Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2006 11 F ara vit 30-40 ár aftur í tíð­ina arbeiddi Løg­­­ ting­­ið nógv við grunn­­ um. Har vóru havna­grunn­­ ur, vega­­g runn­­ur, grunn­­ur til end­­ur­­nýgg j­an av fiskiskipa­ flotanum o.s.fr. Hetta sást aftur á fíggj ­­­ ar­lóg­ini við ym­isk­um játt­an­um, men ikki við nýtsl­uni. Hin­vegin sást á status (ikki rakstr­in­um) játtanin øðru­megin og nýtsl­ an hinu­megin fyri hvønn grunn sær. Argu­ menta­tiónin fyri hesi skipan var, at játtanir kundu “goymast” til seinri ár. Hetta vísti seg sum frá leið ikki at vera hósk­­andi, og grunnarnir vórðu so við og við avtiknir, og játt­­anar­ skipanin og rokn­skapar­ førslan gj ørd meiri liði­ lig. Nú ligg ur á tingborði upp­­skot til løgtingslóg um land­sins játtanarskipan. Eft­ir hesum uppskoti skal í prin­sippinum alt, sum hevur við almennar (eg meini ikki bara við lands) skipanir at gera, fara yvir fíggj arlógina og inn á landskassans rokn­ skap. Á hendan hátt kann skjótt ivi stinga seg upp um, hvør eigur hvat av sam­­felagsins búskaparligu ognum. Sjálvt um ætlanin ikki er, at landskassin skal eiga alt, so kann hetta skjótt gerast endin. Tað vil siga ein sníkjandi nationalisering. Sum heilt nátúrligt er, hev­ ur orðaskifti tikið seg upp, um til dømis arbeiðs­ loysis­ skipanin á hendan hátt endar beinleiðis í landskassanum. Størsta varsemi má tí vís­ ast, áðrenn ein slík lóg um játtanarskipan verður sam­ tykt. Skattur Høvuðsspurningurin, ella í hvussu so er ein sentralur spurningur, er, hvat ið skal skiljast við hugtakið skatt. Hetta má tí útgreinast sera neyvt. Tað er ikki nógmikið at siga, at skattur (sum skal á fíggj arlógina) er gj øld, sum verða kravd frá fólki uttan beinleiðis mótveiting. Tað má heldur vera ein orðing, sum sigur nakað um, at skattur er gj øld upkravd av landið ella kommunum, og sum ikki eru ætlað til serstakt endamál. Vit hava í løtuni hesar skattir (ikki úttømandi): • Inntøkuskattir: • Landsskatt, persónar • Partafelagsskatt • Kommunuskatt, persónar • Nýtslugj øld: • Meirvirðisgj ald • Toll- og innfluttnings- gj øld • Skrásetingargj øld, akfør Harafturat hava vit ymisk brúkaragj øld, sum ikki eru skattir, men kortini hoyra heima á fíggj arlógini, tí tey eru gj øld fyri nýtslu av al­mennum stovnum. Dømi eru tinglýsingargj øld, gj øld til Bileftirlitið, gj øld til Fe­lags­ skrásetingina o. s. fr. Neyvan er nakar ivi um, at kommunuskattur ikki hoyrir heima á Løgtingsins fíggj arlóg, hann er at finna á fíggj arætlanunum hjá ym­isku kommununum. Hin­vegin eru hinir inn­tøku­ skattirnir og nýtslugj øld inntøkur hjá landskassanum, uttan at tær fara beinleiðis til nakað serstakt endamál, men til alla felags puljuna hjá landskassanum. Gjøld til beinleiðis endamál Síðani hava vit tey gj øld, sum orðaskifti seinastu tíð­ina hevur staðið um. Tey mest týdningarmiklu av hesum eru gj øldini til: arbeiðsloysistrygg ingina, sam­haldsfasta og barsils­ skip­anina. Øll hesi gj øld eru beinleiðis prosentpartur av lønargj aldingum, sum bæði løntakarar og arbeiðs­ gevarar rinda. Gjøldini fara beinleiðis í grunnar til nevndu endamál, og kunnu ikki brúkast til annað enn endamálini. Samhaldsfasti verður umsitin av egn­ ari nevnd, eins og arbeiðs­ loys­ istrygg ingin og bar­sils­ skipanin. Tvær tær sein­ast nevndu skipanir eru tengdar at pørtunum á arbeiðs­ markn­ aðinum. Føroyska arbeiðsloysis­ skip­anin ALS sá dagsins ljós fyrst í nítiárunum. Tá vóru ringar tíðir. Men skip­ anin gj ørdist veruleiki í góðum