Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2006 27 NÍF kærir Fram… Fram kom í fjør víðari í kappingini um løg­ mans­steypið, tá kapp­ ingarnevndin hjá FSF kom eftir, at KÍ hevði nýtt tríggjar ikki-skrásettar spælarar, tá teir spældu móti Fram í fyrsta um­ farinum. Nú er tó líkt til, at Fram sjálvir verða sendir út eftir somu uppskrift. Sum skilst, so hevur Fram í dystinum móti NÍF leygardagin nýtt ikki-skrásettar spælarar, og hetta hevur NÍF sent inn kæru um. -mørk …og Fram kærir NÍF Fram sigur seg hava sent FSF kæru, har teir vísa á, at NÍF ikki hevði síni viðurskifti í lagi til dystin í kappingini um løgmanss teypið Í Fram vilja tey ikki sita hendur í favn, nú NÍF hevur sent inn kæru um vantandi spæliloyvi hjá Fram í dyst­ inum millum liðini leygardagin. Fram hevur í kvøld sent kappingarnevndini hjá FSF kæru, har teir eisini vísa á, at nólsoyingarnir ikki høvdu øll síni viður­ skifti í lagi. Soleiðis verða tvær kær­­ur um sama dyst, sum kapp­ingarnevndin skal taka støðu til, tá nevndin hevur fund í vikuni. -mørk VB nýggja nevnd Á aðalfundinum hjá Vágs Bóltfelag í farnu viku varð nýggj nevnd vald. For­maðurin tey seinastu árini, John Henrik Holm, bar seg undan afturvali og tí varð nýggjur formaður valdur. Formaðurin í Vágs Bólt­felag eitur nú Jan Hald­ansen, og nevndin er annars mannað so­ ­ leiðis: Jan Haldansen, for­­maður, Eydis Kjær­ bo, skrivari, Heidi Poul­­sen, peningarøkil, Vídgis Nolsøe, form. í Hondbóltsdeildini, Kirstin Ludvig, form. í Fótbóltsdeildini og Mia Kross lá, form. í Húsa­ nevndini. -ek Nr. 57 • týsdagur • 21. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Fótbóltss ambandið hevur nú ásett dagin, har føroysku fótbóltsreglurnar verða endaliga ajourførdar. Tað hevur í longri tíð verið greitt, at neyðugar dag­føringar skulu fremjast, soleiðis at føroyska reglu­ verkið er í samsvar við tað hjá FIFA og UEFA. Ætlandi skuldi uppskotið um lógarbroytingarnar leggj­ ast fyri aðalfundin, men tal­an er um tíðarkrevjandi arbeiði, og tí varð boðað frá, at eykaaðalfundur ístaðin skuldi haldast um hetta. Tann fundurin er altso ásettur at verða 6. mai, og so fæst at vita, hvørt føroysku feløgini velja at taka undir við alttjóða krøvunum. Hartil skal eykaaðal­fund­ ur­in eisini taka støðu til, hvuss u stigatalvan skal ger­ ast upp, tá lið standa jøvn í stigum. Eitt uppskot frá kappingarnevndini um evnið varð lagt fyri aðalfundin í februar, men eftir drúgt kjak varð tá avrátt, at málið varð útsett, nú eykaaðalfundur kortini skuldi haldast. -mørk Stjørnan hevur sent inn kæru um atburðin hjá Nicoletu Radu Hansen í fyrstu FM-finaluni. Hetta eftir hending, sum sambært Stjørn­uni eigur at fáa avleiðingar fyri spælaran Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um eina hending í seinna hálvleiki av fyrsta finaludystinum mill­um Stjørnuna og Neistan. Upptøkurnar í 3-2 mánakvøldið sýndu sjónliga, at Nicoleta Radu Hansen og Bára S. Klakstein vóru áfastar, og hetta endaði við, at Neistaspælarin hirdi armin móti mótstøðuspælaranum, sum small í gólvið. Nyttuleysar upptøkur Dramatisku myndirnar á skíggjanum hava nú sannført Stjørnuna um, at farast skal víðari við málinum. Á heimasíðuni hjá Norð­ lýsinum verður sagt, at tey í Stjørnuni ikki vilja lata slík­an atburð fara fram við borðinum, og at kæra tí er send inn um hendingina. Sum skilst, so verður í kær­ uni kravt, at tilburðurin fær fylgjur. Tað er tó lítið sannlíkt, at talan verður um nakra revs­ing til Neistan ella til