mikudagur 22. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mercedes-Benz eru
komnir á marknaðin
við nýggjum A-klassa,
sum nú er ein størri
og rúmligari bilur
enn forgangarin og
fæst við bæði 3 og 5
hurðum. Kvaliteturin
í kabinuni er nú tann
sami sum í størru
Mercedes bilunum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyrr vóru Mercedes-Benz
persónbilarnir stórir luksus-
og sportsbilar og hýruvognar,
sum eru kendir fyri slitstyrki
og kvalitet, men seinnu
árini eru teir eisini farnir at
kappast í minni klassum.
Mercedes-Benz eru kom
nir á marknaðin við nýggjum
A-klassa, sum nú er ein
størri og rúmligari bilur enn
forgangarin, ið fyrstu ferð
kom á marknaðin í 1997.
Hesin fæst nú við bæði 3 og
5 hurðum og er 23 cm longri
og 4,5 cm breiðari við 14,5
longri aksilfrástøðu enn for
gangarin.
Eins og forgangarin hev
ur hesin dupultan botn,
soleiðis at við ein frontalan
samanstoyt, verður motor
urin trýstur inn undir bilin.
Hetta gevur somu trygd sum
í størri bilum. Ein annar fyri
munur er, at nógv av tí sum
annars tekur pláss í kabinuni
verður goymt undir dúrkin
um.
Hóast dúrkið og setrini eru
hægri uppi, er tyngdipunktið
lágt, og bilurin sera stabilur
at koyra. Við heilt nýggj
um hjólupphangum og
elektromekaniskari servo
stýring er talan um ein bil
við góðum og tryggum koyri
eginleikum og skivubremsum
aftan og framman.
Mercedes-Benz A er ein 5-
persónabilur við elegantum
og smartum designi, eisini
innan við eini eyðkendari
Mercedes kabinu og sera
góðum beinplássi bæði
framman og aftan. Viðføris
rúmið er 435 litrar, og við
baksetrunum niðri verður tað
1.485 litrar, ið má sigast at
vera stórt í mun til støddina
á bilinum.
A-klassin fæst við fleiri
ymiskum bensin- og diesel
motorum. Bensinmotorarnir
byrja við 1,5 litur við 95 hk
til 2,0 litur turbo við 193
hk. CDI dieselútgávurnar
hava allir 2,0 litur motor
við ávikavist 82, 109, og
140 hk.
Av standardútgerð kunnu
vit nevna t.d. aircondition
við pollenfiltri, aktivar
nakkapútur, bremsuassistent
(BAS) og elektroniskt stabili
seringsprogram (ESP), el-
síðuspegl við hita, hita í
forsetrunum, hita í sprinkl
aradysunum og multifunk
tiónsratt.
Prísirnir byrja við kr.
252.000,-. Bilurin kann
síggjast og roynast hjá Ivan
Johansen Bilum.
Mercedes-Benz við
nýggjum A-klassa
Nr. 58 • mikudagur • 22. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Mercedes-Benz A 170 5/h
Motorurin
1,5 litur bensin 95 hk
0-100 km/t
12,7 sek
Bensinnýtsla
16,1 km/l
Dekkstødd
185/65-15
Stødd og vekt
Longd
384,0 cm
Breidd
176,0 cm
Hædd
159,0 cm
Eginvekt
1.210 kg
Viðførisrúm
435 litrar
Prísur
kr. 280.000,-
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
FAKTA
Mercedes-Benz eru komnir á marknaðin við nýggjum A-klassa, sum nú er ein størri bilur enn forgangarin
Mercedes-Benz A 170 innan. Kvaliteturin í kabinuni er nú
tann sami sum í størru Mercedes bilunum