Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Rannvá Káradóttir, Kris­ tina Sørensen og Seke Chi­mutengwende fram­ førdu stuttsøgu í dansi­lík­ ið á Dansescenen í Keyp­ mannahavn í síðstu viku. Stuttsøgan Rout Entry gjørdist ein sera jalig upp­ living. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Dansescenen á Østerbro var ílatin sum ein kolonihavi fýra kvøld í far- nu viku, tá hølini løgdu pall til Short Stories - Nu med havenisse. Fimm stuttsøgur í dansilíki lagdar til ræt- tis av fimm ymiskum koreograf­um. Millum koreografarnar var Rann­vá Káradóttir, ið eisini dansaði sjálv saman við føroysku Kristinu Sør­ en­sen og Londonbúgvanum Seke Chi­mutengwende. Páskaliljur og fuglabað Innanfyri dyrnar stóð ein urtagarðs­ vætt­ur millum urtapottar við hálv­deyðum páskaliljum. Allastaðni vóru blómir og reyðternuttir dúkar. Mitt innið millum áskoðaraplássini var eitt fuglabað, aðra staðni stóu upp­aftur fleiri urtagarðsvættrar. Í barr­ini seldu tey kaffi, pokalpilsner, reyð­ar sodavatnir við súgvipípu og sand­kakupetti. Hóast onkur hevði gloymt at vandað blómurnar, sum tí vóru følnaðir, so var eitt slag av vári í luftini. Hetta var stuttligt og gjøgn­umført, og tað var ikki sørt spenn­andi at vita, hvussu dansurin pass­aði inn í hesar karmar. Tað ljóta er flott Hetta var so gjøgnumført, at eg bilti mær inn, at kolonihavin mundi vera tema í stuttsøgunum eisini. Tí gjørdist eg ikki sørt kløkkur av, hvussu illa fyrsta stykkið passaði inn í karmarnar. Stykkið Many Fac­ed Man er eitt sterkt rættiliga and­skræmiligt og samstundis sterkt anda­ligt stykki, ið byggir á brot úr Bíbl­iuni. Dansarin Eric Butler var berg­takandi, og ljóðsporið var flott. Tað ljóta var heilt øgiliga flotta. Tían­verri hevði koreografurin Helen Saun­ders roynt at koma dekan ov víða um, og stykkið misti styrkið í fleiri brotum, ið ikki livdu upp til sterku byrjanina. Ørkymlandi samspæl Heldur ikki næsta stykkið hevði nógv­an kolonihavadám yvir sær. Eg havi seinnið skilt á Rannvá Kára­ dóttir, at koreografarnir einki vistu um hetta kolonihava karmarnar fyrr enn beint áðrenn framførslurnar. Hetta var eitt hugskot, ið bert var gald­andi fyri karmarnar ikki fyri fram­førslurnar. Eg haldi satt at siga, at hetta virkaði eitt sindur ør­kymlandi. Látur og geisp Stykkið Forestillinger er lagt til rættis av Kasper Daugaard Poul­sen. Hvat ein tílík framførsla gjørdi á einum virdum palli sum Danse­ scenen, skilji eg ikki. Stykkið er bygt á tríggjar upplivingar av sama dansi. Tær báðar í dansaðu gálv­ aðu og vinglaðu runt á palli­n­um í nøkur ávís mynstur, fyrst ílætn­ar jogging draktir, síðan í latex kyns­ lívsklæðum og at enda ílatnar stór­ ar bamsidraktir. Hetta fekk fleiri av áskoðarunum at flenna harðmælt­ir, með­an eg saman við fleiri av hin­ um áskoðarunum geispaðu. Keld og Hilda Síðan skuldi nýtt undirlag leggjast á pallin. Áðrenn stykkið Rout Entry hjá Dansolution vinnaranum skuldi vísast. Tí var ein longri steðgur, har vit aftur vórðu flutt inn aftur í kolo­niurtagarðin. Vit kundu keypa okk­um nýggjar reyðar sodavatnir í urtagarðsbarrini. Í hátalarunum sungu Keld og Hilda Heick og onn­ ur dansktop nøvn, heilt til klokkan ringdi. Steðgurin var av, enn eina­ ferð skuldu vit kasta koloniurtagarð­ in av okkum og uppliva dansin. Vinnandi samstarv Rout Entry er skapt í samst- arvi millum Rannvá Káradóttir, Kris­tinu Sørensen og Seke Chi­mutengwende. Tey hava øll ging­ið á London Contemporary Dance School og hava samstarvað í ymiskum verkætlanum. M.a. vunnu tey Dansolution í september í fjør. Tey dansa eisini sjálvi í Rout Entry. Stykkið er í fleiri ymiskum part­um. Í fyrsta parti høvdu tey hvør sína pútu við á pallin- Pútan varð á onkran hátt berandi luturin í dansinum hjá hvørjum einstøkum dans­ara. Tey stóu á henni, lógu á henni og veipaðu við henni. Fram­ førsl­an var knýtt at pútunum, og hes­in ósannlíki dansilutur riggaði væl. Tann annars næstan fullkomna syn­kroniseringin av dansinum, gjørd­ist enn týðiligari av ótemjandi pút­unum, ið ikki kundu synkronise- rast í líka stóran mun. Kristina segði seinni, at tey høvdu arbeitt nógv við pressisión í púturørslunum. Hon mint­ist íkki heilt, hví, tað endaði við, at verða pútir tey arbeiddu við. Rann­vá greiddi frá, at tey fegin vildu arbeiða við onkrum, ið ikki var heilt vanligt. Hetta er sama drívme- gi, ið gjørdi at tey brúktu bananir í framførsluni á Dansolution. Tað at eksperimentera við óvandum um­støum er avbjóðandi, og ger arb­eiði meira spennandið. Hesin fyrsti partur av framførsluni virk­arði sera sterkur, dansurin uttan tón­leik, frálíka synkroniseringin og til­vitaðu brotini í synkroniseringini skaptu lív í framførsluna. Veikar yrkingar Veikasta liðið er teksturin, ið best kann lýsast sum eitt slag av yrkingum. Tað er Seke Chi­mut­eng­ wende, ið hevur skrivað hann. Orð­ ini tyktust rættiliga konstrueraði, og fram­beringin hjá Seke av tekstinum tykt­ist eitt sindur kroyst. Eg trúði hon­um ikki. Hóast bretska accentin var sjarmerandi, lyfti, lespandi Lodon málið ongantíð tekstin upp um tað pátikna. Men teksturin spældi ikki nóg stóran leiklut, til at draga restina niður. Stykkið teknar samanspælið mill­um Seke og tær báðar. Eitt slag av dialogi við dansi. Rørslurnar hjá Rann­vá og Kristinu vóru næstan dukku­kendar og mekaniskar, og skaptu myndina av Seke sum dukku­førara. Tá tónleikurin kom inn í stykkið, var talan um tónleik við ein­um svakligum dámi yvir sær. Me­kanisku rørslurnar og ágangandi tón­lekurin skapti ørar myndir, ið hildu áskoðaranum rúnarbundnum. Í mun til hini stykkini, megnaði Rout Entry, at halda áskoðaran áhugað­an. At Rannvá, Seke og Kris­tina hava arbeitt saman, sást á góðu kemiini á pallinum. Fram­førsl­ an var sera flott. Stuttsøgur í kolonihavanum