Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Westlife samdir við Jóansøku­ festivalinum Íslendski bólkurin Nylon, ið spældi á Jóan­­­søkufestivalinum í fjør, gerst alsamt bet­­­ur umtóktur. Gentubólkurin er longu eitt stórt navn í Íslandi, men nú sleppa bretar eis­­ini at uppliva fittu poppgenturnar. Írski dreingja­­­bólkurin Westlife er samdur við Jóan­­­søkufestivalinum í, at hetta er ein sera spenn­­­andi bólkur. Tí hava teir boðið gentunum at hita upp fyri seg á konsertferðini í summar í Bret­­­landi. Talan er um 22 konsertir, m.a. eina á nýggju Wembley Arena, sum í hesum døgum verð­­ur bygd í London. Julia Roberts aftur úr barns­ burð­arfarloyvi Fyrst í 2005 fór Julia Roberts í barnsburðarfar­ loyvi, fyri at hava betur tíð til tvíburðasynirnar Finn og Hazel. Men nú tykist farloyvið at vera av. Roberts skal sambært tíðaritinum Variety spæla mamma ein autistiskan drong í filminum “Daniel Isn’t Talking”, filmurin er bygdur á eina skaldsøgu eftir Marti Leimbach, ið eisini skriv­aði bókina aftan fyri filmin Dying Young, ið Julia Roberts spældi við í í 1991. Julia Roberts er enn Pretty Woman í huga­ num hjá teimum flestu, hon vann ein Oscar fyri leik­lutin sum Erin Brockowich í 2001, og var tá hon fór í farloyvi, eitt tað best kenda kvinnuliga navnið í Hollywood. Stone og Parker í kríggj ímóti Scientology Fríggjakvøldið skuldi Comedy Central senda nógv umstrídda partin av South Park tekni­ røðini “Out of The Closet”, ið ger gjøldur við Scientology. Men hetta bleiv avlýst. Í Hollywood tykist semja at vera um, at Tom Cruise hevur hótt Viacom, ið eigur hansara nýggja film Mission Impossible III og Comedy Central til at taka partin av skránni. Avlýsingin fekk South Park skapararnar Matt Stone og Trey Parker at hótta aftur. Í eini sera Science Fiction kendari avbjóðing, kalla teir stríði fyri eitt mil­ liónára kríggj, skrivar The Independent. (Mynd: Scanpix) alice in chains við tveimum sangarum Ein av bestu bólkunum á grunge­alduni, ið floymdi úr Seattle og um allan heim fyrst í 90’árunum, Alice In Chains er endurstovnaður. Bólkurin fer í summar á konsertferð í Evropa, m.a. spælir hann í Vega í Keypmannahavn 19. juni. Enn er tó ikki greitt, hvør sang­ari stendur á odda fyri bólki­num á konsertferðini. Upp­runaligi sangarin Wayne Staley doyði í 2002. Fyri tveim­um vikum síðan luttók endur­stovnaði bólkurin í eini heið­urs­framførslu fyri bólkin Heart í Atlantic City. Hetta var partur av eini sending, ið verður send á VH1 næstum. Tá hevði bólk­ur­in tveir ym­iskar sangarar. Fyrr­verandi Pan­tera odda­mað­urin Philip An­selmo sang sam­an við William DuVall, ið er best kendur, sum sangari í solo­ verkætlanini hjá Alice In Chains gittarleikaranum Jerry Can­trell. Um tað verður ein av hes­um, ella onkur heilt annar, fara vit sjálvandi at kunna tykkum um, so skjótt sum hetta gerst alment. Philip Anselmo var oddamaður í Alice In Chains fyri tveimum vikum síðan, men enn er ikki greitt, um hann eisini er tað í summar. (Mynd: Scanpix) (Mynd: Scanpix)