týsdagur 21. mars 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 57 - 21. mars 2006
Tað er ikki á
hvørjum degi at
einir 80 føroyskir
handverksmeistarar
sleppa saman á eina
útlendska byggi
messu.
Havnar Timbur
handil hevur tikið
stig til allir hesir
skulu sleppa á størstu
byggimessuna, sum
nakrantíð hevur verið
í Danmark - Byggeri
06. Við í ferðalagnum
eru 84 mans
Byggeri 2006
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Handverkarar: Vit merkja
tað her á landi. Men í Dan
mark merkja teir tað í enn
størri mun: Áhugan hjá fólki
at byggja.
Í Danmark er rentustøðið
sera lágt. Frívirðini á hús
um økjast og fólk hava
eina trúgv uppá, at hetta
verður gongdin í nógv ár
framyvir. Ein tosar um eitt
satt boom innan bygging og
renovering.
Samstundis við alt hetta
koma nýggj amboð, nýggjar
maskinur og nýtt tilfar á
marknaðin allatíðina. Hetta
vilja tær donsku fyritøkurnar
fegnar vísa fram.
Aftur í ár verður tí henda
stóra byggimessan fyri
skipað, har bæði føroyingar,
danir og norðurlendingar
fara at luttaka.
Hetta er ein messa, har eini
300 ymiskir veitarar fara at
vísa fram alt tað, teir hava at
bjóða teimum vitjandi. Og
tað er tí ikki ov nógv sagt,
at henda messan verður mett
sum tann higartil størsta
byggimessan sum nakrantíð
hevur verið í Danmark.
Alt hetta fáa teir føroysku
luttakarnir eisini høvið at fáa
størri kunnleika um. Og lítil
ivi man vera um, at hetta fer
at verða teimum til íblástur
og gagn.
– Á hesi messuni finst alt
tað nýggjasta innan bygging.
Tí vænta vit eisini, at vit fara
at fáa nógv burtur úr og nógv
góð hugskot heimaftur við
okkum, siga teir tríggir á
søludeildini hjá Havnar
Timburhandli, Niclas Juul
Olsen, Jan á Argjum og
Kenneth B. Olsen.
Farið verður við Atlants
flogi til Danmarkar í annað
kvøld. Komið verður aftur
fríggjakvøldið.
Stóran týdning
Tað er ikki á hvørjum ári at
føroyingar hava møguleika
at hitta teir bestu veitararnar
innan byggivinnuna.
Í fyrsta lagi verður henda
messan bert fyriskipað ann
aðhvørt ár. Í øðrum lagi er
støðan eisini hon, at teir
donsku veitararnar bert við
longum millumbilum vitja
her á klettunum.
Tá vitja teir kring landið
og vísa fram alt tað teir hava.
Tað hevur víst seg, at hesar
vitjanir hava verið neyðugar,
men trupulleikin hevur bert
verið hann, at tað er so langt
millum tær.
Øðrvísi er hjá donsku
handverksmeistarunum.
Teir fáa vitjan av hesum
sølumonnum í heilum. Men
gongur ov long tíð ímill
um hesar vitjanir, ja, so
taka nakrir teirra seg bara
saman at vitja ein av hesum
veitarum.
Fyri føroysku handsverks
meistararnar verður Byggeri
2006 tí sum at koma til savn
ingardepilin fyri alt tað sum
eitur bygging í Danmark.
Fleiri av føroysku hand
verksmeistarunum hava
verið á slíkum messum áður.
Og teir munnu tí vita alt um,
hvussu stóran týdning tað
hevur bæði fakliga og ikki
minst sosialt at fara á slíkar
messur.
Tað nýggjasta nýggja
Tá teir á søludeildini í
Timburhandlinum byrjaðu
at kanna áhugan fyri hesi
messuni, var beinanvegin
staðfest at hann var stórur.
– Vit sendu út persónligar
innbjóðingar til bæði verandi
– og helst eisini komandi!
– viðskiftafólk hjá okkum.
Og teir svaraðu allir ja uppá
standandi fót.
– Hetta er veruliga ein
messa, sum teir síggja fram
til og gleða seg til, siga Niclas
Juul Olsen, Jan á Argjum og
Kenneth B. Olsen.
Endamálið hjá søludeildini
í Timburhandlinum er sjálv
andi eisini at kunna seg um,
hvat er á marknaðinum í
Danmark beint nú. Og er
áhugi fyri tí millum føroysku
handverksmeistararnar, so vil
ein gera alt fyri at teir eisini
kunnu fáa amboð og tilfar til
keyps í timburhandlinum.
Í veruleikanum var tað
so, at tá tað byrjaði at
nærkast tíðini fyri tilmeld
ingum til messuna, byrja
handverksmeistarar sjálvir at
fregnast um hesa messuna.
