mikudagur 22. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2006
7
konsert
tíðindaskriv
Frelsunarherurin í Vági skip
ar um páskini fyri trimum
konsertum við kenda danska
vísusangaranum Hans Jørn
Østerby. Hans Jørn er føddur
í Tommerup á Fjóni í 1963.
Hann vaks upp og býr í
Skjern í vestur Jútlandi, er
giftur og hevur fýra børn.
Í nógv ár spældi hann við
bólkinum Josua, sum í
1990 gav út fløguna ”En
verden til forskel”. Hendan
útgava, sum gjørdist ein av
mest seldu útgávunum á
kristna fløgumarknaðinum
í Danmark, gjørdist ein slóð
brótari fyri danskan kristnan
rokk. Síðani tá hevur Hans
Jørn mest spælt solo og tað
er blivið til 7 fløguútgávur.
Hann er nógv eftirspurdur, tí
árliga verður tað til uml. 100
framførslur á festivalum, í
útvarpi, sjónvarpi o.a. bæði í
Danmark og uttanlanda.
Hann var fyrstu ferð í Før
oyum fyri tveimum árum
síðani.
Konsertirnar í Føroyum á
hesum sinni verða:
Í Mentunarhúsinum í Fugla
firði fríggjadagin 7. apríl
kl. 19.30,
í Norðurlandahúsinum
leygardagin 8. apríl kl.
19.30
og á Gistingarhúsinum í
Øravík mikudagin 12. apríl
kl. 19.30.
Atgongumerki til konsert
irnar fáast á kunningarstov
unum.
Gospelkonsertir við
Hans Jørn Østerby
Í eini óvanliga
atfinningarsamari
greining sigur størsti
bankin í Danmark,
den Danske Bank,
at tað bert er ein
spurningur um tíð,
áðrenn íslendski
búskapurin rapar
Ísland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hækkandi lønir. Ein infla
tiónsrata á 4%. Ekstremt
lágt arbeiðsloyvi. Og ein
tjóðbankarenta, sum júst er
skrúvað heilt upp á 10%.
Hetta eru nøkur av heilt
greiðu vandatekinunum,
sum eru at síggja í íslendska
búskapinum. Í farnu viku
sendi danska Nykredit
út beinleiðis ávaring um
íslendsku støðuna, og nú
gongur Danske bank í sama
spori.
– Lítli íslendski búskapurin
er ein tann mest yvirhitaði
í Europa. Niðurtúrurin
lúrir beint handan hornið,
og talan verður um eina
harða uppbremsan. Ein upp
bremsan, sum kann helst fer
at geva ein negativan vøkstur
á 10% um árið komandi tvey
árini, verður millum annað
sagt í greiningini.
Trýst á partabrøvini
Seinnu árini hevur talan
annars verið um búskap
arligan metvøkstur í Íslandi.
Partabrævamarknaðurin er
mest sum eksploderaður, og
íslendsku stóríleggjararnir,
Baugur og Burderas, hava
framt risa-uppkeyp uttan
lands. Millum annað við at
keypa Magasin, Maersk Air,
Sterling Airways og ætlandi
eisini Marks & Spencer.
Sambært donskum serfrøð
ingum, so kann tó roknast
við, at virðið á hesum fyri
tøkum nú verður trýst niður
eftir.
– Ójavnvágin í búskapin
er so stór, at ein afturgongd
fer at koma heilt skjótt. Fíggj
armarknaðurin verður raktur
við høgari inflatión, einum
veikum íslendskum gjaldoyra
og einum sera stórum trýsti
á partabrævamarknaðin,
sigur senioranalytikarin,
Lars Christiensen, hjá Den
Danske Bank.
Trýstið á partabrøvini er
væntandi, tí mett verður,
at stóru íleggjararnir verða
noyddir at fáa kontantan
pening, tá lán skulu aftur
rindast, og tí verður talan um
eitt lutfalsliga stórt útboð av
partabrøvum.
Hetta kann eisini raka
føroysk virki, sum eru
skrásett á ICEX, og fyrstu
rembingarnar hava longu
verið at sæð. Føroyska Atlan
tic Petroleum hevur seinastu
tvær vikurnar uppliva
eitt stórt kursfall á sínum
partabrøvum, men enn er
talan tó um stóran vinning
hjá teimum íleggjarum,
sum longu áttu partabrøv,
tá føroyska felagið varð
noterað á marknaðinum.
Óli Breckmann og
John Johannesen
funnust av Tingsins
røðarapalli at
manglandi málsliga
førleikanum hjá
landsfyrisitingini
og mæltu til, at
fyristingin setir fólk í
starv, at hjálpa við at
orða viðmerkingar til
lógaruppskot
Tingmál
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Óli Breckmann saknar greið
ari orðingar í viðmerkingum
til lógaruppskot, ið koma á
tingsins borð. Hann skeyt
upp, at fyrisetingin setti eitt
blaðfólk ella onkran tílíkan,
ið dugir at skriva á greiðum
føroyskum máli, hvat málini
snúgva seg um.
Fløkjaslig orðing
Beinleiðis orsøkin til við
merkingarnar hjá Óla
Breckmann, var ein orðing
í viðmerkingunum til upp
skotið um endurgjald fyri
Oljudálking, ið varð við
gjørt í dag. Tað var orðing
in: ”Hesir sáttmálar gera tað
møguligt at rinda endurgjald í
sambandi við oljudálkingar”.
Henda orðing tykist at
siga, at her er talan um eitt
endurgjald, ið føroyingar
skuldu gjalda til onnur lond,
meðan talan í veruleikanum
er, at føroyingar kunnu fáa
endurgjald uttan í frá.
Óli Breckmann vísti á,
at tá tú lesur allar viðmerk
ingarnar til málið, so skilur
tú, hvat málið snýr seg um.
Men hann helt, at tað átti at
verið møguligt, at skriva á
einum so greiðum máli, at
tú beinanvegin varð greiður
um, hvat hetta snýr seg um.
Eitt uppfunnið mál
John Johannesen, tingmaður
fyri Javnaðarflokkin gav Óla
Breckmann rætt í sínum
atfinningum og fanst sera
hvassliga at fyrisitingini.
Hann segði, at málbrúkið í
lógaruppskotum, sum koma
frá fyrisitingini, gerst løgnari
og løgnari og torskildari og
torskildari. Hann vísti á, at
hetta er sera álvarsamt. Tí
tað er alneyðugt, at vanligi
borgarin skilur landsins
lógir. Málið, ið fyrisitingin
brúkar, er sambært John
Johannesen eitt uppfunnið
mál hjá fyrisitingini, hetta
er hvørkið føroyskt ella
útlendskt. Hann tók tí undir
við Óla Breckmann, ið helt,
at fyrisitingin átti at fingið
sær fólk, ið kundu lagt lag
á málsliga.
Jenis av Rana, løgtings
maður fyri Miðflokkin, helt
harafturímóti, at talan var um
greiðar orðingar, og heitti á
tingmenn um at fyrireika seg
betur, hann segði millum
annað, at viðmerkingarnar
hjá Óla Breckmann og John
Johannesen vóru nakað
tvætl.
Bjørn Kalsø, landstýris
maður segði, at hann tók
atfinningarnar á seg, og vildi
ikki afturvísa, at onkrar av
orðingunum vóru heldur tor
skildar.
Landsfyrisitingin hevur brúk
fyri málsligari vegleiðing
Íslendski búskapurin:
Bara spurningur um tíð
Óli Breckmann heitir á fyrisitingina um at leita sær málsliga
hjálp