Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 58 - 22. mars 2006 Hóast núverandi formaður Sambandsfloksins ikki hevur roynt seg sum formaður í eitt heilt valskeið og tí ikki hevur havt møguleika at leiða flokkin gjøgnum eitt valstríð, eru tað longu nú, tvey ár áðrenn løgtingsvalið, kreftir í flokkinum, ið ynskja annan formann. Hesar hava heitt á suðuroyartingmannin Johan Dahl um at stilla upp. Og hann hevur játtað. Uttan at gera okkum klók uppá ella leggja okkum út í innanhýsis viðurskiftini í Sambandsflokkinum halda vit tó, at tað kann sýnast løgið ikki at lata nýggja formannin sleppa at royna seg. Tað eru tey, ið halda, at hann er ov profilleysur. Men tað eru eisini tey, ið halda, at hann er vaksin við uppgávuni. Tað er ein sannroynd, at tað er kanska ikki heilt so lætt at profilera Sambandsflokkin sum áður, tá flokkurin var so mikið sambandskur, at tað var profilering í sær sjálvum. Nú er meira vítt til veggja og høgt til loftið í flokkinum, sum hevur førkað seg nakað frá gomlu, einvísu og monotomu sambandsleiðini. Nú er flokkurin í ávísan mun meira at finna á miðjuni, tá tað um samband/ sjálvstýri ræður. Í og við at rákið í samfelagnum hvat viðvíkur sjálvstýris­ politikkinum er farið frá polariseringini og meira til ein miðpolitikk, er greitt, at tað eru meira tey búskaparligu málini, sum upptaka flokkarnar og politikararnar eitt nú í Sambandsflokkinum. Tað er kanska her vit skulu vit finna eina av orsøkunum til, at kreftir í flokkinum vilja hava eitt nú Johan Dahl framat. Hetta kann – uttan at vit geva tí gætur – hava nakað at gera við, hvønn Sambandsflokkurin skal skipa landsstýri við eftir komandi val. Tað er nógv, sum bendir á, at sterkar kreftir í Sambandsflokkinum ynskja Fólkaflokkin har piparið grør, tá talan er um búskaparpolitikkin og her heldur vilja samstarva við eitt nú Tjóðveldisflokkin. Tað er heldur eingin loyna, at hesar kreftir, sum Johan Dahl helst er partur av, eru ikki ovurfegnar um samstarvið við Javnaðarflokkin ella løgmann eftir hansara handfaring av ávísum málum so sum Íslandssáttmálanum og ALS-máli. Tá hugsað verður um, at tað eisini var javnaðarløgmaður, sum koyrdi Johan Dahl frá, kann tað vera ein orsøk til, at tað er smávátt í reiðrinum millum partar av Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkin. Hetta eru sjálvandi bara metingar. Men kann tað hugs­ ast, at formansstríðið í Sambandsflokkinum er meira enn bara eitt stríð um ein formanssess! At tað kanska eisini er ein spíri, ein ábending um, hvussu partar av flokk­inum ynskja, at ein komandi samgonga skal síggja út! At somu kreftir helst síggja Tjóðveldisflokkin sum samstarvsfelaga! Nakað, sum er roynt áður. Og hvør veit um ikki Tjóðveldisfólk síggja hetta sum besta ella einasta møguleikan at koma skjótari aftur til valdið og afturfyri vilja bjóða Sambandsflokkinum løgmann! At formansstríðið í Sambandsflokkinum tí eisini er ein telving ella ”kortspæl” um, hvør skal vera løgmansevni hjá flokkinum til eitt komandi val! Og í tí høpinum er spurningurin um virkna og málrættaða fíggjarmálaráðharran sum formans- og løgmansevni uttan iva uppaftur meira áhugaverdur. Fríggjadagin fáa vit so at síggja, hvør situr við tí avgerandi trumfinum – hesaferð! DAGSINS MEINING Sosialurin Meira enn eitt formansval! VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ja, Barbara Samuelsen, ella tit ið sjuskaðu við redi­ geringini í degi og viku hóskvøldi, og gloymdu at klippa hesa heldur óhepnu meðalvarping út, eru góður íblástur til yvirskriftina á hesum lesarabrævi. Mein­ ingin var annars at nýta yvir­ skriftina:” Hvat er galið við klakksvíkingum?” Men eg helt, at meðalvarpingin hjá Barbaru hóskaði so nógv betur at lýsa klakksvíkingar við... Tað er serliga orði “um­aftur” ið eg hefti meg við. Tað er ikki lang tíð síðani, at klakksvíksprestur var í teim føroysku bløðunum, fyri at koma eitrinum, ið nevnist slatur til lívs. Slatur um seg og sítt húski. Minnist meg rætt var tað rættiliga vemmiligur slatur, sum ikki ein hvør megnar at bera. Eg sum búgvi í Sørvági, og hvørki kenni prestin ella klakksvíkingar, havi tí ongar fortreytir til at taka støðu í einum slíkum málið. Men tað