Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2006  – Nógvir pensjónistar sita einaferð afturat við sviðusoð, nú pengar verða býttur sundur til dagtilhaldini kring landið og tað harmast Kári P.Højgaard, løgtingsmaður, um Forsømdir pensjónistar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað líkist ongum, at nógv pensjónistafelag aftur í ár skulu vera við sviðusoð. Tað heldur Kári P. Høj­ gaard, løgtingsmaður. Nú hevur Almannastovan aftur býtt pening út til tey ymsu dagtilhaldini kring landið. Men nógv av pensjónista- tilhaldunum fáa ikki eitt oyra av hesi játtan. – Almannastovan hevur gjørt av bara at lata teimum gomlu tilhaldunum játtan. Men eg haldi, at tað er átalu­ vert, at ikki øll tilhaldini fáa burturav, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at tað er sjálv­ sagt, at játtanin verður býtt sundur ímillum tey tilhaldini, sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðul. – Ein stórur trupulleiki er, at nógv pensjónistafeløg vita ikki av, at tey hava rætt til stuðul, tí kunningin er ikki nóg góð. Á tingfundi seinnapartin í dag, ætlaði Kári P. Høj­ gaard tískil at spyrja lands­ stýrismannin í Almanna­ málum, Hans Paula Strøm, um hesi viðurskifti. Hann vil tískil hava lands­ stýrismannin at útgreina, hvussu nógvar umsóknir vóru um stuðul til dagtilhald hjá pensjónistafeløgunum. Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvar av hesum umsóknum vórðu játtaðar, og hvussu nógvar umsóknir vórðu afturvístar. Somuleiðis vil hann hava at vita, um umsóknir eru af­t­ ur­vístar, hóast tær annars lúka treytirnar fyri at fáa stuð­ul og at enda vil hann hava at vita, hvør hevur tik­ið avgerðina um, hvør skuldi fáa stuðul og hvør skuldi ikki fáa og, hvørjum grundarlagið, avgerðirnar eru tiknar á. Stórt gleði og gagn Løgtingsmaðurin vísir á, at dagtilhaldini eru ein tann týdningarmesti part­­urin av játtanini til um­­sorg­an­ ararbeiði. – Tað eru nógvir pen­ sjón­istar í landinum, sum hava stóra gleði og gagn av teimum tilhaldum sum eru. – Hesi tilhaldini eru við til at hjálpa nógvum pen­ sjónistum til eitt sjálvbjargið gerandislív. Tey koma saman at njóta felagskapin, ymisk tiltøk, bingo, fimleik, binda, seyma, umframt annað hand­ verk. Kári P. Højgaard vísir á, at talið á dagtilhaldum veksur alsamt og helst eru nógvir raskir og frískir pensjónistar, sum kundu hugsa sær at farið undir líknandi virksemi umsastaðni í landinum. Hann ivast ikki í, at tey sum í ár hava søkt, og fingið noktandi svar, eru uttan iva sera vónsvikin. Hann vísir eisini á, at tey sum standa fyri hesum tilhaldum, ofra stóran part av tíðini til sjálvboðið arbeiði fyri onga løn, samstundis sum summi pensjónistafeløg, standa í stórari húsaskuld. – Hjá hesum feløgum fer næstan øll orkan til at skipa fyri tiltøkum ið geva pening, so tey kunnu klára rentur, avdrátt og rakstur og tað kann ikki verða meiningin, heldur Kári P. Højgaard. Sí meiri á síðu 8. Átalar at øll ikki fáa líka Tað, sum fer fram nú, kann ikki vera meiningin, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður