mikudagur 22. mars 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2006
17
UTTAN ÚR HEIMI
Á sumri í 2001 ávar
aði ein embætis
maður hjá FBI fleiri
ferðir amerikonsku
myndugleikarnar um,
at yvirgangsmenn
ætlaðu at ræna flogfør
til atsóknir í USA.
Men myndugleikarnir
vildu ikki lurta
Yvirgangur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hetta kom fram undir rætt
armálinum ímóti Zacarias
Moussaoui, sum er ákærdur
fyri at hava verið við til
at leggja atsóknirnar at
New York og Washington
tann 11. september í 2001
til rættis. Sambært ameri
kanska
ákæruvaldinum
vóru yvirgangsmenninir
upprunaliga 20 í tali, men
Moussasoui bleiv tikin, og
tí vóru tað hinir 19, sum full
førdu atsóknirnar.
Tað var FBI-agenturin
Harry Samit, sum tók
Moussasoui í august í 2001,
og undir avhoyringunum
fekk hann illgruna um, at
okkurt var í umbúna. Meiri
enn 70 ferðir vendi hann
sær til sín deildarleiðara á
høvuðsskrivstovuni hjá FBI
í Washington og greiddi
honum frá, at hann hevði ill
gruna um, at Moussasoui var
limur í al-Qaeda, og at hann
ætlaði at ræna eitt flogfar.
Harafturat bað agenturin
fleiri ferðir um heimild til at
kanna ymsar ognarlutir hjá tí
handtikna so sum eina teldu,
men svarið úr Washington
var nei.
Tá Zacarias Moussasoui
varð tikin, var hann í ferð
við nakrar venjingar í einum
sokallaðum flogsimulatori,
har útgerðin var tann sama
sum í einum Jumbojet-flog
fari. Tað unmdraði Harry
Samit, tí Moussasoui var
ikki flogskipari og hevði
heldur ongar royndir sum
slíkur.
Undir avhoyringunum
seinni viðgekk tann Moussa
soui, at hann var limur í
al-Qaeda, og hann er tann
einasti, sum er komin fyri
rættin í USA fyri at hava
verið uppi í atsóknunum 11.
september í 2001. Rætturin
skal nú taka støðu til, um
hann skal dømast lívlangt
fongsul, ella um hann skal
fáa deyðarevsing.
Ákæruvaldið hevði biðið
Harry Samit vitna í rætttinum,
tí ákæruvaldið helt, at hansara
frágreiðing kundi vátta, at
myndugleikarnir kundu havt
forða atsóknunum, hevði
Moussasoui sagt sannleikan,
tá hann bleiv tikin. Men nú
er líkt til, at frágreiðingin
tvørturímóti kann koma tí
ákærda til góðar, tí sambært
Samit vildi FBI ikki lurta
eftir hansara ávaringum.
(Kelda: Aftenposten)
Strangt ísraelskt
eftirlit við markinum
ger, at maturin er
farin at ganga undan í
Gaza-geiranum
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meðan fólk í Ísrael tosa
um valið, sum verður um
eina viku, stúra tey í Gaza-
geiranum fyri, hvat kann
henda, tí har er maturin farin
at ganga undan. Goymslurnar
hjá ST eru longu tómar, og
tað stendur á hjá fólki at fáa
breyð.
Tað mesta av vørunum til
Gaza-geiran kemur sjóvegis,
men tann flutningurin steðg
aði, tá ísraelsmenn stongdu
farleiðina herfyri. Eftir trýsti
úr USA loyvdu ísraelsmenn
sjey lastbilum við matvørum
inn í Gaza-geiran í gjár,
men sambært palestinsku
myndugleikunum stongdu
ísraelsmenn farleiðina aftur
beinanvegin. Ísraelska grund
gevingin fyri at steingja
farleiðina er, at víðgongdir
palestinar hava søkt at øki
num fleiri ferðir.
Ísrael tók seg aftur úr
Gaza-geiranum í fjør, og
síðani hava ísraelsku mynd
ugleikarnir frásagt sær
ábyrgdina av matvøruflutn
inginum til geiran. Men
palestinar vísa á, at ísraelska
eftirlitið við markinum er so
strangt, at í veruleikanum
er tað framvegis Ísrael, sum
hevur alt eftirlit við geir
anum.
Teir palestinsku sjálvstýr
ismyndugleikarnir finnast
eisini at ísraelsku stjórnini.
Teir vísa á, at Ísrael hevur
eftirlit við marknaliðunum,
luftini, sjónum og fólkayvir
litinum í Gaza-geiranum, og
tí kann landið ikki frásiga sær
ábyrgdina av viðurskiftunum
í økinum.
Deyð í kulda
Tað hevur verið rættiliga
kalt í Japan í seinastuni,
og tað hevur kostað fleiri
fjallaklatrarum lívið.