er heldur ikki endamálið at eg skrivi. Tí nú hendir nak­að tað sama “p...doy also umaftur” (fyri at citera Barbaru) har norðuri. Heldur ikki í hesum málin­ um um Getsemane havi eg fortreytir at taka støðu, hvør hevur rætt ella skeivt. Men tað sum eg meini er dundrandi skeivt, er at øll tey ið ákæra, eru duld og siga seg ikki tora traðka fram. Meðan tey ið ákærd vera, skulu gera so væl at stilla upp, og svara ákærum sum tey ikki eingang vita hvagar tær koma frá. Halló er nakar heima har norði? Hevur ong­in av tykkum somikið “guts?” Um tykkara ákærur eru væl grundaðar, og tit vilja nakað konstruktivt við hesum, so stígi fram! Onkur av tykkum foreldrum sum eru so bangin um tykkara børn, Standi fram og sigið tað tit hava hug at siga! Latið okkum fáa veruligt fakta á borið. Skal ein trúgva André í morgunsendingini í farnu viku, so hevur ikki eitt, av hesum avvarðandi havt nakra samrøðu við hann. Leingi livið tann “kon­ fliktsky” føroyingurin. Men tann sum ber prís­ in í øllum hesum, er sálar­ frøðingurin Heri í degi og viku. Hann hevur rætt í, at tað er ein stór ábyrgd, at hava við ungdóm at gera. Og at ungdómur og børn eru ógvuliga viðbrekin, og taka lætt ímoti ávirkan. Men har frá at siga at André ikki er at tosað við, at onki hevði komið burtur úr, um eitt foreldur tosaði við hann. Á henda hátt at viðgera, og gera niðurstøður um ein persón haldi eg er langt úti. Antin er Heri ein heilt ótrúliga dugnaligur sálarfrøðingur, ið kann”diagnosera” fólk útfrá eini 5 min. reportasju, sum Kringvsrpið hevur klipt bæði sundur og saman. Ella er hann heilt ótrúliga óprofessionellur, og fullur av forútfataðum meiningum. Eg kundi eísini sagt, at hann bæði er arrogantur, tápuligur og allarhelst brúkar ein bí­ligan deodorant. Men so geri eg sama feil sum hann, nevnliga dømi hann útfrá somu fortreytum sum hann dømdi og “diagnoseraði” André so meistarliga í Degi og Viku:”Tað hevur eisini eina ábyrgd við sær at úttalað seg sum sálarfrøðingur” Heri góði. Tað ábyrgd tókst tú hóast alt frægast við ikki at vera fjaldur og dulnevndur í mun til hasa dulnevndu mammuna. Tað syrgiliga? Ja tað er at tey ið ákæra og partvís íspinna søgur sleppa undan øllum hesum. Er tað nakar við mær ið hevur hug at rópa CHICKEN? Andre og hansara familja hava vónandi harða húð í hesum døgum. So kunni vit kjakast sum vit vilja um at brenna fløgur, um vill møtir, um dópar, um tungutalu, religiónsøsing osv. tað er onki nýtt í tí kjak­ inum. tey kjakaðust eisini um tað í bíbliuni. og fara óiva at halda áfram við tí. Men tað sum eg eftirlysi er moralin í kjakinum. Er hann fullkomiliga gloymdur? Hev­ ur hann onki at siga, bara so leingi eg sleppi at siga mína hugsan og sleppi undan at taka ábyrgd av mínum orð­ um? Um orðini skulu hava nakra vekt má navn og andlit leggjast til. Kanska ein fer, nú Norð­ oyar tunnilin opnar, á møti í Getsemane. Var einaferð til eitt bønarskeið. Tað var bæði gott og uppbyggjandi fyri anda sál og likam. Tað var eitt sindur larmut, men ikki meir larmut enn fótbóltsdystir, dansur og ann­að vit føroyingar uttan trupuleikar fara til, uttan at draga dulnevnir í fjølmiðlum og sálarfrøðingar uppí leik­ in. Við kjakmoral kvøðu. P...doyð also umaftur... Sørvág Vinjard Magnussen Gunnar Skúvadal hevur í bløðunum eina áheitan til kringvarpið um at bera so í bandi, at lata vera við at flyta barnasendingina sunnumorgum fyri formil 1 kappkoyringum. Gunnar sigur at vit Formil 1 áhugaðu hava óavmarkaðar møguleikar at síggja Formil 1 kappkoyringar, aðrastaðni frá. Men her fer Gunnar skeiv­ ur. Tað er nú einaferð soleið­ is, at kringvarpið er tað einasta, sum sendir Formil 1 í sjónvarpið sum vit før­ oy­ingar síggja. Hvørkið Tele­varpið ella Canal digi­ tal senda allar Formil1 kapp­­koyringarnar, í sínum ”pakkum“. Her hevur kringvarpið ein giltan møguleika at vísa nakað sum vit ikki hava møgu­leika til at síggja á øðrum rásum. Til kringvarpið. Takk fyri at at tit vísa formil 1! Gott í tykkum, latið okkum hava Formil 1 í frið, sjálvt um hetta onkuntíð órógvar aðrar fastar sendingar. Formil 1 er, hóast alt, ein tann størsta ítrottarkappingin í heiminum. Nei Gunnar, nú ferð tú skeivur! Hoyvík Petur Skeel Dahl