mikudagur 22. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 58 - 22. mars 2006
Ræst
kjøt og
tónleikur
í Ålborg
Leygardagin verður
árligi aðalfundurin
hildin hjá føroy
ingafelagnum í
Ålborg. Eftir fundin
verður ársveitsla
við ræstum kjøti og
livandi tónleiki
ársveitsla
tíðindaskriv
Nógv føroyingarfeløg
eru í Danmark, men tað
er ymiskt, hvussu virkin
tey hava verið. Felagið í
Ålborg hevur ikki havt teir
bestu karmarnar seinastu
árini. Føroyingarnir har
hava mangla fast høli at
møtast, og hetta hevur
gjørt, at felagið hevur
verið tætt við at detta
niðurfyri. Limatalið er
minkað nógv seinastu
árini. Í dag liggur tað um
tey 50.
Men nú tykist vend
vera komin í. Nýggjar
kreftir eru komnar til,
og leygardagin verður
so árligi aðalfundurin
hildin í Østersundbys
Forsamlingshus,
eitt
fyribils
felagshús
í
Ålborg..
Aftan á aðalfundin,
sum byrjar klokkan 17,
verður ræstkjøtaveitsla.
Afturvið góða matinum
verður livandi tónleikur.
Felagið hevur ‘lánt’
teir báðar Finnur Jensen
og Høgna Reistrup úr
Århus at koma til Ålborg
at spæla. Finnur og
Høgni, sum hava spælt
nógv saman, síðani teir
fluttu til Danmarkar
í summar - seinast í
Føroyingahúsinum
í
Århus mikumorgunin, tá
Góðan Morgun Føroyar
vitjaði - hava fingið Ronni
Poulsen at spæla við.
Sostatt verður talan um
eina syngjandi gittartrio,
sum syngur og spælir
kendar føroyskar sangir
og útlendskar slagarar.
Ársveitslan í Ålborg,
sum byrjar klokkan 19.30
leygarkvøldið, er fyri øll.
Tilmelding fer fram við
at ringja til formannin
Gunnleif Blaasvær á tlf
28 11 61 51.
Útlendinga
stjórin
frákoyrdur
Stjórin í danska Út
lendingastýrinum, Grethe
Løgstrup, fer úr starvi
sínum tann 15. apríl.
Hetta hendir samstund
is, sum ein frágreiðing
frá Ríkisgrannskoðanini
hevur funnist hvassliga
at embætisførslunin í
stýrinum.
Óskil í umsitingini
og óneyðuga drúgv og
fløkjaslig málsviðgerð
eru millum hvassastu
atfinninginar, sum eru
vendar móti stýrinum.
Ikki minst hetta seinasta
er eisini nakað, sum før
oyingar aftur og aftur
hava hoyrt, tá útlendingar
hava søkt um arbeiðs-
og uppihaldsloyvi her á
landi. Málsviðgerðartíðir
oman fyri eitt ár, hava als
ikki verið nakað óvanligt
fyribrigdi, og fleiri ferðir
hevur Innlendismálaráðið
staðið fyri skotum av løg
tingsins røðarapalli.
Afturat hesum kom
í fjør fram, at talan í
fleiri førum hevði verið
um embætismannafusk
í stýrinum, har illgruni
eisini var um muturgølur.
Ikki minst, tí ávísar danska
fyritøkur altíð tóktust fáa
skjóta og jaliga viðgerð
av sínum umsóknum.
Hesi viðurskifti førdu
til kanningina hjá ríkis
grannskoðanini, sum nú
tykist hava kostað stjór
anum starvið.
-mørk
64 fráferðir
um vikuna
Tey bæði feløgini, sum
í summar koma at røkja
flúgvingina til og úr
Føroyum, hava nú kunn
gjørt ferðaætlanir sínar
fyri summarið 2006.
Hesar vísa, at talan í
háárstíðini verður um
upp í 64 fráferðir um
vikuna av Flogvøllinum
í Vágum. Fráferðirnar
verða til Danmarkar,
Stórabretlands – Hetland
íroknað – Íslands og til
Noregs.
Á heimasíðuni, www.
floghavn.fo, verður sagt,
at samlaða stólatalið í
summarferðaætlanini í ár
verður omanfyri 240.000.
Ferðafólkatalið um somu
tíð í fjør var 130.000.
-mørk
Mouldi Manai hevur
seinastu 16 árini at
kalla staðið á odda
fyri matstovu- og
barrvirkseminum í
Havn. Fyri tveimum
árum síðani seldi hann
Rio Bravo, og í gjár
seldi hann so restina av
virkseminum hjá sær
– Cippo og Manhattan
Søla
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Eg havi brúk fyri at taka
mær av løttum í eina tíð. Nú
fari eg heldur at standa uttan
fyri vøllin sum áskoðari,
sigur Mouldi Manai.
Mouldi Manai ásannar,
at hesi 16 árini hava verið
ein góð tíð í hansara lívi,
men hann heldur tó, at tíðin
nú avgjørt er komin til at
taka ein steðg frá býar- og
náttarlívinum:
– Matstovu- og barrvirk
semi í øllum landinum er
í einum ruðuleika í løtuni.
Øll bjóða hvørjum øðrum
av og vørurnar gerast alsamt
dýrari. – Í roynd og veru er
alt ’uppreklamerað’, og veru
leikin er langt burtur, sigur
hann.
Enn veit Mouldi Manai
ikki, hvat hann í næstum
fer at takast við, men hann
ætlar sær í øllum førum at
vera áskoðari innan hesa
vinnuna:
– Uppgávan hjá mær er
fullgjørd, og eg havi gjørt
tað væl. Í staðin fyri at gera
feilir, ynski eg heldur at
læra av ruðuleikanum, sum
í løtuni valdar innan hesa
vinnuna.
Mouldi Manai váttar,
at hann hevur fingið ein
góðan prís fyri Cippo og
Manhattan, og at nýggju
eigararnir eru Rúni Djurhuus
og Háldan Haldansen.
Nýggju eigararnir hava onga
viðmerking til søluna.
Mouldi selur Cippo
og Manhattan
Eftir 16 ár sum oddafiskur í býarlívinum, takkar Mouldi nú fyribils fyri seg. Hann hevur selt
Cippo og Manhattan til Rúna Djurhuus og Háldan Haldansen
Aftur í morgun høvdu fleiri
bilførarar trupulleikar av
hálkuni, sum í løtuni liggur
kring landið.
Um 8.30 tíðina í morgun
fór ein bilur av vegnum við
Sundsverkið. Bilurin var á
veg norðureftir, tá førarin
brádliga misti harradømið
á bilinum.
Bilurin fór av vegnum
og endaði á liðini í rennuni
við vegin. Á politistøðini í
Havn verður sagt, at eingin
persónsskaði stóðst av
tilburðinum, men at bilurin
fór rættiliga illa.
lív
Bilur endaði í eini veit