mikudagur 22. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2006
9
Gongst sum ætlað,
letur flakavirkið
hjá Jákup Joensen í
Lopra upp um eina
góða viku. Men
stjórin heldur, at
kappingin er so hørð,
at tað er neyðugt at
seta førleikakrøv til
arbeiðsfólkið
Nýtt virki
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um eina góða viku kunnu
suðuroyingar vænta sær
arbeiðsboð á einum nýggjum
virki.
Tað er ætlanin hjá Jákupi
Joensen í Lopra, sum nú
er komin so mikið áleiðis,
at tann dagurin nærkast í
stórum, at virkið er klárt at
taka ímóti fiski.
Jákup Joensen sigur, at
hann hevur sett sær sum al
at taka ímóti fiski 1. apríl.
– Tað er okkurt lítið eftir
at gera á virkinum, áðrenn
tað er klárt, men væntandi
verður virkið liðugt 1. apríl,
sigur hann.
Ta fyrstu tíðina verður
Jákup Joensen sjálvur stjóri
á virkinum, men sum frá
líður, ætlar hann at finna
onkran annan at reka tað.
Á virkinum verður brúk
fyri 25-30 fólkum og tað
stendur ikki á at fáa fólk,
tí fólk hava staðið rættiliga
leingi á bíðilista.
Framleiðsluførleikin á
virkinum verður eini 20 tons
av lidnari vøru um vikuna.
Sostatt fer virkið at taka ímóti
einum 40 tonsum av fiski um
vikuna, ella gott tað.
– Men tað veldst alt um,
hvussu tað fer at liggja fyri
at fáa fatur á fiski, leggur
hann afturat.
Fiskin ætlar hann at keypa
á uppboðssøluni.
– Ætlanin er at hetta skal
vera eitt flakavirkið, men
sum flutningssambandið
er, liggur ikki so væl fyri
við við tí feska í Suðuroy
og tí fer virkið væntandi at
leggja fult so stóran dent á
fryst fløk.
Annars hevur Jákup Joen
sen rættiliga góðar vónir
um, at hetta flakavirkið fer
at bera seg.
Virkið áttu tey framman
undan og Jákup Joensen
hevur sjálvur arbeitt við at
gera tað klárt at taka ímóti
fiskið, so útreiðslurnar hava
verið rættiliga avmarkaðar.
Arbeiðsfólkið á nýggja
flakavirkinum í Lopra
verður úr nærumhvørvinum
har suðuri.
Og Jákup Joensen heldur,
at føroyingar skulu eina
fyrsta rætt til tað arbeiði,
sum er í Føroyum.
Men í tann mun, tað ikki
ber til at fáa arbeiðsfólk á
staðnum, eigur eitt virkið at
kunna fáa útlendska arbeiðs
megi.
Tað hevur verið eitt sindur
frammi um, at flakavinnan
hevur trot á arbeiðsfólki.
Hann kennir ikki nóg
nógv til málið og veit tí
ikki, hvussu tað ber til at tað
manglar arbeiðsfólk.
Men hann heldur, at ein
spurningur, sum ger seg
galdandi í hesum føri, er,
hvussu støðugt arbeiði, flaka
virkið kann útvega.
Førleikakrøv
til flakafólk
Jákup Joensen hevur fyrr
borið upp á mál, at tað er
neyðugt at seta førleikakrøv
til tey, sum skulu arbeiða á
virkinum.
Og tað heldur hann fram
vegis.
– Kappingin í flakavinnuni
er so stór, at tað er neyðugt
at seta førleikakrøv til tey,
sum skulu arbeiða á einum
flakavirkið.
– Tað merkir, at eitt
minstamark má vera fyri,
hvussu nógv virkið skal
virka fyri hvørt starvsfólk.
– Tìmalønin er rættiliga
høg og tí er neyðugt at virkið
er effektivt, tí annars verður
framleiðslan ov dýr.
Tì sigur Jákup Joensen,
at hann hevur sett sær sum
mark, at hvør reinskerari
eigur at kunna virka eini
60-65 kilo um tíman.
- Men tað veldst alt um,
hvat slag av framleiðslu,
talan er um, og, hvussu stødd
in er, leggur hann afturat.
– Er talan um stóran fisk,
gongur meiri ígjøgnum,
men skera vit beinfrítt
flak, minkar tað bæði um
úrtøkuna og um nøgdina ið
kann fara ígjøgnum.
