Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sonja Mortensen, ættað av Strondum, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnu­­dagin 19. mars, 76 ára gomul. Bønarhald verður úr Landssjúkra­hús­kap­ ell­inum í dag klokkan 17.30. Jarðarferðin verður frá Kirkjuggarðskapellinum hósdagin klokkan 13.00. Týsdagin 21. mars andaðist Marjun á Krákusteini, Argir, 57 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkra­hús­ kapellinum hósdagin klokkan 17.30 í Kirkju- og Missiónshúsið á Argj­um. Jarðarferðin verð­­ur fríggjadagin klokk­an 13. Tey, ið vilja minnast Marjun, kunnu lata Missiónshúsinum á Argjum eina pen­ inga­­gávu, konto í pen­ ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð tikið av døgum í Afriku í 5. øld, men annars vita teir einki um hann. Fidelis merkir tann trúfasti. Rasmus Effersøe doyði hendan dagin í 1916. Í dag, mikudagin 22. mars, verður Haldur Vang á Toftum 60 ár. Hann hevur í mong ár verið byggimeistari, og hann hevur eisini verið bygdar­ ráðsformaður. Haldur er ættaður úr bý­linginum á Gørðum í Kald­bak. Foreldrini eru Anna Katrina, fødd Hansen og ættað úr Mikkjalstoft við Gøtugjógv, og Karl Vang (1916-2000). Anna Katrina er 83 ára gomul. Haldur er elstur av átta systkjum. Hini eru Eyðin (1947), Hjørleif (1948), An­finn (1952), Karin (1955), Hanna (1956), Arna (1960) og Karstin (1963). Haldur býr á Toftum, Karin býr í Oyndarfirði, og øll hini búgva í Kaldbak. Haldur plagar at siga, at hann fór úr skúlanum tann dagin, tá ið hann fylti fjúrtan ár. Hetta var í 1960 og um tað mundið, tá ið NATO kom í Mjørkadal. 1. mai hetta árið og fram á heystið var Haldur við til at arbeiða veg í Mjørkadali, har teir búðu í barakkum og í vikuskiftunum fóru til hús. Karl, pápi Haldur legðist um hetta mundi uppi og fór at arbeiða í Mjørkadali. Hann hevði annars verið sjómaður og hevði siglt eitt nú við Mjóvanesi, Atlantsfarinum og Bresti. Í 1961 fór Haldur í læru hjá Peter Michelsen, sum tá var stórur byggimeistari í høvuðsstaðnum. Hann mundi hava upp móti áttati á lønarlistanum, og teir bygdu fleiri av kendu bygningunum í Havnini. Eitt nú Saltsøluna og Bacalao, Havnar Bio, Emil Juel Thomsen, Brockie, Studentaskúlan í Hoydølum og Minkagarðin. Haldur varð avlærdur 17. mai í 1965, og síðani tá hevur hann fyri tað mesta verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Fyrstu árini var tað í Havnini, har hann saman við Pálli Petersen bygdi fleiri sethús. Haldur búði í Havnini fram til 1970, og størsta arbeiðið, sum hann og Páll gjørdu, mundi vera á Læraraskúlanum, har teir báðir og Eyðin, bróðurin, arbeiddu fyri Karl Hansen, sála, í Klaksvík, sum leveraði innhurðarnar og lolftini. Eitt skifti búði Haldur aft­ ur í Kaldbak. Tá arbeiddi hann nakrar mánaðir á Mar­inplast hjá Guttormi Djur­huus, og so var hann í tvey ár í Norðsjónum við kraftblokkabátinum Skúgvi. Í 1973 flutti familjan til Toftir at búgva. Har hevur Hald­ur bygt nógv sethús, og so hevur pf. Haldur Vang verið við til at byggja fleiri stórar bygningar. Teir vóru við til at byggja Heilsumiðstøðina í Runavík, og teir hava sett nógvar hallir upp. Eitt nú hava Haldur og hansara menn útinnt stór­arbeiði hjá Vónini, Skipa­felagnum, Mekanik, Timb­urhandlinum í Runavík, Lynfrost, Eysturoyar Heil­sølu og á kai økinum í Oyndar­ firði. Síðst í áttati árunum leyk Haldur prógv sum byggi­ teknari í Havnini. Hetta var samstundis, sum hann stóð fyri síni egnu fyritøku. Fyrst í níti árunum var Haldur saman við teimum, sum arbeiddu hjá honum, í Týsklandi og gjørdu byggiarbeiði. Tá ið tað miðskeiðis í níti ár­unum var farið undir uppboðssølu á Toftum, var Haldur eitt skifti annar av uppboðshaldarunum. Haldur giftist 18. februar í 1967 Mary fødd Heinesen og ættað av Toftum. Tey eiga snotuligt og fjálgt heim á Heygum. Mary og Haldur eiga trý børn: Bergtóra (1967), Karl (1969) og Hans (1976). Bergtóra og Hans búgva í høvuðsstaðnum, og Karl býr á Toftum. Abba­ børnini eru fimm – tríggir dreingir og tvær gentur. Haldur sat í bygdarráðnum í Nes kommunu 1985-88, 1989-92 og 2000-2003. 1989-92 var hann formaður í bygdarráðnum. Hann er við í hjálpararbeiði í Rumenia, hann var í 1988 saman við øðrum í Venezuela og bygdi føroysk hús til trúboðarafamilju í frumskóginum, og nú er hann ein av undan­gongu­monn­unum at byggja Nebo samkomuni á Toftum nýggjan sal. 60 ára føðingardagin er Haldur Vang staddur á flatlondum. J Mánadagin 20. mars fingu 14 maskinistar handað prógv á Maskinmeistaraskúlanum. Fremra rað f.v.: Svenning Hansen, Fuglafjørður, Erik Mechior Hansen, Sørvágur, Óli Súni Hansen, Oynd­ar­ fjørður, Hanni Højgaard, Rituvík, Kári Regin Jacob­ sen, Klaksvík, og Gert Norðoy Jensen, Klaksvík Aftara rað f.v.: Bárður Kjeld, Saltangará, Jørgen Mart­in Niclassen, Sør­vágur, Kristmund R. Nielsen, Sandur, Adrian Reinert, Kolla­fjørður, Hans Hendrik Sten­berg, Vág­ur, Jákup M. Thomsen, Skúvoy, og Chris Ørvarodd, Sandavágur. Elian T. á Ørg, Sørvágur, vantar á myndini. Tríggir fingu virðisløn: Bárður Kjeld og Jákup M. Thomsen fingu 1. virð­isløn og klokku við baro­metri frá ávikavist Tryggingarfelagnum Før­oy­ar og Trygd. 2. virðisløn og kikara frá Føroya Sparikassa fekk Jørgen Martin Niclassen. Haldur Vang 60 ár Maskinmeistaraskúlin: 14 fingu prógv sum maskinistar Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sonja Jacoba Mortensen fødd Hansen, ættað av Strondum, búsitandi í Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 19. mars, 76 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 17.30 Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 13.00 Familjunnar vegna Johanna og Elisa Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið