Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 58 - 22. mars 2006 Eldrafelagið Nón, sum hevur 160 limir og góð og egin høli í Saltangará, er rættiliga vónsvikið av, at felagið ikki kann fáa eina krónu av játtanini til umsorganararbeiði. – Vit fingu at vita, at okkara virksemi fellir innanfyri karmarnar í lógini, og tí er tað ógvuliga hugstoytt, at vit ikki kunnu fáa burtur av hesi játtan, sigur formaðurin, Amy Djurhuus Eldraumsorgan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eldrafelagið Nón, sum hevur gjørt íløgur í rúmlig og góð høli í Saltangará, er eitt virkið felag. Regluliga verður skipað fyri bingo, og skipað verður eisini fyri fundum, hugnaløtum og út­ferðum av ymiskum slagi fyri teir mongu limirnar. At kalla á hvørjum ári ger felagið eisini eina utt­an­ landsferð. Útlendsk vin­ar­ feløg hava vitjað í Saltangará, og eldrafelagið hevur vitjað pensjónistafeløg í okkara grannalondum. Síðan felagið, sum áð­ ur húsaðist í hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hædd­ ini, fekk egin høli fyri 2-3 árum síðan, hevur eisini verið roynt at skapt felagnum inntøkur við at leiga hølir út til bólkar, sum koma at vitja um summarið. Soleiðis hevur Eldrafelagið Nón roynt at skapt sínum limum góðar og tryggar karmar um felagsvirksemi. Ógvuliga vónsvikin Men líkt er ikki til, at tær almennu Føroyar seta serliga stóran prís upp á hetta arbeiði – og í hvussu er sæst hetta ikki aftur í peningi, tá ið søkt verður um stuðul, sum er innan karmarnar í lógini. – Vit hava søkt um stuðul sambært løgtingslógini um umsorganararbeiði, sum er løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005, men hava fingið at vita, at vit kunnu ongan stuðul fáa. Áðrenn vit søktu, vendu vit okkum til Almannastovuna, sum umsitir játtanina og spurdu, um útlit vóru til stuðul, og haðani fingu vit játtandi svar. Amy sigur, at nú svarið er komið frá Almannastovuni, kundu tey kortini ikki fáa eina krónu. – Vit søktu um at fáa stuðul til tað, sum húsið kostar at reka í 2006. Í svarinum hjá Almannastovuni verð­ ur víst á, at okkara virk­ semið er innanfyri karm­ ar­nar í nevndu lóg um um­sorganararbeiði, men játt­anin røkkur ikki til allar tær umsóknir, sum koma. Vit skilja svarið soleiðis, at bert tær umsóknir verða gingnar á møti, sum áður hava fingið stuðul til hetta arbeiði. Hon sigur, at tá ið tey fingu at vita, at virksemið hjá Eldrafelagnum Nón liggur innanfyri karmarnar, sum lógin heimilar, er tað rættiliga hugstoytt, at tey ikki kundu fáa stuðul til felagsvirksemið, sum hóast alt snýr seg um eitt arbeiði, ið 160 limir standa aftanfyri. Í døpurhuga – Vit kundu eisini hugsað okkum at havt eitt fólk í húsinum, sum tók sær av at skipa fyri uppaftur størri aktivitetum við eitt nú fleiri tilboðnum um ymiskt handlligt ítrivsarbeiði fyri pensjónistar, men við ongum almennum stuðli er tað vónleyst, sigur Amy Djurhuus. Hon vísir á, at tey í løtuni eru í døpurhuga um framtíðina við felagsvirkseminum og teirri íløgu, tey hava gjørt í Saltangará. – Vit hava arbeitt hart, og vit hava trúð upp á tað arbeiði, vit gera, men í dag ivast vit í, um vit gjørt rætt at keypa húsið. Tá ið avgerðin varð tikin í 2003, hildu nevnd og limir, at vit áttu at skapt okkum betri umstøður til virksemið. Kommunan, sum hevur stuðlað okkum væl, hevði eingi