Undirtøkan í ár er so
stór, at neyðugt var at leiga
eitt flogfar hjá Atlantic
Airways til ferðina. Við í
flogfarinum eru í stóran
mun handverksmeistarar úr
ymsum heraðshornum.
Besti og størsti
Hesi seinnu árini hevur Timb
urhandilin fingið eina sanna
dagføring bæði innanveggja
og uttanveggja.
Á øllum deildunum á
høvuðsdeildini í Havn er
alt gjørt av nýggjum, og
ikki minst við framtíðini í
huga. Sama er við deildini
á Kambsdali.
Í hesum døgum verður
arbeitt við at fáa eina nýggja
deild fyri handverkarar lidna.
Ætlanin er at henda deildin
skal lata upp í næstum.
– Okkara hægsta ynski er
at hvørt einasta viðskiftafólk
skal kenna seg væl í okkara
handli. Tí eru vit noyddir
at fylgja við menningini,
soleiðis at okkara tænasta
kann verða hin besta.
– Í roynd og veru er enda
mál ikki at vit skulu verða
størsti timburhandilin í Før
oyum, men at vit skulu verða
hin besti.
– Men hinvegin, so fylgjast
hesi bæði rættiliga ofta!,
staðfesta Niclas Juul Olsen,
Jan á Argjum og Kenneth B.
Olsen við einum brosi.
Ein byggimessa við tí nýggjasta nýggja
Teir tríggir á søludeildini hjá timburhandlinum - Jan á Argjum, Niclas Juul Olsen og Kenneth B. Olsen, – síggja fram til byggi
messuna í Danmark. Og tað gera føroysku handverksmeistararnir eisini
Mynd: Jens Kr. Vang
• Byggeri 2006
• Stað: Fredericia Messecenter
• Tíð: 21. til 24. mars 2006
• Fyriskipari: Danske Fagmesser og
Trælasthandlerunionen-TUN
• Framsýnarar: 300
• Føroyskir luttakarar:
84, harav meginparturin eru handverksmeistarar
• Stigtakari til føroysku luttøkuna:
Havnar Timburhandil
FAKTA
Gikta-
felagið
við
cafékvøldi
Giktafelagið ætlar at
bjóða fólki til nøkur kafé
kvøld.
Fyrsta tiltakið verður
í Havn í MBF-húsinum
longu í annaðkvøld kl
19.30.
Á tiltakinum fer Eydna
Fosaa at leggja fyri við at
tosa um evnið: „ AT LIVA
VIÐ PÍNU“. Og fólk eru
vælkomin at siga frá
egnum royndum.
Okkurt lætt og leskiligt
verður at fáa.
sb.
»Føroyski búskapurin
– tað gongur nokk?«
er heitið á almennum
fyrilestri, sum verð
ur í Vestmanna
mikukvøldið
Fyrilestur
tíðindaskriv
Setrið hevur ferðast rættiliga
víða við røðini Setrið á ferð
og nú fáa tey í Norðstreymi
eisini møguleikan at hoyra
fyrilestrar. Mikukvøldið 22.
mars kl. 20 verður fyrilestur
á Fjørukrónni í Vestmanna.
Tað er Magni Laksafoss,
sum fer at halda fyrilesturin,
sum hann kallar “Føroyski
búskapurin – tað gongur
nokk?”
Føroyski búskapurin stend
ur framman fyri øðrvísi og
størri avbjóðingum enn
hann nakrantíð hevur gjørt
seinastu 100 árini. Flestu
av trupulleikunum er ikki
stuttsiktaðir, men meiri
langsiktaðir. Hetta gevur ein
trupulleika fyri føroyingar,
tá okkara lyndi er meiri
stuttsiktað.
Spurningurin er um før
oyska lyndið, „tað gongur
nokk“, har vit ikki loysa
trupulleikarnar fyrr enn
við noyðast at gera tað, er
loysnin uppá trupulleikarnar,
ella um vit eiga at viðgera
trupulleikarnar meiri gjølla
fyri at finna tær langsiktaðu
loysnirnar, sum skulu til.
Hetta eru nakrir av spurn
ingunum,
sum
Magni
Laksafoss fer at svara í fyri
lestrinum. Fyrilesturin er
nummar 46 í røðini.
Magni Laksafoss er
útbúgving cand.polit frá
Universitetinum í Keyp
mannahavn í 1998. Hann
hevur starvast í Grønlandi
og Føroyum innan hagfrøði
og við samfelagsligum
greiningum. Eisini hevur
hann ment búskaparliga
myndulin EMFI, sum verður
brúktur til at gera greiningar
av føroyska búskapinum.
Síðani á heystið 2004 hevur
hann verið knýttur at Søgu-
og samfelagsdeildini sum
granskari.
Tað gongur nokk kortini