Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 58 - 22. mars 2006 VIÐMERKINGAR Vit í Tjóðveldisflokkinum hava skotið upp, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp sam­ ráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð. Allir føroyingar, ið tendr­ aðu løgtingsvarpið, ansaðu eftir, at uppskotið fekk eina positiva fyrstu viðgerð á tingi mánadagin 20. mars. Fullvæl vita vit, at vit lúka ikki neyðugu fortreytirnar fyri at røkka limaskapi í ein­ um felagsskapi av frælsum tjóðum, men upplýst er, at rætta løtan at royna eina serskipan fyri eitt sjálv­stýr­ andi øki er júst nú. Fríhandil Fríhandilssáttmálar hava vit nakrar av, men alt ov fáar. Í fýra ár hava vit samráðst um ein fríhandilssáttmála við eitt EFTA -land, sum í fimm mánaðir hevur ligið uttanlandsnevndini, Útlit eru nú til, at vit fáa skikkað henda sáttmála so­leiðis til, at hann kann sam­ tykkjast av einum samdum løgtingi í næstu framtíð. Útlit eru so eisini til, at limaskapur í sjálvum EFTA felagsskapinum er ein møgu­leiki, ið vit eiga at fara eftir. Tað kostar, at vera bundin. Tað merkist, ikki at hava frælsið, og tað nívir meiri enn gott er ikki at ráða sær sjálvum, meðan restin av heim­inum fer stormandi fram­við í altjóðagerðini. EFTA marknaðurin lá víðopin fyri okkum fram til 1973, tá ið vit av stjórnar­ skipanarligum ávum vóru vit ripaði útaftur, tí Danmark fór inn í ES í 1973. Felags marknaðir og fríar handilsavtalur hava sett ferð á alheimsgerðina kring allan knøttin, og skulu Føroyar, sum hava heimsins minsta heimamarknað, ikki gerast eftirbátur, er neyðugt at fylgja rákinum og vera við á teimum frægastu markn­ aðunum. Leita vit inn í ES felags­ skapin, verða vit støðgaði í durinum, tí vit hava einki atgongumerki til henda fe­lagsskap av sjálvstøðugum londum. Hildið verður hinvegin, at EFTA-felagsskapurin, sum ikki er nær náminda líka sterkur, fer at umhugsa onkra serskipan fyri eitt sjálv­ stýrandi øki sum okkara. EFTA hevur gjørt 14 frí­ handilsavtalur við triðjalond uttan fyri ES, og er í løtuni í samráðingum um enn fleiri sáttmálar, sum fara at savna eini 750 milliónir fólk á einum fríhandilsøki. EFTA er ikki ES, men EFTA er ein handilsfelagsskapur, sum er í støðugari menning – ein felagsskapur og ein menning, ið Føroyar kundu fingið stórt gagn av at verið partur av. EBS skipanin er ein skipan millum EFTA og ES. Hon hevur vinnuliga sæð verið ein sannur fongur fyri norska og íslendska sam­fe­ lagið, meðan tað er heldur ivasamt, hvussu gagnlig hon hevur verið í heimliga lógar­ verkinum. Íslendingar tosa um eina sanna vitamininnspræning í tjóðarbúskapin, sum gjørdist munandi meira stabilur, og sum gav teimum økt frælsi og meira framkomna um­siting. Sagt verður haðani, at EBS-avtalan er vorðin sjálv lívsnervin í altjóða sam­ starvinum. ES-marknaðurin er latin upp fyri teimum, eins og kapitalur og fjøltáttaðar samstarvsskipanir innan gransking, útbúgving og mentan er vorðin atkomilig fyri íslendska samfelagið. Íslendska og evropeiska vinnulívið hava lagt seg upp at hvørjum øðrum, og samstarvsmøguleikarnir hava økt munandi um vavið av gransking og útbúgving og samskiftið millum ís­lendsk­ ar og evropeiskar stovnar og virki er økt munandi. Vansar Vansar eru so eisini við á leiðini. EFTA-londini eru ikki við í skipaða ES lógarsmíðnum, men noyðast at taka tað at sær í ráðum líki. Neyðugt hevur verið at margfalda ein stóran hóp av evropeiskari lóggávu á innara marknaðinum yvir í heimliga lóggávu. Fyrst var talan um einar 1.500, og tíggju ár seinni 4.600 ES lógir og reglur, sum evropeiskir politikarar kravdu, at EFTA-londini skuldu skipa seg eftir í egn­ ari lóggávu. Hetta kravið, at skipa seg eftir annara landa lógum, er sjálvandi herskin kostur hjá frælsum londum, men ES er so mikið sterkt, at lógir­ nar verða bara sendar við postinum. Tað ber til at leggja veto, men tað hevði havt alt ov stórar avleiðingar fyri sjálva skipanina. Tað er sum við atombumbuni. Hon er góð at eiga, men ring at brúka. Kommiserar og aðrar týdningarmiklar parla­men­ tariskar kreftir inni í ES skip­anini hava EFTA londini ikki. Fiskivinnan Á fiskivinnuøkinum er og var so eisini