Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2006 3 við­merkingin skrivað niður í týdn­ingarmiklu bókina. 3000 tímar Kemur tú inn í stóra hang­ arin hjá Atlantsflogi so ber tú fyrst eyga við eitt av flogførunum hjá fe­lag­num. Men har yviri í einum horni av hangarinum stend­ ur tað, sum einaferð var ein tyrla. Í dag sær hon rættiliga nakin og ber út, men ynskið er at gera alt fyri trygdina hjá teimum ferðandi. Hana verður einki slakað uppá. Tað er ikki uttan orsøk at hon sær soleiðis út: Tyrlan er í løtuni til eitt av stóru og kravdu eftirlitunum, sum kønar føroyskar og út­lendskar hendur taka sær av. Skipanin er hon, at tá tyrlan hevur flogið í 3000 tímar ella hevur flogið í fimm ár, skal hon til eftirlit. Ella sum Jens Eystein sigur tað: – Tað er ikki so, at ein skal bíða í fimm ár til eftirlitið skal gerast. Flýgur tyrlan 3000 tímar eftir einum ári, so verður eitt slíkt eftirlit sjálvandi gjørt tá! Tað er júst eitt slíkt, sum verður gjørt í hesum døg­ um her í hangarinum. Eitt “struktur-chek”, sum tað eitur á flogmáli. Hetta merkir í stuttum, at alt verður tikið innan úr tyrluni, og hvør einasti partur av henni verður eftirøhugdur væl og virðiliga, bæði instru­ ment, motorar, bløð og sjálvur skrokkurin. Snøgt sagt alt! Er minsta tekin um slit ella rust, verður hetta skift út. Tyrlan er, og skal altíð verða, trygg hjá teimum ferð­andi. Tað syrgja hesir menninir fyri! Vitan og royndir Hetta umfatandi eftirlitið byrjaði fyri meiri enn einum mánaði síðani. Nú er komið nakað væl áleiðis, og væntað verður tí, at tað verður liðugt miðskeiðis í apríl. Umframt Jens Eystein eru m.a. nakrir plátusmiðir sum hyggja eftir skrokkinum á tyrluni, meðan tveir aðr­ ir arbeiða við ymiskum kom­ ponentum í tyrluni. At gera eina slíka umfat­ andi og neyðuga umvæling kostar sjálvandi pening. Men sum teir siga: Tá tal­ an er um trygdina hjá teim­ um ferðandi, skal einki sparast! Eftirlitið av nýggjaru tyrl­ uni hjá Atlantsflogi varð gjørt herfyri og kostaði um 6 mió. kr. Hetta varð gjørt á eini enskari verksmiðju, sum liggur nærhendis London. Men eftirlitið av hesi eldru tyrluni verður altso gjørt her í Føroyum. Óhugsandi er ikki, at tað somuleiðis verður bíligari at gera. Spardi peningurin er kortini ikki einasti fyri­ mun­urin við hesum. Við í eftirlitinum eru nevniliga fleiri føroyingar, og fyri teir merkir hetta, at teir fáa størri vitan um hetta arbeiðið. Og royndirnar í arbeiðinum at gera slíkt eftirlit kann helst ikki roknast út í peningi. – Teir fáa nógv nýtt at vita, tí tað er sjáldan at tyrlan verður tikin so nógv sundur, sum hon er nú, staðfestir Jens Eystein. Sum nýggj Í flotanum hjá Atlantsflogi eru tvær tyrlur – ein frá 1996 og henda, sum er frá 1974. Hóast hon longu hevur 32 ár á baki, er ikki talan um eina tyrlu sum ein noyðist at skifta út fyrsta dagin. – Nei, við hesum eftirlitin­ um verður tyrlan so at siga null-stillað. Tað eru ikki nógvir lutir á hesi tyrluni sum eru heilt aftur frá 1974. – So her er at kalla talan um eina nýggja tyrlu, sum fer aftur á flog í næsta mánaði, sigur Jens Eystein. Jens Eystein í Løðu hyggur eftir teirri avmonteraðu tyrluni. Tá talan er um eftirlit og trygd verður einki spart Mynd: Jens Kr. Vang Alt er tikið av tyrluni – eisini motorarnir, sum fáa eina stóra yvirháling í hesum sambandi Mynd: Jens Kr. Vang