mikudagur 22. mars 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Rannvá Káradóttir og Kristina
Sørensen vóru sera væl
nøgdar við framførslurnar
av Rout Entry, tá vit fingu
orð á tær. Báðar hildu, at
hetta hevði riggað væl, og
fyrstu afturmeldingarnar vóru
jaligar.
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
“Vit hava dansað saman, síðan
vit vóru 10 ár og byrjaðu at ganga
til dans hjá Elsu Mariu”, greiðir
Kristina Sørensen frá. Síðan hetta
hava hon og Rannvá Káradóttir
arbeitt saman í nógvum ymiskum
verkætlanum. Tá tær so báðar
endaðu á London Contemporary
Dance School, var natúrligt at
samstarvið helt fram. Hetta hevur
givið føroyingum, bretum og dan
um fleiri spennandi framførslur,
ikki minst framførsluna, ið varð
gjørd til Dansolution kappingina
í fjør. Saman við skúlafelaganum
Seke Chimutengwende gjørdu
tær eitt stykki, og dansaðu seg
til sigurin í stóru donsku kapping
ini á Dansescenen á Østerbro í
Keypmannahavn. Hesin sigur gav
teimum møguleikan at gera stykkið
Rout Entry, ið tey júst hava víst á
Dansescenen.
Skapt í samstarvi
Rannvá Káradóttir meldaði seg til
Dansoloution og fekk skúlafelagar
nar Kristinu og Seke við sær sum
dansarar. Rannvá er koreografur
á verkætlanini. Men stykkini eru
í stóran mun skapt í felagskapi
greiðir Kristina frá, “Vit koma øll
við uppskotum um rørslir. Men tað
er eisini gott, at ein hevur endaligu
avgerðina, soleiðis at vit koma
víðari”.
Kundu fáast bert við koreografi
Rannvá greiðir frá, at tað var
øgiliga stuttligt at arbeiða við
hesum stykkinum. Tí her fingu
tey møguleika at arbeiða bert við
koreografi. Ofta er so nógv annað,
ið upptekur tíðina. Tú stendur sjálv
fyri at skaffa fígging, gera PR og
fyriskipa alt tað praktiska. Men
hesuferð stóð Dansescenen sum
framleiðari, og tók sær av øllum tí
praktiska. Tey fingu somuleiðis løn
frá Dansescenen fyri arbeiði. Hetta
gjørdi, at tey kundu brúka alla ork
una til koreografi.
Jaligar afturmeldingar
Tær eru báðar væl nøgdar við
framførslurnar, nú tær eru lidnar
á Dansescenen og í næstum fara
á ferð til Århus við Short Stories.
Kristina sigur, at áskoðararnir hava
tikið væl ímóti teimum, og aftur
meldingarnar hava verið jaligar.
Fyribils í Keypmannahavn
Kristina og Rannvá hava verið
nógv í Danmark seinasta árið.
Fyrst í sambandi við Dansolution
og so í sambandi við Rout Entry.
Kristina er flutt til Keypmannahavn
og verður her fyribils hetta árið.
Aftan á tað, kann leiðin ganga nógv
ymisk støð, ella kanska verður hon
verandi. Hon sigur, at hon hevur
nógvar og spennandi ætlanir, men
vil helst ikki avdúka tær enn. Okkurt
er tó alment, hon skal saman við
Ránnvá millum annað luttaka á Ung
I Norden í Føroyum í summar, og
báðar eru eisini við í operaini hjá
Sunnleivi Rasmussen, ið verður sett
upp í Føroyum í heyst.
Kristina sigur, at London var ein
feit uppliving. Men samstundis var
sera dýrt at liva har. Í tíðarskeiðum
har minnið var at gera, var tað sera
hart at klára seg. Kappingin er eisini
sera hørð í London. Í Danmark er
munandi lættari. Eitt nú hevur tú
atgongd til ókeypis venjingarhøli, ja
alt er eitt sindur lættari. Tað, at sjeik
urin býr í Keypmannahavn dregur
ivaleyst eisini. So tí er Kristina ikki
greið yvir um hon nakrantíð aftur
flytur til London.
Heimsborgarin Rannvá
Hvar Rannvá býr er eitt sindur trup
lari at fáa greiðu á. “Eg haldi ikki at
staðið hevur so nógvan týdning”
sigur hon, “Tað eru verkætlanirnar,
ið avgera hvar eg eri. Eg havi stutt
síðan verið í Berlin, og nú eri eg
her. Eg skal nú undir at arbeiða við,
stykkinum Investigation Of A Dog
saman við tónasmiðinum Trónda
Bogasyni og basunleikaranum
Andrass Olsen. Hetta er eitt stykkið,
ið er bygt á eina Kafka stuttsøgu,
og sum verður einar 70 minuttir,
tá tað er liðugt. So eg veri ivaleyst
rættiliga nógv í Danmark komandi
árið.” Rannvá hevur eisini eitt til
boð, um at gerast húskoreografur á
Grand Teatrinum í Århus í eina tíð,
men nær hetta verður og hvussu
leingið er ikki heilt greitt enn.
Listabland
Kristina gjørdi herfyri eitt stykkið
saman við Dánjal á Neystabø á
Skole for moderne dans. Hetta
stykkið varð eisini sýnt í Føroyum,
og hetta at samstarva við listafólk
innan aðrar listagreinar er nakað, ið
Kristina metur vera sera áhugavert.
Hon kundi hugsa sær, at gjørt
meira av tílkum, og t.d. at fingið ein
sjónleikara við, soleiðis at dansur,
tónleikur og sjónleikur kundu virkað
saman í eini framførslu.
Aftur á pall saman
Umframt operaina og Ung i Norden
hava Rannvá og Kristina ikki nakrar
beinleiðis samstarvsætlanir í næst
um. Men tað tykist tó eingin ivi
at vera um, at hesar báðar verða
aftur at síggja á palli saman. Báðar
vísa á, at tað ikki eru so nógvir
føroyingar, ið fáast við modernaðan
dans, tí er samstarvið rættiliga
upplagt.
Hava dansað saman í 20 ár