Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 58 - 22. mars 2006 Konsertferðir til teir báðar stóru bólkarnar, eins og ferðir til Champions League finaluna og Lalandia verða at vinna, tá ÍF- stuðlar hósdagin til leygardagin skipa fyri tiltaki á Torginum í SMS Tiltak tíðindaskriv Hvør kundi ikki hugsað sær at sloppið til Lalandia ella konsert við Rolling Stones ella The Eagles ella til Champions League finaluna í París? Hetta fáa øll vitjandi í SMS møguleikan til frá hós­ degnum til leygardagin, tá ÍF-stuðlar skipa fyri øðrvísi og forvitnisligum tiltakið á Torginum í SMS. Gálgasino, tombola og el-bilar Í sambandi við tiltakið á Torginum, hava fuglfirð­ ing­ar fingið fatur á einum sokallaðum Gálgasinu- spæli, sum er ein pláta við 240 feltum á, sum eru merkt frá 1-240. Seldir verða lutaseðlar frá 1-240, og tá ið hesir eru seldir, verður ein terningur sleptur úr gáganum í miðjuni á plát­uni, og tað talið, sum terningurin fellur á, hev­ ur vunnið vinningin. Hós­ dagin kl. 17.15 verður drig­ ið um 2 atgonumerki til Rolling Stones konsertin, sum verður í Glasgow 25. august. Somu tíð fríggjadagin verður drigið um 2 atgongu­ merki til Eagles konsertina, sum verður í Londin 17. juni. Seðlarnir til hesi bæði spølini kosta kr. 50,00 fyri hvønn. Leygardagin kl. 15.30 verður lutakast um størsta vinningin, sum er ein ferð fyri tveir persónar til Champions League final­ una í fótbólti, sum verður í París 17. mai. Hesir seðlar­ nir kosta kr. 100,00 fyri hvønn. Íroknað allar vinning­ar­ nar er gisting, flogferð og ávísur flutningur. Umframt burturlutingina av stóru vinningunum í Gálgasino-spælinum, eru el-bilarnar til smærru børnini, vøru- og bamsu­ tombola, skava&vinn-seðl­ ar og luta­seðlasøla. Sudoku-kapping Í sambandi við tiltakið í SMS verður eisini skipað fyri sudoku-kapping. Í mesta lagi 32 luttakarar fara at kappast um heiðurin sum »Besti Sudoku-spælari«, um­framt at vinnarin fær eina familjuferð við Smyril Line. Kappingin verður skipað í tveimum innleiðandi um­førum, eitt hósdagin og hitt fríggjadagin. 16 lut­ tak­arar fáa pláss til hvørt umfarið, harav tveir fara víðari til finaluna, sum verð­ur leygardagin. Á torg­inum verða settir upp tveir stórskíggjar, har tveir luttakarar loysa hvør sína uppgávu. Tann ið er fyrstur at loysa uppgávuna, fer víð­ ari. Kappingin er sostatt skip­að eftir einum cup- leisti, har hvørt innleiðandi umfarið so endar við tveim­ um luttakarum, sum hava vunnið sær pláss í finaluni. Í sjálvari finaluni, sum verð­ur leygardagin 25. mars, verða sostatt fýra lut­takarar sum kappast um høv­uðsvinningin, sum er ein familjuferð til Lalandia, fyri fýra persónar við bili. Seinasta freist at melda til, er mikukvøldið 22. mars á tel. 556661 ella sudoku@ kallnet.fo, og fullteknað er tá 32 luttakarar hava boðað frá luttøku. Leygardagin kl. 13.30 verður málningaupp­boðs­ søla á Torginum. Máln­ ingar, sum seldir verða á uppboði, kunnu skoðast á Torginum frá hósdegnum. Listafólkini, sum hava mál­ að, eru Øssur Mohr, Heðin Kambsdal, Frits Jo­hanne­ sen, Ian Luid og Randi Gunn­arsdóttir. Upp­boðs­ sølu­haldari leygardagin er Torbjørn Jacobsen. Í hesi vikuni verður høvið at fara til tríggjar fjølbroyttar spælimannskonsertir við danska bólkinum Instinkt og føroysku Spælimonnunum Konsertferð Tíðindaskriv Konsertirnar verða í Ung­ mannafelagshúsinum Keld­ uni í Skálavík hóskvøldið 23. mars kl. 19, í Bryggjuni í Vestmanna fríggjakvøldið 24. mars kl. 23, og í Kaféini í Norðurlandahúsinum leyg­ ardagin 25. mars kl. 16. Hetta er seinasta FO-DK Kon­sertferðin í vetur, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT, DJBFA og DAF. Konsertirnar eru stuðlaðar av Atlantic Air­ ways. Instinkt Instinkt spælir fólkatónleik við støði í bæði donskum, norðurlendskum, írskum og fronsk­um/kanadiskum fólka­ tónleiki. Men tónleikurin hjá bólkinum er eisini ávirk­ aður av heilt øðrum tón­ leikasjangrum, og verður oftani nevndur “folkbeat”. Instinkt gav út fløguna “HUR!” í 2002, og í 2003 fingu tey fýra virðislønir á Danish Music Awards Folk, millum annað fyri ársins fólkatónleikafløgu og ársins ljóðførisleikara, sum fór til trummuspælaran í bólkinum, Vivi di Bap. Instinkt hevur síðani bólkurin bleiv stovn­ aður fyri fimm árum síðani verið á konsertferðum bæði