mikudagur 22. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 58 - 22. mars 2006
Í ár koma tveir heilt
nýggir Fordar á
marknaðin, talan er
um S-MAX og Galaxy,
ið verða gjørdir á eini
felags verksmiðju í
Belgia
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Síðan
konseptbilurin
Ford SAV fyrstu ferð varð
sýndur fram, á altjóða bil
framsýningini í Genéve í
fjør, hevur verið gitt um,
hvønn bil hann skal avloysa
ella um talan er um eitt nýtt
sjálvstøðugt modell.
Nú er so endalig avgerð
tilkin um, at bilurin, sum
í stødd er millum Ford C-
MAX og Ford Galaxy, skal
eita Ford S-MAX, og at
hann verður gjørdur á eini
nýggjari verksmiðju í Belgia
saman við Ford Galaxy.
Hóast navnið bleiv til Ford
S-MAX, er bilurin ein so
nevndur SAV (Sports Activi
ty Vehicle). Hetta merkir, at
talan er um ein praktiskt
innrættaðan bil við sport
ligum koyrieginleikum, ið
kann nýtast til nógv ymisk
endamál,
Bilurin kemur eftir ætlan
á marknaðin í summar við
sitiplássum til fimm vaksin
og møguliga eisini tveimum
barnasetrum á aftastu røð.
Ford S-MAX fæst við
tveimum bensinmotorum:
2,5 litur turbo við 220 hk
og 2,0 litur við 145 hk, og
tveimum dieselmotorum: 1,8
litur við 125 hk og 2,0 litur
við140 hk.dieselmotor.
Galaxy
Ford arbeiða eisini við ein
um øðrum bili, ið skal fram
leiðast í Belgia. Hesin verður
avloysarin fyri Ford Galaxy,
ið higartil hevur verið gjørd
ur í Portugal saman við VW
Sharan og Seat Alhambra
– hetta samstarv er nú hildið
uppat.
Talan er um ein bil, sum
er eitt sindur størri enn S-
MAX. Bilarnir líkjast heilt
nógv, men Galaxy verður
ein 7-persónabilur við stór
um viðførisrúmi. Hesin fær
í fyrstu atløgu ein 2.0 litur
bensinmotor við 145 hk,
og tveir dieselmotorar við
ávikavist 100 og 140 hk
verða eisini á skránni.
Ford S-MAX og Galaxy
Ford S-MAX er annar av
bilunum sum verða framleiddir
á eini felags verksmiðju í Belgia.
Bilurin varð fyrstu ferð sýndur
fram í fjør sum konseptbilur
undir navninum Ford SAV
Ford Galaxy avloysir núverandi Galaxy, sum higartil hevur verið gjørdur í Portugal saman við VW Sharan og Seat
Alhambra
ELLISAKFAR TIL SØLU
Volvo 144. 4 hur›ar (grønur). Bilurin er skrásettur fyrstu fer› í 1971.
Hevur bert havt tveir eigarar. Áhuga›i eru vælkomin at venda sær til.
Tel. 213727