Týsmorgunin komu bjarg
ingarlið fram á tvær kvinnur,
sum høvdu roynt at sleppa
niðan á fjallið Sennokura
í Nigata-landspartinum.
Kvinnurnar, sum vóru 54
og 62 ára gamlar, vóru
deyðar í kulda. Sjey onnur
fólk vórðu flutt á sjúkrahús,
og ein 54 ára gamal maður,
sum var saman við teimum,
er ikki komin afturíaftur.
Í gjár leitaðu tyrlur hjá
bjargingartænastuni eftir
honum.
Í landspartinum Nagano
funnu bjargingarlið tveir
menn og eina kvinnu, sum
vóru deyð í kulda, eftir at
tey høvdu roynt at sleppa
niðan á tað 2.805 metrar
høga fjallið Amidadake.
Menninir vóru 47 og 57
ára gamlir, og kvinnan var
45.
Treholt mist vitið
Norðmaðurin Arne Treholt,
sum bleiv dømdur fyri at
hava njósnast fyri gamla
Sovjetsamveldið, hevur
ligið við ongum viti teir
seinastu dagarnar.
Tey seinastu árini hev
ur Arne Treholt búð á
Kýpros, og í síðstu viku
varð hann í skundi fluttur
á eitt sjúkrahús har. Verji
hansara, Harald Stabell,
visti av ongum, tá hann
kom til Kýpros mánadagin,
men hann sigur seg hava
skilt, at Treholt hevur fing
ið blóðeitran, men at lækn
arnir duga ikki at finna
orsøkina. Tá verjin kom,
umhugsaðu læknarnir at
sløkkja andingartólið, sum
Treholt liggur við, men
tað bleiv kortini ikki gjørt,
skrivar ANB.
Ørindini hjá verjanum
vóru annars at tosa við Arna
Treholt, tí teir ætlaðu sær
at biðja norska dómsvaldið
viðgera njósningarmnálið
upp av nýggjum. Men fyri
bils verður einki gjørt við
tað.
Dýrur veggur
Ein kvinna í New Orleans,
sum var í ferð við at rudda
í húsaleivdunum eftir ódn
ina ”Katrina”, fann nú um
dagarnar ein plastikkposa
við næstan 30.000 dollar
um.
Kvinnan fann posan í
einum veggi í einum hús
um, sum rapaðu í ódnar
veðrinum. Hon sigur við
fjølmiðlarnar, at hon var
í ferð við at raka ymiskt
órudd saman við einari rívu,
tá hon fekk eyga á posan.
Tá hon tók hann upåp, vísti
tað seg, at hann var fullur
av 100-dollaraseðlum.
Kvinnan fór alt fyri eitt
til løgregluna við posanum,
og á støðini komu tey eftir,
at har vóru næstan 30.000
dollarar. Tað vísti seg, at
ein kvinna hevði átt tey
niðurrapaðu húsini, og hon
hevur nú fingið pengarnar
aftur, skrivar AP úr New
Orleans.
Tað er ikki á hvørjum degi,
at munkar ganga mótmælis
gongu og rópa ókvæmisorð,
men tað hendi í srilankiska
høvuðsstaðnum Colombo
í gjár.
Meiri enn hundrað budd
histiskir munkar gingu
mótmælisgongu til norsku
sendistovuna í býnum, har
teir róptu ókvæmisorð eftir
norska sendiharranum,
Hans Brattskar, og diplomat
inum Erik Solheim. Munk
arnir sluppu tó ikki at
sendistovuni, tí løgreglan
hevði sett byrgingar upp
uttanfyri.
Tað var serliga Erik Sol
heim, sum stóð fyri skotum.
Hann stendur á odda
fyri royndunum at finna
semju ímillum stjórnina í
Colombo og teir tamilsku
uppreistrarmenninar har
norðuri í landinum, men
munkarnir vilja vera við,
at norsku friðarroyndirnar
fara at enda við, at Sri
Lanka verður býtt sundur
í tvey ríki.
– Tann buddhistiska
prestastættin hevur ikki
álit á einum semingsmanni,
sum bara hjálpir øðrum
partinum, og tí vilja vit hava
norðmenninar av landinum,
segði talsmaðurin hjá munk
unum.
Noreg hevur vegna ST
havt ábyrgdina av friðar
royndunum í Sri Lanka
síðani í 2000, og sambært
Aftenposten er hetta ikki
fyrstu ferð, at teir norsku
semingsmenninir eru lagdir
undir at styðja tamilarnar.
Illir munkar
Maturin gongur undan í Gaza
FBI ávaraði um álop við
ferðamannaflogførum
Zacarias Moussaoui
Mynd: Reuters