í Danmark, Norra, Týsklandi, Skotlandi, Hebridunum, Pól­ landi og Kanada. Limirnir í bólkinum hava spælt í bólk­ um sum Moving Cloud, Kætter Kvartet, Impota­tors og Sorten Muld, og live­ framførslan hjá Instinkt hev­ur millum annað verið samanlíknað bæði við Gåte og Kaizers Orkchestra. Í In­stinkt spæla Søren Kors­ høj Nielsen (violin, vokal, gittar), Louise Ring Vangs­ gaard (violin, vokal), Martin Seeberg (floytur, bratsj, “dreje­lire”, gýðingaharpu, vokal), Malene Daniels Beck (el-bass, kontrabass, vokal) og Vivi di Bap (trummur, djembe, slagtól, vokal). Spælimenninir Spælimenninir spæla tradi­tio­ nellan og modernaðan norð­ urlendskan og amerikanskan fólkatónleik. Bólkurin hev­ur spælt saman í meiri enn 20 ár, og hevur verið á hópin av konsertferðum í Danmark, Svøríki, Orkn­ oyggjunum, Hetlandi, Skot­ landi, Fraklandi, Fin­landi og USA, har tey mill­um annað hava spælt á fólka­tón­ leikafestivalum og øðrum ko­nsertstøðum. Bólkurin hev­ur útgivið íalt 8 fløgur. Á hesi konsertferðini eru tó nøkur av upprunamanningini skift út við nýggjari yngri manning, og bólkurin er so­statt samansettur av Dan­iel Nielsen (violin), Ange­lika Nielsen (violin), Ják­up Lützen (violin), Ívar Bærentsen (mandolin, gitt­ ar), Andreas Restorff (bass), Kristian Blak (klaver) og Sharon Weiss (blokk­ floytu). Í dag almannakunn­ ger Asfalt 2 nøvn aft­urat á ársins tón­­ leika­tiltaki. Fyri­­reik­ ararnir hava tryggjað sær vágabólkin Vill­ menn og Deja Vu úr høvuðs­staðnum Asfalt Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Villmenn og Deja Vu verða millum bólkarnar, ið fara á pall á Asfalt í Tórsgøtu í summar. Bólkarnir ið higartil eru almannakunngjørdir fevna breitt, men eingin ivi er um, at hesi bæði nøvnini geva tiltakinum enn meira breidd. Hetta eru tveir egnir bólkar, ið á hvør sín hátta eru besti føroyski bólkur innan sína tónleikagrein. Kontripunkur frá Villmonnum Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir í Villmonnum eru altíð ein stórsligin tónleikauppliving. Tónleikararnir í Villmonnum eru eingir ársungar innan rútmiskan tónleik. Bólkurin er ein samanrenning av Holg­ar og Villmonnum og prix final­ist­un­um frá 1997 Arrest­ment. Tvær av størstu rokk­hetj­un­um nakran­tíð úr Vágum, Finnur Joen Jacob­ sen og Holgar Jacobsen, eru frontmenn. Bólkurin gav í fyrra árið fløguna Feikleikans Ringrás út, og hendan verður rokn­ að sum ein sannur før­oysk­ ur kultklassikari, við undir­ grundslandaplágum sum tittullagnum og ”Løggan kem­ur”. Í løtuni arbeiðir bólk­urin við eini nýggjari út­gávu. Á heimasíðuni hjá Vill­monn­um finst ein for­ smakk­ur uppá fløg­una, kær­ leikssangurin Cyberspace. Hesin kom beint inn á 15 tær bestu, og kann lætt gerast bæði kvøðuljómsklassikari og undirgrundshitt. Dreymarokkur frá Deja Vu Deja Vu fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Líka síðan tá hava føroyingar bíða eftir fyrstu fløguni hjá bólkinum. A Place To Stand On kom út í fjør og var m.a. vald ársins fløga av lesarum hjá Dimmu. Á Planet Awards var fløgan somuleiðis í uppskoti til bestu fløgu. Tónleikurin er ein sveim­ andi og droymandi streymur av tónum, ið dregur lurtaran inn í alheimin hjá bólkinum. Teir skapa eina flotta ljóð­ mynd. Bólkurin hevur tveir odda­ menn, Líggjas og Flóvin, ið skiftast um leiklutin sum sangari. Bólkurin hev­ur spælt á flest øllum tón­leika­ tiltøkum í Føroyum, og tað er greitt at bólkurin hevur vónir um at gerast kendur uttanfyri Føroyar. Nógv nøvn eftir Fyrireikararnir av Asfalt hava ætlanir um, at eini 70 bólkar vera við á Asfalt. So nógv nøvn eru eftir at almannakunngerða. Higar­til eru hesi 16 nøvn al­manna­ kunngjørd: 200, Annika Hoy­dal, Deja Vu, Isadora & The Rebels, Kamarkórið, Kári Sverrisson, Lena, Makrel, Marius, Poppkorn, Pætur við Keldu, Safir, Side Effect, Skunk, Stanley Samuelsen og Villmenn. Ein vitnisburður um breiddina og høgu góðskuna í føroyskum tónleiki. Rolling Stones og Eagles á torginum Kontripunkur og Dreyma­ rokku í Tórsgøtu Konsertir við Instinkt og Spælimonnunum Talan er um norðurlendskan og amerikanskan fólkatónleik í breiðum høpi Deja Vu góvu eina av ársins best umtóktu fløgum út í fjør Hós­dagin kl. 17.15 verður drig­ið um 2 atgonumerki til Rolling Stones konsertin, sum verður í Glasgow 25. august