Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Jákup Mikkelsen, málmaður hjá B36 Jákup Mikkelsen hevði eitt øgi­liga gott kappingarár í fjør, hann var valdur ársins leikari. Eg haldi, at hann var ein av stóru grund­unum til at B36 vórðu meist­arar. Hann lat ikki ser­ liga nógv mál sleppa inn. Í fleiri avgerandi og tøttum dyst­um tryggjaði hann lið­num stig. Mortan úr Hørg, høgri bakkur hjá HB Mortan úr Hørg er ein spenn­andi leikari, sum vit fara at síggja nógv til í lands­kappingini og eisini á lands­liðnum. Hetta er ein stór­ur fongur hjá HB, at hava tryggjað sær. Hann er ein skjótur leikari, og so hevur hann ein sterkan vinn­aravilja. Tá hann hevur ver­ið á landsliðnum, er hann komin inn og hevur spælt væl. Sorin Anghel, framherji hjá EB/Streymi Sorin Anghel er ein góður álops­leikari. Hann er ster­ kur í høvdinum og skorar nógv mál. Síðsta kapping­ ar­ár byrjaði hann illa, men kom fyri seg og leikti eina sera góða seinnu helvt av kapp­ingarárinum. Hann er skjót­ur, málsøkin og altíð far­ligur. Eg vænti heilt víst, at hetta er ein leikari, ið vit fara at síggja nógv til í ár. Bogi Gregersen, framherji hjá Skála Bogi Gregersen hevur havt tvey góð ár á Skála, og eg vænti, at hann verður góð­ur í ár. Eins og Sorin Ang­hel, er hann sterkur í høvdi­num og skorar mál. Hann er ein skjótur leikari, og so hevur hann handan ser­liga vinnaraviljan Gunnar Nielsen, offensivur miðvallari hjá GÍ Gunnar Nielsen er nýggjur í GÍ. Hetta er ein leikari, ið hev­ur gott spælforstáilsi. Hann er ein tekniskt góður leik­ari, sum eisini er dribli­ sterkur. Gunnar kemur úr ÍF, har hann vísti, at hann var ein góður leikari, sjálvt um hann hevði eitt ringt ár í fjør við skaðum. Men eg skilji á lagnum, at hann er slopp­in av við teir. Tí kann hann gerast ein sannur pro­filur, so er spurningurin hvussu langt GÍ megnar at taka hann. Nú nýggja kappingarárið í fótbólti er farið av bakka­stokki, hava vit biðið Aab’aran og fyrrverandi GÍ­’aran Súna Olsen um at nevna fimm leikarar, ið fara at teljast mill­ um pro­filarnar í Formula deildini í ár Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Súni Olsen hevur megnað tað, ið flest allir leikarar í Formula deild­ini droyma um - at fáa ein sáttmála sum yrkisleikari í einum út­lendskum fótbóltsfel­ag. Gøtumaðurin spældi inntil í fjør summar í Formula deild­ini fyri GÍ, men varð seldur til Aal­borg­ felagið AaB í juli. Nú føroyska landskappingin fer í gongd, hava vit práta við Súna, um hvat ger ein leik­­ara góðan, og fingið hann at valt fimm leik­arar, ið hann vænt­ar fara at verða pro­fil­ ar í lands­kappingini í ár. Góð venjing er týdningarmikil Súni greiður frá, at góð fótbólts upplæring frá ungum árum er týdningarmikil, skal ein leik­ari ger­ast ordiliga góð­ur. Nógv og góð venj­ing skal eisini til. Súni sigur somuleið­is, at venj­arin hevur nógv at siga, tað, at ein venjari vísir tær álit, hevur stóran týdn­ing fyri tína menning. Sjálvandi er tað eis­ini týdningarmikið, at tú ert tekniskt dugnaligur og er skjót­ur. Men tað er eisini vikt­igt at tú hevur ein sterkan vinn­­ara­vilja, ið vil taka teg langt. Kosturin er størsti munurin Súni hevur nú í yvir eitt hálvt ár spælt í AaB. Hann hevur her fing­ið nakrar royndir, ið hann ikki hevði áðrenn hann fór til Dan­mark­ar. Sum yrkisleikari í bestu donsku deild­ini, er lív­ið heldur annarleiðis enn í Før­oyum. Serliga er Súni far­in at hugsa meira um kost­in. “Í Føroyum varð lítið og einki hugsað um, hvat tú át. Onkuntíð royndi eg at eta pasta, áðrenn eg skuldi á vøll­­in, men annars át eg tað, sum eg hevði hug til. Í AaB er kost­ætl­an løgd fyri teg. Tað er t.d. eitt krav, at tú etur havragreyt um morgunin. Vit eta nógv grøn­meti, nógv pasta og rís. Vit eta døgurða í kantinuni hvønn dag og fáa góðan mat. Tað, ið tú etur alla vikuna, er týdning­ar­mik­ið fyri tín form tá tú spælir. Tú hugsar nógv meira um tað her. Tú fert t.d. ikki inn í bý­in og drekkur kola ella eina øl”, sigur Súni. Hann sigur, at hann følir stóran mun á formi­num, “Tú orkar munandi meira, tá tú hugsar um kostin. Feitt­pro­sent­ið er týdn­ingarmikið. Vigar tú ov nógv, ert tú ikki nóg skjót­ur”, sigur Súni Hvør vinnur FM? Súni sigur, at hann hevur roynt at fylgt við í venjingardyst­unum áðrenn kapping­ ar­árið. Men heldur tað vera torført at tosa um favorittar. Hann sig­ur tó, at hann vænt­ar, at okk­urt serligt fer at henda hetta kappingarárið. Kanska verð­ur okkurt ann­að lið enn havn­arliðini meistari í ár. Hvør hetta verður vil hann ikki skjóta uppá. Hann sigur, at av eysturoyarliðunum vænt­ ar hann, at Skála og EB/Streymur fara at klára seg væl. Hvussu GÍ og B68 klára seg, hevur nógv at gera við, hvussu kapp­ing­ar­ ár­ið byrjar fyri hesi lið. Tá vit biðja hann um at velja fimm profilar í kom­andi kappigarárið, so eru havn­ar­lið­ini umboðaði, umframt júst Skála og EB/Streym og hansara gamla lið GÍ. 5 tær bestu við Súna Olsen havnin fer ikki við meistaraheitinum í ár