyðimarkargongd,
sum higartil hevur
vart í um 15 ár, er um
at fáa ein enda. Hetta
uttan mun til el-prísir,
breiðbandsprísir ella
0%/33%/66% sølu av
Atlantsflog skrivar
Signar Heinesen í
Vinnusíðukronikkini
í dag
Vinnusíðu
kronikkin
Loksins hevur løgmaður
opnað dyrnar fyri tí, sum
hevur fingið heitið “visión
2015” – og fer síðani við
einum størri ferðalagi
til India. Fleiri eru helst
ørkymlað av tí, sum er komið
fram – ella kanska enn meira
av, hvat ikki hómast í hesi
ætlan. Og hví júst India
var valt sum fyrsta málið
fyri inspiratión er helst eitt
sindur trupult at greina við
skili.
Hvør kennir leiðina?
Ætlaði mær ikki at syngja
við í tí kóri, sum lastar ætl
anina – og heldur ikki india
ferðina. Sum eg síggi tað,
hevur løgmaður roynt sum
frægast, at brúka tey amboð,
sum hann hevur til taks, við
tí endamáli, at bera byrðuna
longur fram á vegin.
Ætlanin, sum hon er
framløgd, ber júst boð um
tað strategiska kyksendi,
sum vit eru í. Her er eingin
strategisk beinagrind, eingi
uppskot til felags fatan av
okkara strategiska støði og
enn minni nakað uppskot
til eina felags fatan av fram
tíðar møguleikum. Eingin
strategisk filosofi, eingin
strategisk analysa, einki
strategiskt samskifti – enn
ikki ein strategiskur mál
burður, soleiðis at vit kunnu
samskifta við skili.
Vit kundu sagt so mangt
annað eisini, men uttan mun
til, hvussu vit eyðmerkja
ætlanina, sum hon er fram
løgd, broytir tað ikki tann
veruleika,
at
landsins
ovasta embætið, løgmaður,
í ólavsøkurøðu síni 2005 hev
ur orðað eina visión 2015 og
at nú er alment settur skjøtil
á ætlanina. Løgmaður veit
sjálvur, at hann verður dømd
ur uppá hesa ætlan. Tí má
hann og samgongan finna
eina leið fram. Tað er kjarnin.
Harafturat eru vit so illa fyri
strategiskt, at eg kenni meg
rættiliga vísan í, at eingin
persónur í landinum hevur
nakra rímiliga greiða ætlan,
hvussu vit ítøkiliga taka eitt
stig í senn uttan at fara skeiv
nakrar ferðir á leiðini.
Strategiskt kyksendi
E. Johnsen skilmarkar stra
tegiska leiðslu soleiðis:
“Strategisk ledelse består
i at generere summen af
de egenskaber, som er nød
vendige og tilstrækkelige til
aktivt at udvikle eksistens
grundlaget for en strategisk
enhed.”, Strategisk ana
lyse og syntese, 1993.
Strategisk leiðsla er at fáa
orkuna til høldar í tilveru
grundarlagnum við egnum
mátti uttan at dúva uppá
hepni, tilvild ella vælvild
frá øðrum.
Fyri eitt land merkir hetta,
at ein ætlan er strategiskt við
komandi, tá ið tað ber til hjá
ítøkiligum persónum at taka
ítøkilig initiativ í samráði við
ítøkiligar persónar, sum hava
ítøkiliga ábyrgd av einum
ítøkiligum málsøki á ein
slíkan hátt, at fleiri initiativ
frá ymsum persónum eru við
til at lyfta í felag. Í myndatalu
kunnu vit siga, at ein ætlan
er strategiskt viðkomandi,
tá ið tað ber tí einstaka til
at finna ein togenda at hála
í og at onkur rópar “ohoy”,
tá ið vit skulu seta á.
Strategisk leiðsla verður
sostatt ein spurningur um
persónar og bygnað. Um
relatiónir og prosessir. Vilja
og evni til at fáa orkuna
til høldar. Tað øvugta av
eini strategiskari leiðslu er
strategiskt kyksendi. Orkan
verður brúkt, royndir verða
gjørdar, men úrslitini vanta.
Strategiskt kyksendi er eisini
ein spurningur um persónar
og bygnað, relatiónir og pro
sessir.
Sett upp í svart/hvítum
litum, er ein ovasta leiðsla
annaðhvørt samansett í eina
strategiska leiðslueind ella er
hon samansett av sabotørum.