Men hann leggur dent á, at
hetta setir ikki bara krøv til
arbeiðsfólkið. Tað setir eisini
krøv til virkisleiðsluna, at
allar maskinur eru so væl
stillaðar sum gjørligt, at
knívarnir so hvassir, sum
gjørligt og at alt annars
riggar, sum tað skal.
– Í eitt heilt ár hava
arbeiðsmenn í
Klaksvík havt verri
sømdir enn øll onnur
arbeiðsfólk í landin
um, men tað vilja teir
nú hava í rættlag
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðsmenn í Klaksvík
vilja nú hava somu sømdir
sum æll onnur arbeiðsfólk
í Føroyum.
Tað hava arbeiðsmenninir
í Klaksvík nevniliga ikki
havt í eitt heilt ár.
Í eitt heilt ár hava
arbeiðsmenninir í Klaks
vík fingið minni í eftirløn
og lívstrygging frá arbeiðs
gevarunum enn øll hini
arbeiðsfólkini í Føroyum
hava fingið.
Í fjør søgdu øll arbeið
arafeløgini sáttmálan upp
og samráddust við arbeiðs
gevararnar um ein nýggjan
sáttmála.
Tað endaði við einum sátt
mála, sum gav arbeiðsfólki
eina hækking í eftirløn og
lívstrygging.
Men Klaksvíkar Arbeiðs
mananfelag vildi ikki siga
sáttmálan upp og tí helt teirra
sáttmáli fram óbroyttur.
Sostatt hava Klaksvíkingar
í eitt heilt ár fingið minni
í eftirløn og lívstrygging
enn øll hini hava fingið.
Men høvdu teir heldur ikki
sagt sáttmálan upp í ár,
høvdu teir verðið enn meiri
afturútsigldur.
Men nú hevur Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag sagt
sáttmálan upp við arbeiðs
gevararnar og sum tað ein
asta arbeiðarafelag í land
inum, skulu teir sostatt til
samráðingar um ein mánað.
Sáttmálin gongur út 30. apríl
og Jóhan Andrias Reyðberg,
formaður í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag, sigur, at
enn hava ongar samráðingar
verið.
Men hann sigur, at enda
málið er heilt greitt, at
koma upp á sama støðið
sum øll hini arbeiðsfólkini
í landinum.
– Nú hava vit verið verri
fyri enn øll hini feløgini í eitt
ár, men tað gerst so ikki við
og nú er at líta frameftir.
Hann væntar ikki, at tað
verður nakar trupulleiki hjá
Klaksvíkar Arbeiðsmanna
felag at fáa tað sama sum
øll hini.
– Vit mugu royna at fylgja
við øllum hinum, leggur
hann afturat.
Sjálvur heldur hann, at
tað var skeivt av Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag ikki at
siga sáttmálan upp í fjør
saman við øllum hinum
arbeiðarafeløgunum,
tí
hann heldur avgjørt, at øll
arbeiðarafeløgini eiga at
samstarva.
– Ì mínum hugaheimi er
tað sjálvsagt, at øll feløgini
fara at samráðast saman
næstu ferð, at samráðingar
vera, sigur Jóhan Andrias
Reyðberg.
Suðuroyingar kunnu vænta
arbeiðsboð um eina góða viku
Gongst sum ætlað, fer Jákup Joensen at senda boð eftir
arbeiðsfólki á nýggjum flakavirki í Lopra um eina góða viku
Arbeiðsmenn í Klaksvík
krevja sama rætt sum øll hini
Endamálið hjá okkum er at koma upp á sama støðið, sum øll
hini arbeiðsfókkini í Føroyum og næstu ferð, eiga vit øll at
samráðast saman, heldur Jòhan Andrias Reyðberg, nývaldur
formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Stutt
um sátt
málar
Í fjør gjørdu øll arbeið
arafeløgini í landinum,
uttan Klaksvíkar Arbeiðs
mannafelag, nýggjan
tvey ára sáttmála við
arbeiðsgevararnar.
Sáttmálin bar í sær,
at 1. mai í fjør hækkaði
eftirlønin 0,5%, so at hon
nú er 4,1%. Samstundis
hækkaði lívstryggingin
0,5%, so at hon nú er 1,5
%. 1. mai í ár hækkar
eftirlønin aftur 2 % og tá
verður hon 6,1%.
Hesar ágóðar hava
Arbeiðsmenn í Klaksvík
ikki fingið av tí at teir ikki
søgdu sáttmálan upp.