samarbeiði mill­um arbeiðstakarar og ar­beiðs­ gevarar. Politiski myndug­ leikin hjálpti til, men skip­ anin kom at vera umsitin av arbeiðsmarknaðinum, og hon hevur vaksið seg sterka, og í flestu lutum hevur hon virkað væl. Okkurt kann bøtast um, men tað kann tað júst tí, hon ikki er fløkt inn í landskassans og politikaranna valds­øki. Líknandi útlit eru vón­­ andi eisini fyri barsils­skip­ anini. Føroyar hava fing­ið eina skipan fyri arbeiðs­ loysisstuðli, sum virkar væl betur enn í flestu øðr­ um londum. Tí má hon ikki oyðileggj ast av formali­tets­ krøvum. Samhaldsfasti er nú við at koma fyri seg. Min meting er, at hendan skipanin eisini er, ella í øllum førum, verður, betur enn flest aðrastaðni. Tá ið skil er fingið á pen­ sións­kombinatiónina: fólka­­pen­sión/egin­pen­sión/ sam­halds­fasti, rokni eg við, at føroyingar kunnu breiða uppá seg, hvat fíggj arligu eldravælferðini viðvíkur. Tað hevur tí alstóran týdn­ ing, at hesi trý nevndu økini ikki fløkj­ast inn í van­liga al­menna for­brúk­ið yvir løg­ tings­ fígg j­ar­lógina. Neyðugt er tí, at tey virka sum sjálv­ støð­ug­ar skipanir við egn­ ari leiðslu og umsiting og rokn­skaparførslu. Inn­tøk­ ur­nar vera uppkravdar frá teimum, sum skulu njóta gott av teimum og fara bert til viðkomandi endamál. Tí er definitiónin ikki skattur, men gj ald til egna vælferð. Samlaða almenna nýtslan Um ynski at fáa øll gj øld­ ini á fíggj arlógina og lands­ kassaroknskapin botnar í, at so kann síggj ast á einum staði, hvussu stór almenna nýtslan er, so kann sigast, at hetta ikki skuldi veri neyð­ugt í einum nútíðar sam­­felag. Fyri at síggj a hesa nýtslu, so ber til at samantelja rokn­skapartølini fyri lands­ kassan, kommunurnar, sam­­­haldsfasta, ALS og bar­ silsskipanina og møguliga onnur liknandi øki. At enda skal viðmerkjast, at tað eru áhugaverdir tank­ ar, sum eru frammi um, at kommunurnar skjótt verða samanlagdar til eini 7-8 størri eindir, og at hesar yvir­ taka fleiri málsøki. Tá kunnu tær eisini, sum Anfinn Kalls­berg hevur ført fram yvir­taka uppkrevjingina av skatti og harvið fíggj a sínar útreiðslur, meðan lands­kassin fyrst og fremst hevur nýtslu­gj øldini og part av felags­ skatt­in­um sum inn­ tøkugrundarlag. Játtanarskipanir og fíggjarpolitikkur v.m. Jógvan Sundstein Nú letur Norðoytunnilin skjótt upp, og fjølmiðlarnir stúra fyri, hvussu Klaks­vík­ ingar skulu yvirliva mentanar­ hvøkkin. Klaksvíkingar gleða seg at sleppa at koyra beinleiðis inn á meginlandið, men fara hinir føroyingarnir at tíma norðureftir? Hevur Klaksvík annað at bjóða enn uppgevandi handilsmenn, manglandi ungdómstilboð, svartar samkomur og úti­ deyða­ veður? Klaksvík hevur fleiri aft­ urvendandi árlig tiltøk, sum altíð samla í hundratals og túsundtals av fólki. Har er Norð­oya­stevn­an, Summ­­ar­ festi­valurin, og Sjó­­manna­­dag­ urin. Har er stóri jóla­manna­ dag­urin í de­semb­er, og har eru stór ítrótt­ar­til­tøk, sum til­ dømis fimleikaframsýningin sunnadagin, har trýhundrað børn og ung vístu síni kynst­ ur fyri umleið túsund áskoð­ arum. Men eisini allar hinar dag­ arnar í árinum er Klaksvík eina vitjan verd. Lat okkum siga, at ein smábarnafamilja fer norð ein dagstúr, hvar skulu tey fara, og hvat skulu tey gera? Fyrst fara tit at shoppa. Maðurin fer í Føroya besta manna-BR beint við tunnilin, har hann finnur øll amboðini, hann ongantíð hevur droymt um. Konan fer eina rundu í skógvahandlarnir, har tann fyrsti er á støði við teir bestu í Havn, tann næsti ligg ur á Keypmannahavna