serliga torført at gera avtalur. Immunitet móti antidump­ ing fingu EFTA-londini ikki, og sjálvt um tollsatsirnir fullu munandi, so hvurvu teir ikki. Uppisjóvarfiskur, sild og makrelur, rækjur, laksur og síl góvu ikki EBS skipanini nakran serligan vinning, og normenn máttu td. geva 11.000 tons av botnfiski í Barentshavinum frá sær. Hinvegin, so fingu Noreg og Ísland rætt til at diskriminera útlendingar sum eigarar av fiskiførum, meðan normenn varðveittu eina lóggávu, sum gjørdi tað møguligt at reka sølu­ mono­polini í fiski­vinnuni víðari, sjálvt um tað var á kant­inum til brot við markn­ aðarskipanina í ES. EBS avtalan var í tungum sjógvi, tá eystalondini vóru á veg inn í ES. Endaliga av­talan um víðkanina av EBS var ikki komin upp á pláss fyrr enn 1. apríl 2004, ella ein mánaða áðrenn ES tók tey nýggju londini inn í skipanina. Ein kosturin var, at Ísland noyddist at fimmfalda og Noregi at tíggjufalda kostnaðin fyri at vera við í skipaniini, og hevði hetta við sær, at hesi bæði lond nú rinda meiri í ES kassarnar, enn limalondini sjálvi gera. Tað er sum fyrr sagt ein gam­al limaskapur, ið vit fara eftir. Ríkisfelagsskapurin varð fyri so vítt syndraður, tá Før­ oyar vóru syftar út úr EFTA, tí Danmark hevði fingið eyg­ að á frægari møguleikar inni í ES fyri Jylland og oyggj­ arnar, og komu tá føroysk og grønlandsk áhugamál í aðru, triðju ella síðstu røð. Her var talan um veldugar marknaðarpolitiskar remb­ ing­ar, sum vit sjálvandi ikki komu snikkaleys burturúr. Danska stjórnin hevur vart seg við stjórnarrættarligum og altjóðarættarligum orsøk­ um og ongantíð tikið undir við føroyskum EFTA-limaskapi eftir heimatýrislógini. Hesum fótonglum eiga vit ikki at finna okkum í longur. Heimildin Hugsað vit um lovsangin um uttanríkispolitisku heim­ ildarlógina, skuldi verið lag á manni at skipa hendan limaskap eftir henni. Men so tykist ikki vera. Nú frættist, at henda lóg er óvirkin, tí at vit ráða ikki okkum sjálvum og nevnd eru tólv ávís málsøki. Eru tey forðingin, so kostar hon undir 20 mió.kr. at fáa av vegnum. Eftir okkara tykki ber ikki til at liggja í dvala longur, meðan altjóðagerðin fer brús­andi framvið okkum, og tað verður tí eitt krav mótvegis donskum áhuga­ mál­um í Føroyum, at vit føroyingar fáa frið og náðir at skipa okkum úteftir í marknaðarpolitiskum høpi. Alt ov leingi hava vit lurta eftir tvídráttinum millum Øskudølg og Sópingarkonu um, hvussu vit skulu liva. Vit eiga nú: “at taka tráðu í hond, og ganga oman við á, at leita okkum í havið út, at fara í bóndans garð, at taka lúður í hond, at taka hamar og tong og smíða skip og bátar.” Valkosturin er at fara aftur á dungan út, “har eingin vil við okkum pranga!” Vit í Tjóðveldisflokkinum eru ímóti limaskapi í ES, og øðrum felagsskapum, sum ikki tryggja smátjóðum fólka­ræðisliga ávirkan og vald á egnum tilfeingi og egnari framtíð. Vit vilja heldur økja um samstarvið í Útnorðri og aðrar vegir, og tryggja okkum marknaðaratgongd, útbúgvingarmøguleikar og granskingarsamstarv, og soleiðis gerast ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES - uttanfyri heldur enn innanfyri henda ódemokratiska felags­ skap. Kostirnir Vit hava tríggjar kostir í at velja. Vit kunnu velja ES, har Danmark er limurin. Vit kunnu velja ES, har Føroyar er limurin. Vit kunnu velja EFTA- limaskap og EBS skipan. Velja vit annan av teim­ um fyrr nevndu, so skulu vit umvegis eina fólka­at­ kvøða taka støðu til tjóð­ skaparspurningin. Velja vit EFTA krevst eing­in fólkaatkvøða, tí tá er ikki neyðugt at taka støðu til tjóðaskaparspurningin. Upplýst er í øðrum saman­ hangi, at tað er gjørligt at broyta EFTA traktatina so­leiðis, at tað verður latið upp fyri einum sjálvstýrandi øki. Vit halda í uppskotinum á tingi henda triðja møguleikan vera verdan at royna. Seinni kunnu vit so søkja um at sleppa við í EBS- skipanina, har vit fáa fría atgongd til tey fýra frælsini, og er hetta gjørligt, tá ið tey kontraherandi limalondini í skipanini geva tilsøgn um tað. Tað er torført at velja, tí vit velja eisini tann dagin, vit ikki velja nakað. Tá velja vit ein møguleika frá. EFTA fyri á tingi Løgtingsmaður Hergeir Nielsen