mikudagur 22. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
1. Hesar skógvarnar hevur Guðrun keypt, hóast hon
frammanundan visti, hon ongantíð fer í teir. Teir standa
vanliga til pynt og geva íblástur.
2. Nýggjasta plaggið hjá Guðruni: Adidas skógvar og Wood
Wood skógvar.
3. Røvarakeypið hjá Guðruni: Troyggja úr Blákross fyri 10
kr., kjóli frá danska sniðgevanum Mariu Møller, perlubelti
úr Jordan og belti frá Tórgerð Suðuroy: - Belti frá Tórgerð
Suðuroy var bíligt og er sera vakurt. Tað er stuttligt at finna
eitt so kult belti í Føroyum, ið eins væl kundi verið keypt fyri
dýrar dómar í París.
4. Tveir yndiskjólar hjá Guðruni. Gráa kjólan keypti hon til
dópin hjá soninum, og tann ljósareyða kjólan hevur hon keypt
í innflytarahandli í Keypmannahavn.
5. Yndissniðið hjá Guðruni: - Henda kjólan kann eg bæði brúka
til einar sandalur, men somuleiðis til einar slitnar løriftskógvar.
6. Taska úr kvalaraslanguskinni, ið Guðrun ofta hevur við sær.
7. Taska, Guðrun hevur keypt í endurnýtsluhandli í
Keypmannahavn. Honkina hevur Guðrun sjálv gjørt.
8. Frakki úr føroyskum skinni frá Guðrun & Guðrun.
9. Guðrun heima í hugnaligu stovuni hjá sær í Dalagøtu.
10. Hárspenni úr ektaðum silvuri, mamma Guðrun hevur
brúkt, tá hon var lítil: - Eg sá tað fyri kortum í einum blaði fyri
1300 kr.
11. Guðrun er sum oftast varin við at brúka ov nógvar
smykkur. Hetta hálsbandið er sera einkult – eitt 18 karat gull
hjarta við einum bummullstráði í.
12. Nýggjasta smykkan hjá Guðrun & Guðrun.
13. Armband, sonurin hevur gjørt í skúlanum.
14. Amulett, Guðrun hevur fingið frá mammuni: - Eg fari at
koyra synirnar í amulettina.
15. Brosjan hevur nógv at siga fyri Guðruna: - Eg havi fingið
hana frá Barbaru á Rógvu. Hvørja ferð eg síggi hana, verði eg
í góðum lag.
16. 16 ára gamal oyraringur, Guðrun hevur keypt í lestrartíðini
í Berlin: - Hann er altíð stuttligur at taka fram.
17. Ringur frá H&M
18. Perluketa úr innflytarahandli í Keypmannahavn.
Serstakt plagg?
Einar strammar leðurbuksur úr
japanskum geitaskinni, eg alt mítt
lív havi ynskt mær. Eg fekk fyri
kortum ein sniðgeva at gera tær
fyri meg. Hon tók mát her og har,
so nú havi eg einar bleytar lekrar
leðurbuksur, ið eg eri sera glað fyri.
Hvør hevur havt størsta ávirkan á
tín stíl?
Eg havi roynt meg fram við nógv
um ymiskum. At byrja við hugdi eg
nógv eftir, hvat Vivienne Westwood
gjørdi – hon hevur altíð verið djørv
og torað væl. Hetta dámdi mær
væl og fekk íblástur haðani. Men
nú hugsi eg ikki longur um, hvat
hini halda. Nú fari eg einans eftir tí,
mær dámar. Og eg vil fegin gjalda
eins nógv fyri klæðir frá einum
kendum sniðgeva sum frá einum
púra ókendum. Eisini dámar mær
onkuntíð at lata meg í okkurt plagg,
ið tannáringar tora at fara í, og
síðan at fáa tað at síggja út til at
kosta eina millión.
Hvat hevði tú ynskt, tú hevði
havt ráð til?
Ein lekran, ráhvítan, krúllaðan
leðurfrakka frá Prada. Men sum
heild dugi eg rættiliga væl at finna
ymiskt, ið ikki kostar so nógv, men
sum allíkavæl er smart og sær
út sum ein millión. Heldur keypi
eg dýrar merkjavørur av luktilsi
og prýðislutum, eitt nú Dolce &
Gabbana.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú
til klæðir?
Tá eg eri á handilsferð, keypi eg
klæðir fyri nakrar túsund krónur
- góð og dýr klæðir. Fyrr koyrdi
eg klæðir burtur í tonsatal og
keypti nýtt so hvørt, men nú geri
eg ongantíð feilkeyp. Um eg ivist
í onkrum, hugsi eg meg um í ein
dag, og um eg framvegis vil hava
plaggið dagin eftir, keypi eg tað tá.
Størsta fyrimynd innan snið?
Mær dámar væl skógvasniðið hjá
Prada. Annars klæða Lisa Bonet og
Vanessa Paradis seg væl.
Hvussu langa tíð nýtir tú at gera
teg klára í?
Dagliga havi eg ikki góða tíð, men
um hálvan tíma hvønn morgun.
Eg eigi tveir dreingir, ið altíð koma
í fyrstu røð, so tá eg skal í onkra
veitslu, havi eg heldur ikki meira
enn hálvan tíma at gera meg klára
í, tí tá skal eg finna barnagentu o.t.,
so alt gongur við fullari ferð.
Vakurleikaráð?
Tað ræður ikki um at yvirklæða
seg. Rætta loysnin er ikki at fara
og keypa nýggj klæði frá høvur
til fót, men heldur at seta røttu
klæðini saman. Annars eri eg sjálv
stórnýtari av kinnareyða, ið kann
brúkast til alt.
Besta sniðið hjá Guðrun &
Guðrun?
Ein bundin kjóli og eitt belti.
Hvat hevur tú altíð við tær?
Eina góða tasku. Serliga brúki eg
nógv eina taksu úr ektaðum pyton-
slanguskinni.
6
8
9