mikudagur 22. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Guðrun Ludvig hevur nomið sær
útbúgving sum sniðgevi og er onn
ur kvinnan aftan fyri klædnamerkið
Guðrun & Guðrun, ið framleiða
hondbundin klæðir og klæðir úr
føroyskum skinni.
Guðrun & Guðrun selja sítt
klædnamerki nógvastaðni utt an
lands. - Fyri tað mesta í Japan,
men eisini í New York, Los Angeles,
París, Milano, Norra, Svøríki og Dan
mark. Fyri tveimum vikum síðani
vóru Guðrun & Guðrun eisini í
París og sýndu klæði fram á stórari
klædnamessu.
Guðrun & Guðrun koma út við
vørusendingum tvær ferðir um árið
– um summarið og um veturin. Og
fyri kortum hava tær eisini latið upp
egið verkstað í Dr. Jakobsensgøtu í
Havn, so føroyingar eisini fáa ágóð
an av klæðunum.
Hvat eyðkennir títt klædnaskáp?
Eg havi ongan eyðkendan stíl,
og í klædnaskápinum eru øll sløg
av klæðum. Bæði rá, romantisk,
feminin og ítróttarlig klæðir. Síðan
seti eg hesi klæðini saman á mín
egna máta. Eg fari eitt nú ongantíð
og keypi mær nýggj klæðir frá
høvur til fót, men finni heldur nøkur
ting, ið eg altíð kann brúka aftur.
Og um eg ikki lati meg í tey, eru
tey til pynt og geva mær íblástur
til arbeiðið. Eg havi eitt nú stutt
síðan keypt mær einar skógvar, eg
frammanundan visti, eg ongantíð
fór í. Men nú standa teir í durinum
til pynt og geva mær íblástur.
Hvat er nýggjasta plaggið?
Einir skógvar úr handlinum Wood
Wood í Keypmannahavn og einir
adidas løriftskógvar. Eg átt i einar
tílíkar svartar og hvítar fyri 10 árum
síðani, men teir gav eg systur míni,
tá eg fann hesar. Mær dámar teir
sera væl.
Besta keypið?
Tað er avgjørt ein troyggja, eg
einaferð keypti í Blákrossbúðini fyri
10 kr. Hon er lekkur, spennandi og
úr góðari góðsku. Eg havi átt hana í
fleiri ár og fari altíð í hana 1-2 ferðir
um árið saman við kovboybuksum.
Somuleiðis havi eg ein hvítan
kjóla, eg havi fingið frá danska
sniðgevanum, Mariu Møller, fyri eitt
plagg, eg havi gjørt.
Yndisplagg?
Hóast eg sjálv ikki gangi ofta
í kjóla, elski eg kjólar. Serliga
dámar mær væl ein kjóla, eg
keypti, tá sonur mín varð doyptur.
Hann hongur í løtuni til pynt, og
eg fari altíð at vera serliga góð
við hann. Eisini dámar mær væl
ein ljósareyðan kjóla, eg havi
keypt í einum innflytarahandli í
Keypmannahavn. Kjólin var av
fyrstan tíð ein indiskur kvinnubúni,
men eg havi seymað hann um.
Hvar keypir tú helst klæði?
Eg keypi mest í Danmark hjá ein
um sniðgeva, ið kallast Sabine Pou
pinel ella í Wood Wood. Annars eri
eg 2-3 ferðir um árið á handilsferð,
og tá geri eg eitt rimmarkeyp. Tá eg
keypi í Føroyum, keypi eg í Juniik.
Klædnaskápið hjá Guðruni Ludvig:
- Feminint, rátt
og romantiskt
1
2
3
4
5
7
10
11
13
16
15
14
12
17
18