støði, og tann triði fyri tað kundi ligið í London. Ert tú meira til kreativitet enn skógvar, kanst tú fara í onkran av mongu tógvhandlunum ella í eitt av heimavirkjunum. Síðani fara tit saman eina rundu í tað, sum má sigast at vera størsta kon­ sentra­tión av handlum spesi­ aliseraðir í smátingum til heimið. Klaksvíkingar eru tiltiknir heimkærir, so tað er kanska ikki so løgið, at júst teir hava eitt so stórt og spennandi úrval av handl­ um við pyntitingum. Og til síðst kunnu tit fara út í Leikalund, har stóribeigg in kann seta seg at lurta eftir fløgum, systirin setur seg mill­um allar barnabøkurnar, mamman hygg ur eftir máln­ ingaframsýningini, og páp­in setur seg við einum cappuccino og hygg ur gj øg­ num ein dunga av bókum, sum hava fangað hansara áhuga. Blíva børnini (og maðurin) troytt av handlum, kunnu tit fara á okkurt av almennu spæliplássunum, ein møgu­ leika tit ikki hava, um tit fara til Havnar. Ella tit kunnu fara ein túr út í Grøv við vøkru og spennandi ánni, har børnini kunnu fanga síl eftir øvugta put-and-take prinsippinum – fyrst fanga og síðani seta í aftur til onnur at fanga. Ella tit fara ein túr til Kunoyar, har plantagan er minni enn tann í Havn, men hon hevur harafturímóti ein steyrrættan fjallavegg sum loft, og Kallsoyarfjørð sum útsýni. Er veðri ikki til áir og plantagir, kunnu tit fara í Føroya absolut besta býarbókasavn ella í stóru og lekru svimjihøllina í bý­num. Og so skulu tit eisini hava okkurt at eta. Matstovurnar eru ikki nógvar har norðuri. Tit kunnu keypa tykkum pizza ella búrgara at eta í bil­ inum, ella tit kunnu fara á tað einastu veruligu matstovuna í býnum, men sjálvt um hend­an er betri enn nógvar í høvðustaðnum, so hevði eg heldur bíða, til tit fara norð aftur tveyeini, tí har er bæði hugnaligt og romantiskt. Nei, besta loysnin er nokk at vitja onkran gamlan floksfelaga ella okkurt syskinabarn, sum tú ikki hevur sæð í hundrað ár. Tí klaksvíkingar eiga, sum vit vita, fjálg og hugnalig heim. Og tá teir hava búð so einsamallir har norðuri í so mong ár, fer tað ikki at skorta við gestablídni, nú teir endiliga fáa vitjan. VIÐMERKINGAR Dorit Hansen Einsamalla planetin Klaksvík tíðindaskriv frá Tjóðveldisflokkinum Túsundtals børn standa á bíði­ lista til Musikkskúla Før­oya. Hagtøl vísa, at umsóknirnar eru tvífaldaðar síðan 1998 og lærarakreftir eru ónýttar orsakað av vantandi játtan. Bert í Havn eru uml. 3000 børn á bíðilista, og av teimum kundu 1200 byrja í morgin, um fíggj arlig játtan var fyri tí. Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka játtanina við 2,5 mió. kr., og hetta fer at geva 620 næmingum aft­ ur­at undirvísing í musikk­ skúlanum.. Musikkskúlin hevur ætl­ anir um at brúka peningin til: at fáa klaverlærarar til Vágar og Tórshavn, sanglærarar og trummulærarar til Eysturoynna, gittar-lærarar til Klaksvíkar og almennan musikk- pedagog til Sandoynna Musikkskúlin vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki at fáa útlendskar lærarar hendan vegin, tí teir ikki hava annað at halda seg til enn frálæru, meðan tað er vanligt aðrastaðni, at lærarar hava krav uppá at nýta helvtina av arbeiðstíðini til frálæru og helvtina til at spæla og framføra sjálvi. Um allur núver­andi tørv­ urin á musikk­skúlaøkinum skal nøktast, so skal land­ið játta 5,3 mió. kr. og komm­ unurnar 5 mió. kr. (komm­ unurnar gj alda í sín lut eina upphædd, sum svarar til 80% av tí, sum land­ið játtar til rakstur av musikk­ skúlanum). Túsundtals børn á bíði­ lista til Musikkskúlan