mikudagur 22. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 58 - 22. mars 2006
Tyrlan
Slag: BELL Helicopter Textron BELL 212
Byggiár: 1974
Størsta longd: 17,4 m
Breidd: 2,5 m
Hædd: 4,45 m
Høvuðsrotor diametur: 14,63 m
Vekt (tóm): 3.552 kg.
Vekt (fullfermd): 5.080 kg.
Lyftimegi (sling): 850 kg
Max. ferð: 222 km/t
Vanlig ferð: 185 km/t
Tal av ferðandi: 10 (13)
FAKTA
Tað er lítið gott
eftir av tyrluni her
hon stendur í stóra
hangarinum hjá
Atlantsflogi. Eldra
tyrlan er í løtuni til
høvuðseftirlit. Tað
er ikki so lítið, sum
skal gerast í hesum
sambandi, men so fáa
vit eisini at kalla eina
nýggja 32 ára gamla
tyrlu!
Tyrla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Flogvøllurin: Hon minnir
rættiliga lítið um eina tyrlu
í heila tyki: Halin stendur
í einum staði og kabinan í
einum øðrum, – alt skrellað
fyri bæði motorar, innihald
og rotorbløð.
Inni í kabinuni eru tveir
mans í ferð við at passa ann
an forrútin til. Hetta gongur
ikki í fyrstu atløgu, men løtu
seinni eru teir nøgdir við
úrslitið. Teir fara nú eftir
hinum rútinum.
Teimum við lið stendur
ein maður íðin og arbeiðir
við eini plátu. Hon skal fíl
ast til, tí hon skal skiftast út
og síðani festast á tyrluna,
áðrenn hon sleppur á flog
aftur.
Atanfyri hann stendur ein
annar maður og arbeiðir við
sjálvum rotorinum á tyrluni.
Hann er tikin úr tyrluni og
stendur nú á gólvinum, har
hann verður eftirhugdur og
allar defektir lutir verða skift
ir út.
Millum hesar menn gongur
ein annar maður við eini bók
í hondini. Hann steðgar á,
spyr teir onkran spurning og
skrivar upp í bókina, áðrenn
hann fer víðari til tann næsta
mannin.
Hetta er flogteknikkarin,
Jens Eystein í Løði. Hann er
maðurin sum hevur dagliga
leiðsluna av hesum arbeið
inum.
Og tað er ikki so lítið, hann
skal halda skil á. Sambært
áðurnevndu bókini eru einar
125 ymiskar uppgávur, ið
hoyra til hetta eftirlitið. Men
sum skilst koma altíð aðrar
uppgávur fram undir slíkum
arbeiði.
– Jú, hetta er eitt stórt,
men kortini sera spennandi
arbeiði, sigur Jens Eystein.
Teir báðir menninir við
vindeygað rópa á hann.
Hann fer yvir til teirra, og
løtu seinni verður henda
Sum ein nýggj tyrla