Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tá ið A.P. Møller felagið í 1998 yvirtók virkið, Euromedical í Malaysia, har um­leið 1200 kvinnur arbeiða, fegnaðust øll um hetta. Tey vistu, at Danmark hevur traditión fyri skipaðum viður­ skiftum á arbeiðs­ marknaðinum. Men vónin til Maersk Medical vísti seg kort­ini at vera ein hvørvisjón, sigur Anna Diemer, sum starvast hjá AIF í Roskilde Altjóðagerð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sambandi við tiltakið í Miðlahúsinum í kvøld, verður filmurin ”Globaliseringens ofre” vístur. Hetta er ein filmur, sum aktivar grasrøtur í AIF, Argejderbevægelsens Internationale Forum (AIF) í Roskilde og Silkeborg í Danmark, hava latið gera. Filmurin setir fokus á stríðið fyri fakligum og politiskum rættindum og vísir, at hetta stríð ikki bert skal førast her um okkara leiðir, men eisini globalt. Sosialurin hitti Anna Die­ mer, sum starvast hjá AIF í Roskilde, seinnapartin í gjár. Hon sigur, at filmurin lýsir ójavnar, sum kunnu standast av altjóðagerðini. – Filmurin vísir, hvussu feløg, sum vit kenna væl úr okkara parti av heiminum, flyta partar av framleiðsluni til láglønarlond í tráanini eftir vinningi brúka. Tey brúka lønarniðurskurð, for­ fylging og útskeiðing av fakliga aktivum fólki til tess at røkka sínum málum. Hon sigur, at tað ber ikki til at nokta virkjum at flyta sína framleiðslu – ella stovna nýggja framleiðslur í øðrum londum, men treytin má vera, heldur hon, at altjóða við­urkend faklig rættindi fylgja við. – Fylgja rættindini ikki við, byggir kappingin á vánalig lønar-og arbeiðskor, og einasti vinnarin verður tá kapitalurin, samstundis sum arbeiðsfólkið verður taparin. Anna Diemer vísir til faldaran, sum AIF hevur lat­ ið gera í sambandi við filmin og sigur, at nógv virkir í Danmark og Evropa annars útflagga sínar framleiðslur til Eysturevropu og Asiu, har arbeiðsmegin kostar lítil. – Fyri arbeiðsfólk í Dan­mark merkir hetta, at nøkur missa arbeiði og fyri arbeiðsfólk í teimum lond­um, har framleiðslan verður etablerað, merkir hetta møguleikar at sleppa til arbeiðis, kanska eina ávísa menning og betri livikor. Men í nógvum londum eystan fyri og í Asiu eru antin ongi fakfeløg – ella eru hesi ógvuliga veik. Hetta ger tað sera trupult at samráðast um løn og arbeiðsumtøður annars, sigur hon. Umrøddi filmurin hjá AIF, sum er stuðlaður av nógvum ymiskum fakfeløgum og ­, tekur støði í Sungei Petani, sum liggur einar fýra tímar norðanfyri Kuala Lumpur, høvuðsstaðin í Malaysia. – Her liggur virkið, Euro­­medical, har umleið 1200 kvinnur arbeiða. Tær framleiða katetur og onnur medisinsk tól. Longu í 1975 byrjaði stríðið fyri at skipa eitt fakfelag á virkinum. Anna Diemer sigur, at Sallma Mustafa er ein teirra, sum hevur verið við í hesum stríði frá byrjanini. – Hetta stríð hevur kravt síni offur og vónbrot. Hon vísir á, at tá ið A.P. Møller felagið, Maersk Medi­cal, í 1998 yvirtók virk­ið, fegnaðust øll um hetta, tí tey vistu, at Dan­ mark hevði traditión fyri fak­fe­løgum, lønaravtalum og skip­aðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum. – Men vónin til Maersk vísti seg kortini at vera ein hvørvisjón. Tey fimm árini, Maersk var í Malaysia, førdu til lønarniðurgongd, forfylging og uppsøgn av fakliga aktivum starvsfólki, teirra millum Sallma. Og tó; tað er vert at stríðast, um tú vilt røkka rættindum, hóast tíðin kann gerast long, ja ómetaliga long. – Eftir heili 29 árum, tveim­um mánaðum og ein­um degi við stríði, fall dómur í hægsta rætti í au­gust 2004, har úrskurðurin álegði, at Fakfelagið hjá Gummi­arbeiðsfólki skuldi viður­kennast sum fakfelag á arbeiðs­plássinum. Anna Diemer sigur, at við uppí hesa søguna hoyrir eisini, at í Malaysia eru tað bert summi, sum hava rættindi. – At arbeiða fyri demo­ kratiskum, fakligum og polit­ iskum rættindum í Malaysia er tí ikki uttan váða. Hon vísir á faldaran og sigur, at Tian Chua, sum er leiðari av Labour Resource Center (LRC), hevur merkt hetta á sínum egna kroppi. – LRC stuðlar byrjandi fak­feløgum og útbúgving av álitisfólkum. Tian Chua verður javnan eygleiddur av myndugleikunum fyri at skipa fyri blokadum og mót­ mælisgongum, og oft­ani eru Tian Chuan og fe­lagar hansara endaðir hand­an rimar. Í 2001 vórðu hann og fimm aðrir settir í iso­latións­ varðhald uttan møgu­leika at koma fyri ein dómara. Eftir hetta vórðu teir settir tvey ár í Kamunting-fanga­ leguna, framvegis uttan rætt­ ar­gongd. Anna sigur, at teir sótu í fangaleguni, líka til altjóða fjølmiðlarnir fingu teir latnar leysar í juni 2003. – Tá Tian fór úr fanga­leg­ uni, góvu vaktir hansara hon­ um ein sekk við postkortum, sum vóru frá donskum gras­ rótum. Hesar kravdu Tian og felagar hansara latnar leysar. Sekkurin við postkortunum vigaði 10 pund, sigur Anna Diemer. Altjóðagerð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í kvøld klokkan 19.30 verð­ ur filmur og kjak í Miðla­ húsinum í Vágs­botni undir heitinum, ”Arbeiðararættindi í altjóðagerðini”. Filmurin, ”Globaliser­ing­ ens ofre”, sum er umrøddur í greinini omanfyri, verður sýndur, og somuleiðis verður pallborð við kjaki. Við pallborðið sita: John Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, Heðin Zachariassen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, Ingeborg Vinther, formaður í Før­ oya Ar­beið­ara­felag og Jan Mortensen, stjóri í Vinnu­ húsinum. Kjak í Miðlahúsinum Arbeiðsfólk offur fyri altjóðagerðini – Tað ber ikki til at nokta virkjum at flyta sína framleiðslu til onnur lond, men treytin má verða, at altjóða viðurkend faklig rættindi fylgja við, sigur Anna Diemer, sum starvast hjá AIF í Roskilde Mynd: Vilmund Jacobsen Nr. 57 - 21. mars 2006 25