Annaðhvørt hevur ein ovasta
leiðsla álit millum manna,
vilja og evni til at savna
krefturnar í realistiskum
mennandi málum og evni
til at fáa uttanfyri standandi
at stuðla undir framburðin
– ella er ein ovasta leiðsla
til stóran skaða fyri tað, hon
er sett at leiða. Tess breiðari
skipan vit tosa um og tess
ovari í skipanini vit hyggja,
tess nærri koma vit hesi
svørt/hvítu mynd.
Er vælferðin í eygsjón?
Sum eg síggi tað, var fyrsta
takið móti vælferðini sein
astu 10-15 árini tikið í løg
mansrøðuni 2005. Nú er so
loksins alment settur skjøtil
á tað arbeiðið, sum tá varð
fráboðað. Vit kunnu hava
so ymiskar hugsanir um,
hvussu eitt slíkt arbeiði skal
skipast, men higartil havi eg
ikki havt orsøk til at halda,
at løgmaður hevur mist takið
á tí.
Tað næsta takið mótið væl
ferðini kom helst eitt sindur
óvantað í eini løgnari støðu.
Ikki er vist, at so mong onn
ur síggja SEV málið, sum
eg síggi tað, men fyri mær
skrivaði umboðsráðið hjá
SEV einki minni enn søgu,
tá ið tað tók róðrið í hond
nú fyri kortum. Vit kunnu
hava ymiskar fatanir av
sjálvum málinum, men utt
an mun til málið sjálvt meti
eg, at tær avgerðir, har vóru
tiknar, kunnu fáa stóran
týdning, tí umboðsráðið
hjá SEV er samansett av 70
kommunalpolitikarum kring
alt landið og við avgerðunum
stungu teir nøkur virði út
í kortið, sum ikki eru til at
fara skeiv av. Eg havi eisini
ein varhuga av, at løgtingið
á sama hátt er um at taka
í teymarnar og seta nøkur
virði uppá pláss – kanska
best lýst við málinum um,
hvussu Hovstunnilin verður
fíggjaður.
Onnur tøk verða tikin
hvønn dag breitt í samfelag
num og nú ivist eg ikki í, at
tað fer at bera til at venda
føroysku skútuni upp í vindin
áðrenn ov seint verður, soleið
is at initiativrík fólk í øllum
aldri velja Føroyar eisini í
árunum, sum koma.
Eksperimentið
sum fortreyt
Eg havi arbeitt nóg leingi
við menningarspurningum
til at hava stóra virðing fyri,
hvussu trupul uppgávan er.
Av tí sama er virðingin fyri,
at fólk, sum seta skjøtil á
uppgávuna, fáa høvi til at
royna seg fram, eisini stór.
At tað kostar tíð, skatta
krónur og aðra orku er ein
veruleiki, sum vit mega taka
til eftirtektar.
Við støði í einum strateg
iskum kyksendi hava vit
skeivu fólkini á skeivum staði
í einum skeivum bygnaði.
Uttan
eksperimentini
koma vit okkum ongantíð
burturúr hesi støðu. Um
bygnaðurin skal broytast,
persónar broyta atferð og
eginleikar annars (herundir
at læra nakað nýtt), persónar
útskiftast ella eitthvørt ann
að, eru alt møguleikar, sum
skulu havast í huga. Men
uttan eksperimentið, uttan
at royna seg, sleppur eingin
av fetanum.
At løgmaður hevur blást
í lúður er ein byrjan. At
embætisverkið hevur sett
eina arbeiðsætlan saman
er ein byrjan. At løgmaður
saman við øðrum fer til
India á “inspiratiónsferð” er
ein byrjan. Tann avgerandi
spurningurin er ikki, um eitt
hvørt kundi verið gjørt betur
ella øðrvísi, men at ætlanin
festir røtur, at aðrar prosessir
verða settar í verk, sum
styðja ætlanini, og at eingin
– heldur ikki løgmaður sjálv
ur – setir seg at bíða, til eitt
hvørt ávegis álit er liðugt
ella hesin bólkurin ella hin
bólkurin er liðugur.
Samanumtikið beri eg í
dag minni ótta fyri marruni
í 2015 enn eg gjørdi fyri
tveimum árum síðani. Nógv
bendir á, at ein strategisk
oyðimarkargongd,
sum
higartil hevur vart í um
15 ár, er um at fáa ein
enda. Hetta uttan mun til
el-prísir, breiðbandsprísir
ella 0%/33%/66% sølu av
Atlantsflog.
2015 –
marra ella
vælferð?
24
Nr. 57 - 21. mars 2006
Signar P.
Heinesen