høli at vísa á, men við góðum stuð­uli frá kommununi og øðrum fyritøkum í økin­ um eydnaðist okkum at keypa húsini, sum vóru eini lutfalsliga stór vanlig set­ hús. Amy sigur, at húsini kost­ aðu 1,3 mió krónur at keypa, men síðan hava limirnir í felagnum partvís umbygt tey, soleiðis at íløgan í dag táttar upp ímóti 2 mio krónum. Men samstundis eru húsini eisini vorðin nógv betur egnað til felagsvirksemi. – Tá ið vit høvdu keypt húsini, fóru vit undir at bróta niður og byggja uppaftur, sum hon tekur til. Alt er sjálvboðið Hon vísir á, at alt arbeiði, sum limir kundu gera sjálvir, er gjørt sjálvboðið, og síðan hevur felagið fingið lagaligar avtalur við ymiskar útbjóðarar í økinum upp á tað tilfar, sum hevur verið brúkt og tær instalatiónir, sum hava verið neyðugar. Vinnan í økinum hevur eisini verið við til at stuðlað felagsvirkseminum hjá Nón. – Men vit mugu bara ásanna, at kreftirnar hjá okk­ um, sum eru vorðin eldri, eru ikki tær somu, sum tær hava verið, og tá ið soleiðis er, og viðurskifti ganga ímóti, er skjótt at missa mótið. Hon sigur, at felagið hevur arbeitt miðvíst fyri at klára at fáa endarnar at røkka, og tað hevur higartil eydnast. – Men vit vita ikki, hvat framtíðin býðir okkum, og nú vit fingu noktandi svar upp á stuðul, sum fellir inn­ an fyri virksemið, ið lógin ásetir, eru vit bæði vónsvikin og í døpurhuga. Amy Djurhuus heldur, at myndugleikarnir áttu at sæð ta positiva í, at pensjónistar soleiðis kunnu savnast og gera nakað saman. – Tað er seint at taka hond um tey eldru og gomlu, tá ið tey einki kunnu meira, heldur hon at enda fyri. Amy Djurhuus, formaður í Eldrafelagnum Nón: – Vit eru ógvuliga vónsvikin Fríggjakvøldið verður alment tiltak í Losjuni í Gøtu, har fólk, sum búgva í Gøtu, men upprunaliga eru úr øðrum heimspørtum, fara at greiða frá og vísa myndir og film um landið, haðani tey koma Tiltak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Heitið á tiltakinum er ”Brøðralag millum tjóðir”, og á skránni verður eisini sangur við børnum, upp­ lestur av yrkingum, kaffi við onkrum aftur við og paraguanskur tónleikur. Áhugaverd skrá Fyrstir at leggja fyri verða Jacob og Johannes úr Etiopiu, sum saman við Elsu Jacobsen, fyrrverandi trúboðara, fara at greiða frá um fjarskotna landið í Afriku. Tey fara at greiða frá um fólkið, missiónsarbeiði og fara eisini at vísa myndir. Yuichi úr Japan og kon­an, Elsa Husgaard, fara somu­ leiðis at siga frá og vísa myndir úr Japan. Ramona og Flemming Petersen fara at vísa film og greiða frá um indiánarar og teirra livihátt í Paragyay. Yrkingar Á tiltakinum í Losjuni Glotti fer Óla Jákup Thomsen at lesa upp egnar yrkingar. Úr Gøtu siga tey, at av­ markað atgongd er til til­ takið, sum er alment. Atgongumerkini á 50 krón­ ur fáast við dyrnar klokkan 19 fríggjakvøldið. »Brøðralag millum tjóðir« í Losjuni í Gøtu Áhugavert tiltak verður í Losjuni Glotti í Gøtu fríggjakvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen – Vit vita ikki, hvat framtíðin býðir okkum, og nú vit fingu noktandi svar upp á stuðul, sum fellir innanfyri virksemið, ið lógin ásetir, eru vit bæði vónsvikin og í døpurhuga, sigur Amy Djurhuus, formaður í Eldrafelagnum Nón Mynd: Vilmund Jacobsen ”Gamal fremur, ungur nemur... ” er við í snotuliga búmerkinum hjá Eldrafelagnum Nón Mynd: Vilmund Jacobsen