Nicoletu Radu Hansen. Fyri tveimum árum síðani varð staðfest, at so leingi sum Hondbóltss ambandið ikki hevur positivaa heimild at nýta videoupptøkur í próvførslu síni, so verður hetta ikki gjørt. Og sum skilst, so er støðan hjá kappingarnevndini fram­ vegis hin sama. – Nú havi eg ikki sæð kær­una enn, men er hon send okkum, so fara vit sjálvandi at viðgera hana, sigur Julian Olsen, formaður í kappingarnevndini. Men hann leggur afturat, at tey neyvan fara at taka støðu út frá videoupptøkum. – Hatta er sjálvandi eitt av førunum, har vit burdu havt heimild at nýta slíkar upptøkur í próvførsluni. Men tað hava vit so ikki, og tí dugi eg illa at síggja, hvat vit kunnu gera við málið, sigur Julian. Eingin intern revsing Fyri tveimum árum síðani varð eisini tosað um møgu­ leikan at nýta upptøkur sum próvførslu. Hetta var eftir eina ógvusliga hending í dysti millum Kyndil og VÍF í Havn. Ta ferðina var niðurstøðan hjá kappingarnevndini júst tann, at tey ikki kundu nýta video sum próvgrundarlag, og tí metti nevndin seg ikki kunna taka støðu í mál­ inum. Hinvegin, so tóku vest­ menningar tá sakina í egnar hendur, og góvu egnum spælara leikbann, tað sum eftir var av kappingarárinum. Men tað er ein støða, sum tykist sera lítið sannlík hesa­ ferð sambært formanninum í Neistanum, Jón Krage­ steen. – Sjálvandi er talan um eina keðiliga hending, og vit fara sjálvandi at tosa innan hýsis um hetta. Men tú skalt ikki rokna við, at vit av okkara eintingum fara at geva Nicoletu nakað leik­bann undan næsta finalu­dystinum. Nú havi eg ikki granskað upptøkurnar, men sum eg havi skilt tað, so var eisini ein orsøk til, at Nicoleta reageraði, sum hon gjørdi. Og hendingin er undir ongum umstøðum somikið tyngjandi, sum hon var hjá VÍF fyri tveimum árum síðani, staðfestir formaðurin. Nervakríggj Soleiðis skal neyvan roknast við, at kæran frá Stjørnuni fær avleiðingar av nøkrum sum helst slag. Men hon reisir enn einaferð spurningin, hvørt tað ikki er upp á sítt pláss , at kappingarnevndin fær heimild at nýta video­­upptøkur sum próvgrundarlag. Men mest av øllum, so staðfestir hon kanska eisini sálarliga partin av spælinum, nú næsta finalan stendur fyri framman. Eitt sálarligt spæl, har øll kneb eru loyvd, og har parturin við kølnasta yvirlitinum aloftast stendur sum vinnari. Vilja leikbanna lyklaspælara Bára Skaale Klakstein mátti hjálpast av vøllinum, eftir at hon varð sligin av Nicoletu Radu Hansen Eykaaðal­fundurin verður 6. mai Skála vil ikki hava Goran Skála hevur seinastu vik­ urnar havt Goran Markovic til royndarvenjingar. Ætl­ anin var, at serbiski spælarin skulu roynast sum avloysari fyri Nenad Stankovic, ið ikki fekk longt sítt arbeiðsloyvi í Føroyum. Nú er royndartíðin hjá Mar­ kovic av, og niðurstøðan hjá Skála er, at hann er ikki rætti maðurin til felagið, skrivar heimasíðan hjá Skála. Onnur feløg hava sýnt áhuga fyri Markovic, og sam­bært heimasíðuni hjá Skála vandi hann við ÍF. -ek Gunnar aftur á vøllinum Gunnar Nielsen spældi ann­an hálvleikin í venj­ing­ ar­dystinum hjá Frem ímóti LFA leygardagin. Frem skuldi spæla ímóti Skjold í donsku 1. deild, men dyst­ ur­in varð avl‡stur orsaka av frosi í vøllinum. Allir teir tríggir føroysku spælararnir hjá Frem komu á vøllin í hálvleikinum. Jónas Tór Næss spældi høgri bakkur, Atli Gregersen í miðverjuni, og Gunnar Nielsen stóð í málinum. Gunnar hevur ver­ ið plágaður av einum skaða seinastu vikurnar, men nú var hann aftur at síggja vøllinum. Einki mál kom í dystinum. -ek