Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 58 - 22. mars 2006 Leygarkvøldið verður aftur ein gospelkonsert á skránni. Hesaferð eru tað tey ungu innan Heimamissiónina sum skipa fyri Gospel Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Leygarkvøld­ ið verður ein gospelkonsert á skránni. Talan er um tað árligu HMU-konsertina, sum HeimamissiónsUngdómur skip­ar fyri. Eins og í fjør verður kon­ sertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í ár verða tríggir bólkar á skránni: Proclaim, VOX og ein bólkur úr Vágum. Fjølbroytni Teir tríggir bólkarnir sum fara at spæla leygarkvøldið eru bæði kendir bólkar og ein heilt nýggjur bólkur. Bólkurin Proclaim er mann­­aður úr Eyst­ur­oynni og Streym­oynni. Teir ungu menninir í bólkinum hava gjørt rættiliga nógv vart við seg ta seinastu tíðina, við sínum sera fjølbroytta og væl­svingandi tónleiki. VOX er rútmiskt gospelkór mannað við eysturoyingum. Kórið hevur eftirhondini fleiri ár á baki. Stílurin er alt frá stillum accapella til lívligan rútmiskan gospel. Og so er tað tann nýggi bólkurin Abide, mannaður úr Vágum, sum mong helst síggja fram til at hoyra. Tað er tó ikki bert tónleikur á skránni á konsertini. Millum framførslurnar verður ein andakt og videoklipp víst á stórskíggja. Royndir og nýggir bólkar hittast á konsert Lions Club: Vikuna undan páskum fer felagsskapurin aftur at skipa fyri sonevnda Tulipan-tiltakinum hvørs herróp er “Nei til narko”. Her fer at bera til at keypa sær eitt serstakt blómu­tyssi við tulipanum, har eitt skelti stendur við áskrift­ini “Nei til narko”. Eitt slíkt blómutyssi við 10 tulipanum kostar 250 kr. Peningurin fer til fram­ haldandi upplýsing um rús­ evni. Lions-feløgini hava sein­astu sjey árini skipað fyri sokallaðum Lions Quest-skeiðum fyri fólka­ skúlalærarar. Hetta er í gjørt í samstarvi við Rúsdrekka- og Narkotikaráðið. Enda­ málið við hesum er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so teir duga at siga nei til rúsevni. sb. Tulipanir móti narko Klaksvík: Kirkjuliga Missi­ónsfelagið hevur nú fingið nýggja skrivstovu á Stangavegi í Klaksvík. Missiónsfelagið hevur annars skrivstovuhølir í Missi­ónshúsinum við Landa­vegin í Havn. Men missi­ónsleiðari teirra, Øss­ ur Kjølbro býr í Klaksvík, og tí hevur saknur verið á slíkum hølum í hansara heimbýi. Í farna mánaði varð av­tala gjørt við Com Data í Klaksvík um leigu av skrivstovuhølum til missi­ óns­skrivaran og annað virk­ semi hjá felagnum. Á sama staði verður eis­ ini útgerð til teirra, sum seta upp blaðið hjá fe­lag­ num “Kirkjuligt Missi­óns­ blað”. sb. Fuglafjørður: Nú skal eitt fólk setast at taka sær av teimum grønu økjunum í bý­num og annars taka sær av viðlíkahaldi av frí­økjum. Fuglafjarðar kommuna søkir í hesum døgum eftir býargartnara sum skal set­ast í starv nú í summar. Uppgávurnar hjá hesum fólki verður í fyrsta umfari at hava dagligu leiðsluna á gartnaradeildini og um umsita nýgerð av fríøkjum og viðlíkahaldi av teimum. Viðkomandi skal eisini um­sita kirkjugarðarnar í komm­ununi, spæliplássini og leikvøllin og økið rund­ an um hann. sb. Missiónsfelagið fær nýggja skrivstovu Býargartnari til tey grønu økini Pauli Reinert Poulsen er ein av ungu, men royndu monnunum í bólkinum Proclaim. Hann verður eisini at hoyra leygarkvøldið